Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ódýrar íbúðir úti á Fløtum á Oyri

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.12.2019 - 14:30 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað eru brøðurnir Hjalti og Rógvi Josephsen, ið reka Norðhús. Longu í 2011 bygdu teir ein bygning har á staðnum, ein bygning við seks íbúðum. Tá var ætlanin eisini at byggja ein bygning afturat eisini við seks íbúðum. Men umstøðurnar gjørdu at hetta ikki bleiv veruleiki tá.

Nú er so lagalig tíð at taka táttin upp aftur, sigur Hjalti Josephsen. Ætlan okkara er, at hetta skulu vera góðar, grønar og ódýrar íbúðir.

Íbúðirnar úti á Oyri fara at líkjast teimum, sum vit bygdu í 2011, har hvør íbúðin er 81 fermetrar við tveimum sovirúmum, stovu køki og baðirúmi. Harafturat er eitt úthús. Tó eru smærri broytingar gjørdar í komandi projektinum. Íbúðin skal vera grøn tá íð ræður um upphiting. Hitingin av íbúðunum verður við hitapumpu, so vit rokna við, at hitarokningin verður ikki stór hjá teimum, ið velja at keypa eina slíka íbúð.

Vit eru longu so smátt farnir at fyrireika økið til ábygging. Fáa vit undirtøku fyri hesum ætlanum okkara, so verður ferð sett á byggingina fyrst í komandi ári og vit rokna við at tey fyrstu fara at kunna flyta inn seinast í árinum.

Hetta eru lyklaklárar íbúðir har eisini økið kring íbúðarbygningin er gjørt liðugt. Byggiloyvið er fingið til vega, so vit eru klárir at fara í gongd, men tað veldst sjálvsagt um undirtøkuna, sigur Hjalti Josephsen at enda

Hóast bygdin út ímóti Núpinum á Borðoynni á Kortalinum verður kallað Norðoyri, so hevur hetta ikki verið vanligt navn í Klaksvík Her hevur bygdin bert itið Oyri. Sum skilst, so hevur tað meira verið umsitingin í Havn, ið hevur nevnt skrivað Norðoyri fyri ikki at blandað Oyri á Eysturoynni og Borðoynni saman.

Hevur tú áhugað at keypa ella ynskir at hoyranærri um íbúðirnar, ert tú vælkomin at ringja tilokkara á tlf.: 477545 ella skriva til nh@nh.fo 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…