Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heldur enn at taka nýskipanina í bitum, varð øll lógin um sjófeingi samtykt undir einum í 2017. Nú fæst at síggja, um Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri fær avtikið hana á sama hátt | Mynd: Fólkaflokkurin

Fær fiskivinnunýskipanin nú mønustingin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.12.2019 - 21:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Eins og í 2017 er lagt upp til eina spennandi 2. viðgerð av lógini um sjófeingi. Fyri samgonguna má bera ella bresta. Og eins og í 2017 eru allar neyðugu 17 atkvøðurnar ikki tryggjaðar frammanundan. Fleiri av stóru spurningunum eru ikki endaliga avgreiddir enn, so søgan endurtekur seg – arbeitt verður nærum fram til jóla, men Vinnunevndin sleppur ikki at sylta málið.

Tað hoyrist, at summir samgongutingmenn hava onkrar tillagingar, áðrenn teir kunnu taka undir við lógini. Brandur Sandoy og Heðin Zachariassen vilja hava okkurt broytt, uttan tó at tala við stórum bókstavum, meðan Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hevur verið tann mest markanti. Kristin Michelsen úr Sjálvstýri hevur sagt seg stuðla samgonguni, so tað kundi neutraliserað atkvøðuna hjá Johan Dahl, men hin tingmaðurin úr Vági, Erhard Joensen, hevur givið ábendingar um, at hann stendur saman við Dahl, og so verður helst neyðugt við onkrari tillaging.

At síggja til er ikki stórur vandi fyri at málið fellir, og at tað harvið verður samgonguslit. Spenningurin er meira um, hvørjar tillagingarnar vera. Tað er rættiliga greitt, at kravið um at synkronisera fiskivinnulóggávuna við fíggjarlógina og skattalógina, verður gingið á møti. Tað hava fleiri fólkafloksfólk sagt seg væl kunna taka undir við. Somuleiðis er rímiliga greitt, at kravið um at loyvini ikki skulu vera automatiskt rullandi, men skulu ratifiserast í tinginum á hvørjum ári, helst verður gingið á møti. Nøkur stór mótstøða er ikki ímóti tí, og tað hoyrist, at Fólkaflokkurin kann ganga við til tað, um áramálið verður 12 heldur enn 10 ár.  

Stóru spurningarnir eru tó framvegis opnir. Verður ein stór, endalig uppboðssøla? Hvørjar menningarkvotur verða gjørdar varandi, hvørjar verða konverteraðar til royndarkvotur, og hvørjar verða ikki longdar? Og hvussu verður við nýggjum rættindum? Alt hetta skal tingið taka støðu til við 2. viðgerð, og alt bendir tí á eina drúgva viðgerð. Málið er ikki sett á skrá enn, men samgongan hevur boðað frá, at mánadagin 16. desember verður tað atkvøtt úr nevnd, um ikki Vinnunevndin sjálv kemur við tí sama dag.

Í kringvarpinum og almenninginum hevur røringur verið í viðvíkjandi útlendskum ognarskapi, eins og kjak hevur verið um antitrust-mark. Hesi bæði, helst serliga útlendski ognarluturin, fer uttan iva at fáa drúgva umrøðu undir 2. viðgerð, men samgongan tykist ikki at tosa við fleiri tungum um teir spurningarnar. Her er ósemjan millum andstøðu og samgongu, og ikki innanhýsis í samgonguni, tó at nakað hevur verið at hoyrt frá baklandinum í Fólkaflokkinum. 

Eitt, sum ger, at spenningurin ikki er heilt tann sami sum í 2017, er, at nú eru ongir leysgangarar. Eftir eitt sera vánaligt fólkatingsval gjørdi Sonja Jógvansdóttir av at gevast í politikki. Og eftir fleiri miseydnaðar royndir at koma uppí ein annan flokk flutti Magni Laksáfoss av landinum og stillaði heldur ikki upp. Seinasti leysgangarin fleyt omaná og hevur nú sín heilt egna flokk, kann man siga, og Sjálvstýri er ikki áhugað í at hótta samgonguna. 

Innanhýsis í Sambandsflokkinum og Miðflokkinum eru sum nevnt onkrir skeptikarar, men at síggja til eru teirra krøv ikki av tí slagnum, at samgongan metir tey vera púra órímilig, so her er líkt til, at tey kunnu loysast við dialogi. Bill Justinussen í Miðflokkinum, sum tók øll á bóli og púra óvæntað atkvøddi fyri fiskivinnunýskipanini í 2017, hevur verið kvirrur. Gitast kann, at hann er nøgdur við, ella í minsta lagi góðtekur, at menningarkvoturnar verða konverteraðar til varandi rættindi. Men livst, so spyrst.

Vit kunnu vera vís í, at ongin stuðulsatkvøða kemur úr nøkrum andstøðuflokki uttan Sjálvstýri, ið meira er at meta sum stuðulsflokkur enn andstøðuflokkur. Tvørturímóti er ein sterkur beiskleiki í andstøðuni rundan um júst fiskivinnulóggávuna. Hóast tað sjálvsagt var nógv annað, ið eisini spældi inn, so var lógin um sjófeingi bæði hjartabarnið hjá undanfarnu samgongu og ivaleyst eisini orsøk til, at samgongan fall á valinum. Hon er vorðin til ein ideologiskan spurning, og tí fara allir 15 andstøðulimirnir ivaleyst at atkvøða ímóti.

Ikki sørt av stórpolitikki hevur sett sín dám á heimliga politikkin seinastu dagarnar, og tað hevur verið ófrættakent at fylgt við í, um Kina, USA og/ella Danmark skulu hava hótt okkara landsstýri. Landsstýrið sjálvt avsannar tó at hava verið hótt, og løgmaður hevur fingið mikið rós í donskum fjølmiðlum fyri at hava víst Kina, hvar skápið í Føroyum stendur. Hinvegin eru øll framvegis ikki líka álvulig við, at seytjandi maðurin í samgonguni er í starvi hjá kinesiska Huawei, sum hevur verið í andglettinum síðstu tíðina. 

Í farnu viku varð tó lagdur ein dempari á hetta, tí fútabannaða upptøkan varð almannakunngjørd í donskum miðlum, og hon vísti seg ikki at vera so eldfim kortini. Eitt slag av hóttan kann man við einum góðum vilja kalla tað, men hon var av handilspolitiskum slagi og ikki trygdarpolitiskum, sum fólk stúrdu fyri. Landsstýrið hevur tískil avgjørt at halda seg uttanveltað og lata Føroya Tele sjálvt taka støðu í málinum, ið heldur ikki vísti seg at hava nevnivert við fiskivinnupolitikkin at gera, einamest við útflutningin av laksi. 

Men avtøkan av fiskivinnunýskipanini er sanniliga spennandi í sær sjálvum, uttan mun til stórpolitikkin. Alt í alt er lagt upp til eina endurtøku av 2017, har tað aftur stendur 17-16, nú bert við øvutum fortekni. Kristin Michelsen og Bill Justinussen endurtaka sínar møguligu jokara-leiklutir, meðan Johan Dahl nú er tann mátt- og kravmikli í Sambandsflokkinum. Spennandi verður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…