Lýsing
Lýsing

Jólini nærkast í hvørjum – men nærkast vit?

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen  |  22.12.2019 - 07:30 Lesarabrøv Mentan

Nú jólini nærkast í hvørjum, er tíð upp á, at vit eisini nærkast hvørjum øðrum.

Jólabræv

 

Nú eg skrivi hetta jólabræv, er vetrarsólstøða, og tað byrjar aftur at ganga móti ljósari tíðum. Vit fagna hetta nakrar dagar seinni – 24. til 26. december (ella 6. januar, um vit taka tíðina fram til Trettanda við). Tað er sanniliga vert at fagna, at tað gongur móti ljósari tíðum, tí vetrarmyrkrið og vetrarveðrið eru sera møðsam og sjúkuelvandi. Tað er sigandi, at deyðstíttleikin er hægstur í december/januar. Immunverjan er trýst í botn og ringa veðrið leggur eyka trýst á okkara sárbæru kroppar. Hjá summum gongur tað enntá út yvir sinnið. Vetrartunglyndi og strongd eru fylgisveinar hjá summum hesa myrku tíð.

 

Av hesi orsøk royna vit at fylla alskyns gleðiligar aktivitetir inn í advents- og jólatíðina, soleiðis at vit gloyma myrku tíðina og í staðin fokusera á tað ljósa, tað vakra og tað góða. Sum útgangsstøði er hetta ein sera skilagóð strategi. At syngja glaðar sálmar og sangir, tendra túsund jólaljós, pynta og stákast, geva hvørjum øðrum gávur, vitja hvønn annan, eta góðan mat og spæla spøl eru aktivitetir, ið geva okkum eina rúgvu at gleðast um. Tað ræður um at fóðra okkara gleðishormon; endorfin, serotonin, dopamin, oxytocin, sum hesir frelsandi einglarnir eita. ”Gongur tú á trongum vegi, bangnir tankar treingja inn, einki kann sum jólagleði lýsa upp títt myrka sinn”, sum Jakob Jakobsen so sigandi yrkti í Jólaklokkuni.

 

Sum vera man fær øll hendan kollektiva gleðiskenslan tó tey einsamøllu at kenna seg enn meiri einsamøll. Siðbundna jólagleðin leggur upp til at dyrka familju og nærsambond, men seinmodernaða menniskjan er ikki altíð gearað til hetta. Nógv eru, ið framvegis dyrka siðbundna familjulívið, og hjá teimum eru jólini ein kærkomin gestur, ið styrkir teirra familjulív. Hjá teimum, ið onkursvegna liva í sundurpettaðum og/ella samansettum forholdum, eru jólini hinvegin ein avbjóðing. Gaman í kann postmodernaða familjulívið vendast til nakað positivt, men alt verður eitt sindur truplari, tá man ikki bara kann lata seg stýra av siðvenjunum. Vit kenna tað øll: summi royna at fasthalda siðvenjur, meðan onnur ikki kenna seg aftur í teimum. Eisini kunnu ymisk fólk hava ymiskar siðvenjur, og samanlagt gerast jólini bæði mentanarliga og socialt sundurpettað.

 

 

Jólafriður ella jólastrongd

 

Idealið um jólafrið er trupult at liva upp til, um jóladagarnir skulu stýrast av einum kalendara, ið er enn strammari enn arbeiðskalendarin, tú stemplaði út frá farna fríggjadag. Hvør skal vera hvar, nær og hvussu? Ein familja má duga væl at planleggja fyri at fáa eini væleydnað jól. Og ætlanirnar skulu síðani implementerast við stíli. Vit vænta av perfektu húsmóðrini, at hon smílist fagurliga gjøgnum alt jólastríðið. Ei undur í, at jólafriðurin sjáldan kemur í hús, fyrr enn jólini eru av. Á hendan hátt gerast jólini kontraproduktiv í mun til tað, tey vóru ætlað at vera. Í summum førum skapa tey kanska enn meiri strongd og tunglyndi enn myrka tíðin annars hevði elvt til?

 

Politiið ávarar um, at stórur vandi er fyri óhappum á vegunum um jóltíðir. Tað er ikki bert vegna myrkur, kava og illveður, men eisini vegna skund, strongd og gáloysni. Fyri at fáa sociala lívið at hanga saman, er ofta neyðugt at flyta seg millum býir og bygdir – kanska fleiri ferðir hvønn dag.

 

Hugtøk sum ”jólastrongd” og ”jólatunglyndi” eru mínsann komin fram seinnu árini. Tey verða í stóran mun drivin fram av lýsingarbløðum, socialum miðlum og brúkarasamfelagnum sum heild. Eitt er, at nógv einsamøll kenna seg enn meiri einsamøll um jóltíðir. Somuleiðis kenna tey fátøku seg enn meiri fátøk um jóltíðir. Megnar tú ikki at liva upp til ein ávísan materiellan standard, kanst tú ikki hava eini eydnusom jól, skilst. Jólini eru sostatt endað sum eitt slag av bólkatrýsti, har vit verða kroyst til at halda eini ”handilsjól”, sum tað so rámandi verður nevnt. Eydnan skal finnast gjøgnum at keypa. Gjaldskortini mugu gløða, og um tey tømast, mugu vit taka lán fyri at halda karusellina malandi.

 

 

Gleðilig handilsjól?

 

Tað byrjar við Black Friday – ella kanska enn fyrr. Vit skulu keypa nýggjar møblar, nýtt sjónvarp, nýggjar gardinur, nýtt alt møguligt, soleiðis at okkara heim verður so vakurt á at líta sum gjørligt. Vit skulu keypa ljósketur, jólastjørnur, sniðgivnar ljósastakar og jólapynt úr silvuri og gulli at heingja upp á jólatræið. Vit skulu keypa nýggj klæði, nýggjar skógvar, nýggjar tallerkar, nýggjar gaflar, nýggjar knívar, nýggj krystallgløs. Og vit skulu eisini hava tað fínasta fína á tallerkarnar; gjarna dýrar, føroyskar gæs ella dunnur – ella eitt ræst krov frá bóndanum – og sjálvandi nógv blikk av karamellum, ið kunnu jaglast, meðan einki annað er í munninum. Vit skulu hava mandlugreyt og mandlugávur, gávukalendarar, gávur í hosur, gávur í posa og sekk. Og sjálvandi mugu børnini hava størri gávur enn grannabørnini ella systkinabørnini, so tey ikki tapa í reypikappingini í jólafestini ella á spæliplássinum. Og tey ið ikki orka at keypa gávur geva í staðin reiðar pengar ella gávukort, soleiðis at tær kunnu innloysast til cool cash – saman við gávunum, ið verða umbýttar í handlinum triðja jóladag.

 

Eitt er, at jólini skapa strongd og avriksangist. Líka ringt er, at tey elva til ein sera skaðiligan lívsstíl. Í december gera nógv fólk í grundini tað øvugta av tí, tey áttu at gjørt. Tey leggja seg í sofurnar, gløa í skíggjar, eta seg um rygg og drekka seg skít. Hetta er tvørt ímóti allari ráðgeving um, hvussu tú sleppur sum frægast gjøgnum veturin. Tá ræður um at vera fysiskt aktivur, vera úti tá tað er ljóst, eta sunnan kost og drekka við máta. Tað kennist ivaleyst gott at doyva seg við vánaligum vanum, men tað kemur aftur um brekku, tá jólini eru av. Tá eru damubløðini á tremur við ivasomum klænkikurum og vælverustøðirnar lokka við sertilboðum.

 

 

Góður lívsstílur er besta gávan

 

Soleiðis ferðast dárin frá hamsarahjólinum á arbeiðsplássinum yvir jólakarusellina til rennibandið í vælverustøðini. Vit renna undan bunkum av arbeiði, renna millum øll tey mongu jólatiltøkini og mugu at enda renna burtur tey kilo, ið hava sníkt seg upp á av jólaátinum. Ja, tú skuldi kanska ikki havt latið hatta eyka karamellublikkið upp, ha?

 

Í grundini renna vit undan okkara egnu ringu samvitsku. Vit vita væl, at myrka tíðin er strævin. Tað er lætt at taka synd í sær sjálvum og eta og drekka seg um rygg. Av røttum áttu vit tó heldur at brúkt myrku tíðina til at betra okkum sjálvi. Vit kenna hetta frá nýggjárslyftunum: komandi ár skal eg lætna 5 kilo, komandi ár skal eg betra mína konditión, komandi ár skal eg drekka minni, komandi ár skal eg eta minni sukur. Fínasta slag! Men hví ikki byrja fyrr?

 

Tað er júst í myrku tíðini, vit hava mestan tørv á góðum vanum. Tað er júst í advents- og jólatíðini, at vit áttu at sett í verk góðar vanar, ið mótarbeiða yvirvekt, hjartatilburðum, strongd, tunglyndi og øðrum keðiligum fylgisveinum. Tá komið er út í januar, kunnu vit sjálvandi bøta um støðuna, men samanlagt gerast nógv okkara bara spakuliga verri og verri fyri, so hvørt sum árini ganga. Vánaligi lívsstílurin elvir til lívsstílssjúkur. Taka vit fimm kilo upp á hvørji jól, men megna bara at tapa okkum trý kilo árið eftir, so sigur tað seg sjálvt, at baðivektin fer at suffa um tíggju ár. Um tjúgu ár verður kanska neyðugt at keypa eina nýggja baðivekt. (Hygg, har var enn eitt gávuhugskot!)

 

Verri er, at yvirvektin – og við tíðini fitin – er beinleiðis heilsuskaðilig. Ringir vanar gjøgnum nógv harrans ár elva til alt frá ringum ryggi yvir sukursjúku, krabbamein til hjartatilburð (og óteljandi aðrar sjúkur). Tað er lætt at taka upp á, men sum kunnugt ómetaliga trupult at tapa seg aftur. Tí ræður um ikki at taka upp á í fyrstu syftu. Hetta snýr seg ikki bert um at heita á vaksin fólk um at sýna hógv við jólaátinum – tað snýr seg minst líka nógv um, at foreldrini hava eina risaábyrgd av at tryggja børnunum ein sunnan og góðan lívsstíl. Ein góður ”habitus” er ein tann besta gávan, eitt barn yvirhøvur kann fáa frá sínum foreldrum.

 

Gott í tykkum, foreldur kring Føroya land: Veitið tykkara børnum ein positivan socialan arv, eisini á heilsuøkinum!

 

 

Hvar er gleðiboðskapurin at finna?

 

Heldur enn at eta okkum um rygg um jólini, kunnu vit metta okkum við andaligari føði. Tað eru nógv, vit kunnu gera jóladagarnar heldur enn at brúka, brúka og brúka, eta, eta og eta. Vit kunnu syngja sangir, vit kunnu spæla spøl, vit kunnu vitja hvønn annan, vit kunnu sum heild bara vera saman við hvørjum øðrum og læra av hvørjum øðrum. Flestu vaksnu vita, at tann besta gávan er tann, tú gevur; ikki tann, tú fært. Í grundini er besta gávan, tú kanst geva, at gleða tínar næstringar. Nær hevur tú seinast lisið eina søgu fyri børnunum? Nær hevur tú seinast sungið ein sang saman við familjuni? Nær hevur tú seinast sletað saman við børnunum? Ella hvussu við einum hugnaligum stimitúri at veiða smáfisk til jóla?

 

Tað eru nógvir hættir at halda jól, ið ikki hava við strongd, ovurbrúk og ovurát at gera. Handilsjólini krevja, at karusellin melur so skjótt sum gjørligt – og helst skjótari ár um ár. Jú skjótari karusellin melur, tess fleiri pengar verða brúktir – og harvið tjentir!

 

Vert er at tríva í hugtakandi jólasálmin Mítt hjarta tilhald hevur, ið Axel Tórgarð týddi til føroyskt. Nærkast vit gleðiboðskapinum við alsamt størri jarðargóðsi? Ella høvdu vit meiri sannlíkt funnið tað ljósa, tað vakra, tað góða í einum anda av lítillæti? ”Men sum tað ljóðar løgið og ilt at hugsa sær, at heimsins kongur høgi í fjósi borin var. At himins dýrd og heiður, Guðs orðið, ið varð hold, so lítla virðing eigur á hesi neyðar fold.”

 

Í staðin fyri at doyva seg sjálvan og onnur við ovurbrúki og óneyðugum materiellum gávum, ber til at geva nakrar meiri uppbyggiligar gávur. Til ber at stovnseta nýggjar góðar vanar, nýggjar siðvenjur, nýggjar vónir um komandi árið. Í staðin fyri at kroysta allar vónir niður í dýrar pakkar undir einum skrýddum jólatræi, ber til at geva eina vón um eina betri framtíð. Kanska hevur onkur tørv á at íðka ítrótt ella vælveru komandi ár? Kanska hevur onkur tørv á at syngja í kóri komandi ár? Kanska hevur onkur tørv á at læra at spæla okkurt ljóðføri komandi ár? Kanska hevur onkur tørv á húsligari hjálp komandi ár? Kanska hava øll bara tørv á at vera meiri saman komandi ár?

 

Nú jólini nærkast í hvørjum, er tíð upp á, at vit eisini nærkast hvørjum øðrum.

 

 

 

Gleðilig jól, øll somul!

 

Sámal Matras Kristiansen, 21. december 2019   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald