Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum er limur í fíggjarnevndini | Mynd: Oliver Joensen

Sjúkrahúsini, pensionistarnir og infrakervi fáa munandi meira

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.12.2019 - 10:24 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Meirilutin í fíggjarnevndini, tað eru Jákup Mikkelsen (A), Magnus Rasmussen (B), Kristin Michelsen (C) og Bill Justinussen (H) hava gjørt sínar broytingar til uppskotið um fíggjarlóg, og summar av teimum eru stórar. Norðlýsið hevur tikið nakrar úr rúgvuni og vísir annars til samlaða tilmælið hjá Fíggjarnevndini.

Løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið skulu hava hvør sínar 750.000 krónur færri enn skotið upp, Hagstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan ½ millión minni, Umhvørvisstovan heilar 2,5 milliónir minni, Jarðfeingi 600.000 minni og Undirvísingarstýrið 700.000 minni í rakstrarjáttan, men 400.000 meira í løgujáttan. Og hinvegin fær Uttanríkis- og Mentamálaráðið eina millión meira, Vinnu- og umhvørvismálaráðið 1,15 mió. meira og Fiskimálaráðið 700.000 meira.

Av tí sum verður uppraðfest, eru tað serliga tey trý sjúkrahúsini. Landssjúkrahúsið fær heilar 20.110.000 meira, Klaksvíkar Sjúkrahús 6.870.000 meira og Suðuroyar Sjúkrahús 6.832.000 meira, stendur tað til meirilutan í Fíggjarnevndini. Og Tunlarnir Norður um Fjall fáa 15 milliónir, landsvegir 4 milliónir og Landsverk 1,7 milliónir meira. Innkomuvegirnir til ávikavist Runavíkar og Tórshavnar fáa 11 milliónir meira – í part. 

Nógv ta størstu upphæddina í hækking, 48 milliónir, fáa fólkapensionistarnir. Og nevnt verður enntá, at hetta bert er ein partur av teimum 72 mió., sum fólkapensiónin skal hækka.

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu broytingarnar raka á skúlaøkinum. Onkur játtan minkar, aðrar hækka. Eitt nú verður løgujáttanin til Miðnám á Kambsdali lækkað við yvir 6 milliónum, Húsarhaldsskúlan í Klaksvík við 1,5 mió., meðan Tekniski Skúli í Klaksvík fær 900.000 meira og Miðnám í Suðuroy sleppa undan at missa 400.000, stendur skrivað. Fólkaskúlin fær 3,2 mió. meira.

Tilmælið frá meirilutanum í Fíggjarnevndini er tað, sum aloftast verður fylgt, tað vil siga, sum samgongan atkvøðir ígjøgnum. Onkrar broytingar kunnu fyrikoma, men sum heild er løgtingsins fíggjarnevnd tann mest tungtvigandi instansurin, budgett landsins skal ígjøgnum. Tí er tað rímiliga vist, at raðfestingarnar hjá nevndini eisini fara at verða tær endaligu, møguliga við smávegis broytingum.

Fyri Norðoyggjar merkir hetta, at tunlarnir kunnu byrja í 2020; tó so, at rættiliga langt verður útliðið á árið. Men ein ávís framskundan er kortini í hesum. Nú er kostnaðarmetingin fyri samlaðu verkætlanina sett til 450-470 milliónir, og – kanska heldur óvæntað – so var tað samstundis kunngjørt, at linjuføringin verður Árnafjørður-Gerðabøur. Hetta hevur annars elvt til kjak og møguliga eisini til seinkingar. Norðari tunnilin er liðugt projekteraður, og tað verður hann, sum fer fyrst í gongd.

Av øðrum uppraðfestingum í Norðoyggjum kunnu nevnast, at farast skal í holt við at projektera eina aulu til Tekniska Skúla í Klaksvík, og at Klaksvíkar Sjúkrahús fær játtan til medisinara, narkosulækna, knappa ½ mió. afturat til viðgerð av svøvnapnø, og umframt hetta knappar 3 milliónir til at tryggja grundraksturin, sum tað eitur. Eisini fær endurmenningardepilin meira.

Alt álitið hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini kann lesast á heimasíðu løgtingsins, https://www.logting.fo/files/casestate/27305/006.19%20ALIT%20U.t.%20logtingsfiggjarlog%20fyri%20figgjararid%202020.pdf

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum