Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugleiðingar á einum gongutúri

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.12.2019 - 14:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Myndin omanfyri er av fyrsta føroyska “Stadionøkinum”. Tað var fyrst í hesi øldini, at farið var undir at byggja ein svimjihyl úti í Grøv í Klaksvík. Hetta sigst verða allar fyrsta “Stadionbygging” í landinum.

Síðani hyljarnir vóru tømdir og ikki brúktir meira til svimjing, stutt eftir at svimjihøllin lat upp, hevur dúgliga verið kjakast um hvat hyljarnir skuldu brúkast til. Gamli býargartnarin, Hans J. Joensen helt, at hylurin, stóri hylurin átti at verið gjørdur í uppruna stand tó við eini grasfløtu til botn, soleiðis at garðarnir kundu standa til minnis um gamla hylin og fløtan kundi nýtast til hugna hjá teimum, ið brúktu Grøvina.

Omanfyri gøtuna um Grøvina er ein stór toft, har ongantíð er grivið. Hetta kann hava verið ein víkingatoft. Tróndur Leivsson segði fyri stuttum í samrøðu við meg, at hann hevði heitt á friðingarmyndugleikarnar einaferð um at gera nakað við hetta og grava út, men tá varð sagt, at toftirnar lógu betri undir svørðinum. Men eg haldi, sigur Tróndur at hetta er ikki so longur. Tit brúka økið, har er nógvur aktivitetur og bæði líkt og ólíkt frá virkseminum har seyrar niður ígjøgnum svørðin og kann vera orsøk til at tað, sum kanska liggur undir frá gamlari tíð kann forfarast av roti og øðrum. Tí haldi eg, segði Tróndur Leivsson, ið er fyrrverandi stjóri fyri Skógrøkt Landsins, at her átti at verið grivið og lagt opið, um so er at hetta eru loyvdir frá gamlari búseting, segði hann at enda.

Nakað heilt annað er so toftirnar Uppi á Grundum, toftirnar eftir bæði skalvalopini í Gerðum. Her er heldur ikki grivið og vit vita í dag ikki alt um hendan býlingin. Nú farast skal undir tunnil norður um fjall, skilst, at hesin skal ígjøgnum Kjølin og at tilkoyrivegur helst kemur at ávirka økið her.

Nú tosa fornfrøðingar um at fara at grava her. Tað hevði verið gott, tí í dag er í veruleikanum bert ein minnisvarði uppi á Grundum, so her er ikki nógv fyri eygað til teirra, ið hava hug at vitja økið. Spennandi og neyðugt fyri vitanina um búsetingina her, hevði verið, um grivið bleiv og toftirnar lagdar opnar fyri vitjandi og kunning til komandi ættarlið.

Nú farast skal undir grevstur Uppi á Grundum, eiga vit eisini at taka Grøvina við.

Niðanfyri nakrar myndir frá gongutúrinum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum