Lýsing
Lýsing
Reyðu frámerkini á myndini vísa støðini kring landið, har fólk verða órógvað av larmi frá skipum. | Mynd: Felagið Heimafriður

Nógvur gangur á jólum

SKRIVAÐ: Felagið Heimafriður  |  26.12.2019 - 10:43 Politikkur Tíðindaskriv

Tá jólafriðurin legði seg yvir landið, vóru tað tíverri ikki øll, ið fingu jólafrið. Aftur í ár, hóast Heimafriður hevur heitt á kommunurnar um at skipa so fyri, at fólk fingu heimafrið um høgtíðina, hava fólk verið órógvað av ljósmotorum frá skipum, sum liggja við bryggju.

Klagur eru komnar úr Ánunum, av Strondum, Glyvrum, Skála og úr Tórshavn. Skip liggja við ljósmotorum og órógva fólk, sum búgva í økinum. Hesir borgarar hava ongan heima- ella jólafrið, og fleiri eru flýggjað heimanífrá. Góða veðrið ger, at gangurin kennist serliga ágangandi.

Felagið hevur verið í samband við havnamyndugleikar og onnur viðkomandi fyri at royna at bøta um umstøðurnar hjá fólki. Skip, sum kunnu nýta landstreym, liggja kortini við egnum ljósmotorum gangandi, og onnur skip liggja við óneyðugum ljósum tendraðum, sum kunnu vera við til at økja um gangin frá ljósmotorunum. Í onkrum føri hevði havt borið til at flutt skip, so tey vóru til minni ampa, men avvarðandi myndugleikar látast ikki um vón.

Felagið átalar harðliga, at borgarar aftur í ár skulu líða undir hesum óskilinum og heitir enn einaferð á mynduleikarnar, um at gera alt, ið gerast kann fyri at minka um larmin.  

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…