Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kynstrið at vera eydnusamur á Tjóðpallinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.01.2020 - 21:57 Mentan Tíðindaskriv

Longu mánadagin 6. januar setur Tjóðpallurin hol á 2020 við frumsýningini av “Kynstrið at vera eydnusamur - 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru” eftir virðislønta danska leikritahøvundan Rune David Grue. Talan er um eina kolasvarta sjálvhjálpskomediu, sum leysliga byggir á bók hjá heimsspekinginum Arthur Schopenhauer, ið livdi frá 1778-1860. Í leikinum fáa áskoðaranir 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru frá teimum trimum leikarunum Annfinni Heinesen, sum eisini leikstjórnar leikinum, Biritu Adelu Davidsen og Gunnvá Zachariasen. Stuttligu og serstøku pallmyndina hevur Edward Fuglø gjørt.

Leikurin hevur verið sýndur á Betty Nansen í Keypmannahavn og fyri hesa pallseting fekk Rune David Grue heiðursløn frá Statens Kunstfond.


KYNSTRIÐ AT VERA EYDNUSAMUR
eftir Rune David Grue
frítt eftir Arthur Schopenhauer


Týðing, tillaging og leikstjórn: Annfinnur Heinesen
Pallmynd: Edward Fuglø
Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Birita Adela Davidsen, Annfinnur Heinesen
Ljóssniðgeving: Turpin N. Djurhuus
Búnar: Katrin Bonde
Tónleikur: Kári Bæk

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund