Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skoytubreytin fingið forkunnugt jólatræ

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  10.12.2019 - 14:44 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár skipaði Húsarhaldsskúli Føroya fyri serligum tiltaki við skoytubreytina.

Eitt jólatræ, sum KKS hevði evnað til úr flatjarni, og sum næmingarnir á skúlanum síðani  saman við gestum eitt kvøldið hava bundið uppá træið smáar tógvlappar úr "avlops-tógvi".

Tey hava sett ljós til og gjørt træið prýðiligt við ljósakrúnu.

TTS, sum hevur sett fleiri ljósmastrar upp í økinum, hevur so við teirra lyftu sett træið upp á eina av ljósmastrunum - beint við skoytibreytina, so øll, ið búgva á Biskupstorgi og øll, sum skoyta, síggja væl hetta serstaka jólatræið.

Eisini hevði Húsarhaldsskúlin dekkað upp við kakao og brendum mandlum, so har var rættiliga hugaligt og gott at vera hjá mongu fólkunum, sum vitjaðu hesa løtuna í gjár.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Johanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya fegnast um vakra træið, sum er komið upp at hanga.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri takka fyri hetta varka prýðið, sum miðbýurin hevur fingð!

Her í grannalagnum fer Húsarhaldsskúli Føroya at handa til um ikki so mong ár í nýggjum hølum, bygd til endamálið - Byrjað verður at byggja komandi summar í 2020.

Køin, at sleppa fram at, at leiga sær skoytur, var rættiliga long, so áhugin tykist stórur - og kuldin gjørdi ongan mun.

Fyrsta dagin, breytin var opin vóru eini 350 fólk – børn og ung, sum nýttu høvið at royna seg á skoytum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund