Lýsing
Lýsing
Savnsmynd.

Eftirhugt aliringar í gjárkvøldið og í allan dag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.01.2020 - 15:27 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Nú tíðindi bórust í KFV, um at laksur svam inni á Vágni, hildu vit tað vera neyðugt hjá okkum at binda um heilan fingur og kanna okkara nótir við Kunoyarnes.

Tað kom illa við í gjárkvøldið, tá KVF bar tey tíðindi, at laksur svam við bátabrúgvarnar í Klaksvík, sigur Jón Purkhus leiðari á Bakkafrost Norður. Hóast vit ikki hildu at her var talan um laks, kendu vit okkum noyddar at kanna allar ringarnar við Kunoyarnes einaferð afturat fyri at vera heilt vísir í, at tað ikki var laksur frá alingini hjá okkum.

Tað bar ikki til at savna nóg mikið av kavarum í gjárkvøldið, tí byrjaðu teir ikki fyrr enn í morgun. Vit hava havt tríggjar kavarar niðri, umframt at okkara egnu fólk vóru til arbeiðis í gjárkvøldið og í dag. 

Vit hava kunna staðfest eftir at hava gjøgnumgingið allar 15 aliringarnar, ið tilsamans eru 30.000 rúmmetrar, at onki óvanligt er at síggja við nakra nót hjá okkum, tí kann eg siga, at ongin laksur sloppin út frá alingini við Kunoyarnes.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin