Lýsing
Lýsing
Lýsing

”Það er bara at bruka”

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.12.2019 - 09:47 Lesarabrøv Politikkur

Tað er óveruligt at lesa lesarabræv frá formanninum í Tjóðveldi á Norðlýsinum í morgun undir yvirskriftini: ”Lati ikki fiskiríkidømi fara á útlendskar hendur”, sum hann kanska enntá sjálvur hevur skrivað.

Hann hevur nú roynt seg við uppboðsølu-politikkinum í fýra ár og næstan alt tilfeingið, sum hann hevur selt um uppboðsøluna er enda hjá somu fyritøkum, sum hann í dag leggur undir fyri at verða "á útlendskum hondum". Høgni, Háfoss & Co. hava heldur ikki hildið seg aftur at brúkt hendan "útlendska kapitalin" til føroyskar vælferðartænstur, sum eisini skal rindast fyri í komandi árum.
 
Tað er eisini vert at minnast til at hesar fyritøkurnar, sum formaðurin í Tóðveldi skýrir fyri at verða á útlendskum hondum, hava allar rindað fyri síni veiðurættindi. Tað kann ikki sigast um tær fyritøkur, sum fyrrverandi fiskimálaráðharrin Harra Høgni Hoydal, foreraði dýrabært uppisjóvartilfeingi og sum í stóran mun framvegis verður fiska við undantalsloyvi frá galdandi lóg og fyri størstapartin framvegis verður selt sum djóraføði.
 
Eg kundi tí hóskandi spurt um ætlanin er at Tjóðveldi skal hava einarætt til útlendskan kapitalin og serliga til at brúka hann  - kanska eftir íslendskari fyrimynd – sum Tjóðveldi plagar.
 
Vit liva í einum altjóða gjørdum heimið har vit hvønn dag (um vit vilja tað ella ikki, líkamikið um vit atkvøða fyri Brexit, Trump ella Aksel og Mette)  vera nærri og nærri knítt at hvørjum øðrum, har tað er avgerandi at vit og serliga uppvaksandi ættarliðið venja okkum við at liva í einum altjóðagjørdum gerandisdegi.
 
Hetta setur stór krøv til lokalt gjøgnumskygni og eftirlit og tí er stóra avbjóðingin hjá Føroyum at fáa eftirlitsmyndugleikarnar at virka soleiðis, at tær lógir sum løgtingið samtykkir verða respekteraðar. Her noyðast føroyskir myndugleikar, kommunalir eins og teir myndugleikar ið eru undir landinum, at søkja sær hjálp og samstarv uttanlanda og besta boðið er sjálvsagt í Danmark.
 
Føroyingar eru dugnaligir til sera nógv, men at hava eftirlit við okkum sjálvum hava vit enn ikki megnað í nóg stóran mun.

Eg havi stóra virðing fyri føroyskum embætisfólkum, dómarum, politistum og øðrum fólkum í Føroyum, sum hava við eftirlit og rættartrygd at gera, men hesi fólkini standa mangan sera einsamøll uttan orku og tilfeingi. Hetta er alneyðugt at gera nakað við.


 
John William Joensen
prentari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…