Lýsing
Lýsing
Lýsing
Johan Dahl í kringvarpsstovuni hósdagin í seinastu viku har hann var spurdur um og greiddi frá sínum sambandi við Huawei | Mynd: kvf.fo

Tingmaður í dupultleikluti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.12.2019 - 22:32 Leiðarin Politikkur Vinna

Johan Dahl er komin í ein lyklaleiklut bæði so og so. Sum 17. maðurin í samgonguni er hann avgerandi fyri øll mál. Og bæði vinnupolitiskt og fiskivinnupolitiskt hevur hann markerað seg. Samstundis er hann í starvi hjá kinesisku stórfyritøkuni Huawei, sum ongan annan møguleika hevur enn at akta kinesisku stjórnina, og hetta hevur fingið stórt altjóða fokus, ikki minst í USA.

Í Berlingske verður í hesum døgum skrivað um fyrrverandi vinnumálaráðharran og hansara tilknýti til kinesiska Huawei. Her kemur fram, at um Løgtingið fer at viðgera mál um Huawei, so fer Johan Dahl at boða frá, at hann er inhabilur í teimum málunum, men higartil hevur onki tílíkt mál verið. Johan Dahl undirstrikar eisini, at hann ikki fór í starv hjá Huawei fyrrenn 5 mánaðir eftir, at hann fór úr Landsstýrinum, og tí var ongantíð nøkur interessukonflikt har.

Onki er at ivast í, at Føroyar eru í kikaranum fyri tíðina. Málið um fútabannið ímóti upptøkuni hjá Kringvarpinum hevur vakt ans, og tað var við kinesisku myndugleikarnar og snúði seg millum annað eisini um Huawei. Kringvarpið sigur við Berlingaran, at tey næstan ikki hava tíð at arbeiða, tí útlendskir miðlar kima seg niður.

Málið fyllir fleiri síður í Berlingske, og tann stórpolitiska konfliktin er ikki til at fara skeivur av. Eisini eitt av hinum stóru donsku bløðunum, Politiken, hevur tikið tað upp. Føroyar eru blivnar lúsin millum ta amerikonsku og ta kinesisku neglina, og mitt í rokanum er so risastóra telefyritøkan Huawai og harvið eisini Johan Dahl, ið er í starvi hjá fyritøkuni.

Í samrøðu vísir Johan Dahl á, at eisini aðrari lyklapersónar í føroyskum politikki og fyrisiting hava verið í líknandi støðu, eitt nú at Bárður Nielsen, løgmaður, hevur verið fíggjarstjóri í “Hey”, eins og aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum hevur verið stjóri har. Hesin seinni kann tó ikki samanberast, tí har vóru leiklutirnir ikki samstundis.

Neyðugt er at vera á varðhaldi. Løgfrøðisliga er Johan Dahl ikki inhabilur beint nú, verður mett, men skjótt er at ein tvístøða kann koma millum føroysk og kinesisk áhugamál, og tá er umráðandi at vera á vakt, so ein gegnistrupulleiki ikki uppstendur ella ein ivasom avgerð verður tikin.

Sum seytjandi maður er ein tingmaður í eini støðu, har hann fær sett krøv. Skal alt ganga reiðiliga fyri seg, er neyðugt, at Johan Dahl heldur sítt lyfti um at fráboða ógegni, um eitt mál viðvíkjandi fyritøkuni, hann arbeiðir hjá, kemur fyri á tingi. Og løgmaður, landsstýrið, løgtingið og fjølmiðlarnir mugu eisini vera árvaknir í hesum máli, tí tað er ikki lukkuligt, um alt ikki fer rætt fram í einum máli av so týðandi altjóðapolitiskum karakteri. Demokratisku spælireglurnar eins og gegnisspælireglurnar mugu haldast til punkt og prikkar. Annars kemur tað okkum aftur um brekku.

Enn er onki skeivt farið fram, eftir øllum at døma. Men ivin og vandin er har, og tí mugu allir partar fylgja væl við. Tí vit kunnu vera vís í, at altjóðapolitiskt verður fylgt væl við í Føroyum. Bæði amerikanarar, danir og kinesarar hava fingurin á pulsinum her, og í øðrum lagi hava bæði Russland og ES uttan iva áhuga í, hvørjum vit samráðast við.

Tað er ein rættiliga keðilig støða, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er komin í, nú ein tingmaður í hansara flokki hevur privatáhugamál, samstundis sum hann er 17. maður hjá samgonguni. Hóast tingmaðurin ikki misbrúkar sína lyklastøðu, so fer ivin og óttin at hanga har. Eitt er, at politisk mótstøðufólk uttan iva fara at válka sær í tí, men í altjóða høpi er tað heldur ikki heppið fyri føroysku stjórnina, at óttin í heila tikið er til. Møguliga átti tingmaðurin at umhugsað at farið í farloyvi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…