Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teir fýra samgongutinglimirnir úr Norðoyggjum hava víst hvør dugur er í teimum í mun til sjófeingislógina og Hoyvíkssáttmálan. Nú restar fíggjarlógin í, sum kunnugt oysa Norðoyggar nógv í felagskassan, men trekari gongur hinvegin. | Mynd: Oliver Joensen

Fíggjarlógin við norðoyabrillum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.12.2019 - 16:28 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Mánadagin 30. desember verður triðja viðgerð av fíggjarlógini. Sum vant hevur Fíggjarnevndin í Løgtinginum gjørt nógvar broytingar, og fleiri teirra koma at raka Norðoyggjar, bæði meirjáttanir og sparingar. Vit hava hugt at fíggjarlógaruppskotinum, sum tað varð samtykt til 2. viðgerð, og taka her fram tey viðurskiftini, sum eru av týdningi fyri Norðoyggjar.

Tunlar Norður um Fjall eru uppraðfestir við 15 milliónum, ið er ein byrjan, men langt frá nokk. Samstundis er linjuføringin vald, so her kunnu vit siga, at skjøtul er settur á, og tað er altíð nakað. Byrjanin er sostatt nakað lunkað, men kortini kærkomin. Viðlíkahald av landsvegakervinum verður uppraðfest, og fíggjarnevndin vil seta 8 milliónir á umframt, so nú er líkt til at hart tiltrongdar ábøtur verða gjørdar.

Klaksvíkar Sjúkrahús fær rímiliga nógvar pengar afturat. Fíggjarnevndin vil játta knappar 3 milliónir til grundraksturin, 3,5 mió. til at hava bæði medisinara og narkosulækna tøkan. Umframt hetta verður knapt ½ millión játtað til viðgerð av svøvnapnø. Tilsamans stendur Klaksvíkar Sjúkrahús til at fáa knapt 7 milliónir meira í rakstrarjáttan, og tað má sigast at vera nakað, sum munar. “Gula húsið” fær hartil 500.000 krónur meira; har stóð ongin játtan fyri 2020, men nú stendur so ½ millión á.

Til hvørt val, síðani Føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð niðurløgd í 2011, hava lyfti verið frammi um at virka fyri at opna hana aftur. Óluva Klettskarð í Tjóðveldi lovaði hetta stutt fyri valið í 2015, eins og Jacob Vestergaard og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir í júst farna valskeiði hava tosað harðliga ímóti niðurleggunum á útjaðarasjúkrahúsunum báðum.

Søgurnar um barnakonur, sum hava átt í bussskýlum, við vegjaðaran og umborð á Smyrli hava eisini gjørt sítt til at birt vón um, at onkur fór at síggja áneyðirnar í at lata smáu føðideildirnar upp aftur. Men nýggi heilsumálaráðharrin, Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum, hevur vent tumlinum niður, og tað sæst eisini aftur í fíggjarlógini, har ongin játtan er til føðideildir í útjaðaranum. Støðan gerst enn meira margháttlig, tí nú sleppa Føroyingar hvørki at verða føddir ella at doyggja í útjaðaranum, tí nú skulu øll til havnar av doyggja eisini, stendur tað til landsstýrismannin í Heilsumálum. 

Á Tekniska Skúla skal gerast ein aula, og 900.000 verða settar av til endamálið. Hinvegin minkar stuðulsjáttanin til Húsarhaldsskúlan við 1,5 mió., ið er ein rættiliga stór minking. Ætlanin var annars at játta 5 mió. í 2020; 8,75 mió. í 2021 og 4,75 mió. í 2022 til nýggjan húsarhaldsskúla. Skúlarnir undir landinum, Klaksvíkar HF-Skeið, Tekniski Skúli og Sjónám, kvinka eitt lítið vet uppeftir í rakstrarjáttan, men her tosa vit um evarska smá tøl.

Játtanin til Íverksetarhúsið í Klaksvík stendur í stað við 1,1 mió., og Sjómannadagurin við 100.000 í stuðuli, meðan ein spennandi nýggjur postur er komin á fíggjarlógina 2020. Andstøðan skeyt í sínum broytingaruppskoti upp at seta 1 millión av til Sjóvinnusavn í Klaksvík, men hetta uppskotið hevur samgongan felt við 2. viðgerð. Tað hevur annars verið eitt mál, sum landsstýriskvinnan úr Norðoyggjum, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, hevur arbeitt fyri, men sum nú sær út til at hanga í leysum lofti.

Helvtin av Norðoyggjum eru útoyggjar. Tær eru Fugloy, Svínoy og Kalsoy. Hesar fáa saman við hinum 5 útoyggjunum – Hesti, Koltri, Stóru Dímun, Skúvoy og Mykinesi – 1,1 millión, sum andstøðan skeyt upp at hækka 1,6 mió., at býta sínámillum í útoyggjastuðuli. Hetta uppskotið fall. Sostatt sær út til at fara at vera smábýtt. Umframt hetta verður skotið upp at brúka 500.000 upp á vegagerð í Kalsoynni í 2020, og tað sama í 2021 og 2022.

Skulu vit taka samanum, kann sigast, at tað gamaní gongur rætta vegin fyri Norðoyggjar, men rættiliga spakuliga. Ilt er at fáa eyga á nakrar heilt stórar visiónir, men tó so eru glottar at hóma, fyrst og fremst á sjúkrahúsøkinum, men eisini her kundu ein ynskt, at visiónirnar vóru størri. 

Sum øllum kunnugt er Fíggjarlógin tann lógin, sum søguliga er mest broytt millum allar tríggjar viðgerðirnar, og tað verður tí spennandi at fylgja við í viðgerðini mánadagin. Sjálvt tað, at hon varð jólatrøll, er óvanligt, og tað fortelur, at har stendur nógv á í bæði Landsstýri og á Løgtingi í hesum døgum. Teir stóru spurningarnir hava verið lógin um sjófeingi, Hoyvíkssáttmálin og fíggjarlógin, og nú er bert hesin seinasti eftir. Onki óvæntað hendi hinum báðum viðvíkjandi, og nú fáa vit at síggja, um nøkur kanin verður tikin úr hattinum á ársins næstseinasta degi.

3. viðgerð av fíggjarlógini verður á løgtingsfundinum mánadagin, sum byrjar kl. 10.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð