Lýsing
Lýsing
Kølin luft flestu dagarnar, men ikki nóg kalr til kava. Viðurskiftini í lághválvinum broytast alla tíðina - men soleiðis sær út í dag. | Mynd: Lív Hanusardóttir

Veðrið um jólini

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.12.2019 - 13:51 Tíðindi Veðrið

Síðan í gjár, tá ið ein roynd var gjørd at spáa um veðrið á jólum í ár, eru fleiri viðurskifti í niðasta parti av lufthavinum broyt. Leitað var eftir kava – tað er tað sum flestu okkara droyma um á jólum.

Í gjár var spátt, at á jólum fór ættin at vera tann rætta, men tó ikki nóg kalt til kava. Tað er nú eitt sindur broytt.

Vit taka tað dag fyri dag.

Í dag – stytsta dag – er eitt lítið lot úr eystri. Turt fyri tað allarmesta; tó okkurt ælið – hitin liggur ímillum 6 og 8 stig. Soleiðis fer at vera restina av hesum sunnudegi. Eingin kavi – alt ov lýtt.

Í morgin – Tollaksmessudag – fer hann at mala úr ættunum ímillum útnyrðing-norðan og landnyrðing-eystan. Lítil vindur – vindferðin fer neyvan upp um 5 m/s. Fyri tað mesta turt, tó okkurt æl í støðum. Hitin fer at liggja um 5 til 7 stig, og – ikki tykkum at siga – tað er ov nógv til nakran kava. Um kvøldið og náttina lækkar hitin vanliga nøkur stig, og tá hvítna tindar, tá ið avfall er.

So er tað jólaaftan. Mestsum sama veður sum Tollaksmessudag. Hann fer at mala úr ættunum ímillum norðan og eystan – vindferðin um 5 m/s. Hetta skuldi verið røtt ætt til kava, men luftin kemur langt sunnanífrá og er tí ov heit til kavaavfall. Hitin fer at liggja ímillum 4 og 6 stig. Tað fer at vera turt fyri tað mesta, tó okkurt æl í støðum.

Jóladag er ættin útnyrðingur, og tá fer at kølna eitt sindur meir. Vindferðin eitt lítið sindur meir enn dagarnir fyri – fer at liggja um 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt – tó okkurt æl í støðum. Hitin fer at liggja um 3 til 6 stig. Tá er kølingin komin hartil, at tað er nær við, at ein kann vænta kavaavfall. Liggur á markinum ímillum regn og kava. Men er einki avfall, er heldur eingin kavi.

Annan jóladag fara Føroyar at liggja á einum saðili – t.e. lítil og eingin vindur, í løtum stilli. Út á dagin landsynningur. Um kvøldið er vindurin vaksin upp í 3 til 8 m/s. Líka sum dagarnar áðrenn er tað fyri tað mesta turt við onkrum lokalum æli. Niðurkølingin heldur fram – hitin um dagin fer niður ímóti tveimum stigum, so at avfallið, sum dettur niður, kann vera kavi.

Soleiðis eru viðurskiftini í lufthavinum seinnapartin í dag. Tey eru sera sjáldan støðug. Dagført verður aftur her á portalinum hjá Norðlýsinum í morgin. Tá kunnu viðurskiftini aftur vera broytt.

Vit fáa at síggja…

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…