Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður og landsstýrisfólkini | Mynd: tinganes.fo

Samgongan til fyrstu próvtøkuna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.12.2019 - 13:49 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Tollaksmessudag eru 100 dagar gingnir, síðani sitandi samgonga tók við, roknað frá 14. september, tá samgonguskjalið varð undirritað. Eftir hundrað dagar er siðvenja at gera fyrstu, varligu metingina av, hvussu nýggja stjórnin hevur hildnast, og hesaferð vil tað so til, at vit eru mitt undir fíggjarlógarviðgerðini, eins og undir viðgerðini av nýggju lógini um sjófeingi.

Hyggja vit at valtølunum, so valdu nógvir norðoyingar samgonguflokkarnar. Fyrst og fremst Fólkaflokkin, sum fór avstað við beint undir 50% av atkvøðunum, tað mesta nakrantíð, men eisini Sambandsflokkin, sum helt tørn hóast umboðið gjøgnum mong ár ikki stillaði uppaftur. Tí er onki at taka seg aftur í, at norðoyingar hava fleiri vónir til samgonguna enn tey flestu. Men her slepst ikki undan, at onkur vónbrot eisini hava verið.

Eitt lítið vónbrot er útmeldingin hjá heilsumálaráðharranum um, at Føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ikki letur upp aftur. Vit hava hoyrt bæði norðoyingar og suðuroyingar í núverandi samgongu funnist at niðurleggingunum, tá teir sótu í andstøðu, og tí kundu vit hálvavegna vænta, at tey fóru at gera nakað við málið nú. Men onki røkist fyri, at norðoyingar og suðuroyingar aftur kunnu koma til verðina í heimasýsluni. Tvørturímóti eru tekin í sól og mána um, at føroyingar flest skulu til Havnar at doyggja á eini palliativari deild har, sum eftir øllum at døma verður tann einasta í landinum.

Eina løtu var líkt til, at Tunlar Norður um Fjall máttu bíða til 2021. Tað er nú broytt av Fíggjarnevndini, so farast skal í gongd í seinnu hálvu av 2020. Fíggjarnevndin, tað vil siga samgongumeirilutin í henni, vil seta 15 milliónir av til hetta. Eisini er Tekniski Skúli uppraðfestur við 900.000 krónum, og Klaksvíkar Sjúkrahús fær eina stóra meirupphædd játtaða, stendur tað til meirilutan í Fíggjarnevndini. So fleiri positiv ting eru at síggja fyri Norðoyggjar eisini.

Líkt til, at fiskivinnan nú kemur í eina fasta legu. Reiðaríini fara at fáa trygg langtíðarrættindi, og alt annað líka merkir tað eisini meira stabilar tjansir við skipunum, og eftir øllum at døma eisini støðugari rávørugrundarlag til virkini. Tað, sum á frøðimáli eitur “vertikal integratión”. Tey flestu munnu vera samd í, at fiskivinnan var høvuðsevnið á seinasta løgtingsvali, og leiðin sum flestu norðoyingar valdu var samstundis tann, sum flestu føroyingar valdu.

Føroyar fara at fáa ein “nýggjan” strandalandapartnara skjótt, nú Bretland eftir øllum at døma fer úr ES. Eins og í Føroyum 31. august var bretska valið 12. desember merkt av, at bretar nú vildu hava málið avgreitt og fáa frið í lag eftir fleiri ára óvissu. Spurningurin er bara, um teir fáa tað, tí skotski tjóðskaparflokkurin var beinanvegin til reiðar og gjørdi vart við, at skotsk loysing og/ella framhaldandi skotskur ES-limaskapur fóru at vera spurningar, sum nýggja konservativa stjórnin hjá Boris Johnson ikki fór at sleppa undan.

Stórpolitiskt hevur verið óvanliga turbulent eftir føroyskum mátistokki. Formaður Miðfloksins hevur gjørt seg “bemerktan”, onkur vil siga fyri neyðini, annar vil kalla tað óheppið, við sendistovu í Jerusalem, sum neyvan verður av nøkrum, og málið við Huawei er ein heilur kapittul fyri seg, sum ikki er liðugt skrivaður enn.

Annars sær fíggjarlógin út til at fyri tað mesta at vera framskrivingar. Fíggjarmálaráðharrin hevur eisini grundgivið hetta við, at so nógv er sett í gongd av undanfarnu samgongu, at nýggja samgongan illa fær sett sín politikk í gongd, men at hon kortini fer at royna at fáa síni fingramerki á. Fíggjarmálaráðharrin hevur somuleiðis boða frá, at allur raksturin skal eftirhyggjast fyrst í komandi ár - skulu vit geva eitt boð, so er Landsbankin ein stovnur, ið helst verður niðurlagdur. Sjófeingislógin verður sjálvsagt eitt, eins og hægri pensiónir, men verður tað sum tað plagar, verður onkur kanin togað upp úr hattinum seinastu náttartímarnar áðrenn fíggjarlógin skal samtykkjast endaliga við triðju viðgerð.

So enn eru nakrar súðir eftir at syfta, áðrenn jólafriðurin kann falla á land og fólk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund