Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur Klakkur í føroyska línuflotanum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.01.2020 - 16:26 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen hava í dag yvirtikið Geir II í Siskestrand í Noregi.

Báturin er eitt nýbrot í føroysku línubátavinnuni við tað, at skipið hevur dragibrunn, sum ger, at teir kunnu draga línuna upp í gjøgnum ein brunn mitt í skipinum. Líggjas Johannesen sigur, at hetta hevur við sær størri trygd fyri rullumannin, ið fyrr stóð í einum opnum plássi á bógnum á skipinum. Við at fáa rullumannin inn í skipið, kann sigast at øll manningin er undir dekki til arbeiðis.

Eg rokni við at vit fara úr Noregi einaferð fyrst í komandi viku og væntandi fer tað at taka okkum 30 tímar at sigla heim.

Upp á fyrispurning um hvar Klakkur fer fyrsta túrin, sigur Líggjas Johannesen, skipari, at tað helst verður á Flemish Cap. Tá eg spyrji um hvat alternativ skipið hevur, svarar hann, undir Føroyum ella undir Íslandi. Men kanska fara vit fyrst út ein dag at royna amboðini, men meira enn eitt døgn verður tað neyvan.

Um frystiorkuna sigur Líggjas víðari, at skipið kann frysta umleið 35 tons av flaki og avhøvdaðum fiski um døgnið. Klakkur hevur tríggjar diesel/elektric Catapillar motorar uppá 2300 HK. Hetta gav skipinum eina framferð upp á 13,7 knots royndartúrin.

Niðanfyri ymisk data fyri Klakk:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!