Lýsing
Lýsing

Petur Knudsen uttan sáttmála

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.12.2019 - 21:39 Ítrottur Tíðindi

Kanska størsti føroyski profilurin, ið ikki hevur sáttmála fyri 2020 í løtuni, er 21 ára gamli Petur Knudsen úr NSÍ.

Í ár skoraði hann 8 mál og legði upp til 13 mál. Hann var nummar sjey á listanum yvir málstig. Við Norðlýsið sigur Petur, at fleiri feløg hava víst sær áhuga, men at hann ikki hevur tikið støðu enn.

- Um rætta tilboðið kemur uttanlands og eg meti, at tað er nakað fyri meg, so er tað ein møguleiki. Í Føroyum eru tað fleiri feløg, ið hava víst áhuga, men eg havi ikki tikið nakra støðu enn og tað kann vera, at vit skulu til januar mánaða, áðrenn alt er komið endaliga uppá pláss, sigur Petur Knudsen við Norðlýsið. Petur Knudsen hevur vant við NSÍ til vetrarvenjingarnar og tí bendur kanska mest á, at hann heldur fram í NSÍ. Sum skilst eru KÍ, HB og B36 feløgini, sum vísa áhuga fyri at fáa Petur í sín hóp.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin