Lýsing
Lýsing
Enn er heilt fitt av vindi kring landið. Miðalvindurin liggur um 25 m/s vestanfyri; eystanfyri er miðalvindferðin 13 til 18 m/s. Seint í kvøld ella í nátt fer at minka. Í morgin er lítil vindur. | Mynd: Undirritaði

Minkandi vindur í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.01.2020 - 14:47 Tíðindi Veðrið

Enn er fitt av vindi kring oyggjarnar. Í Mykinesi eru 26 m/s; við Nólsoyar vita eru 14 m/s. Ættin er útnyrðingur-vestan. Kalt, hitin liggur úr frostmarkinum og 1-2 stig uppeftir. Kavi er nógvasteðs kring landið.

Tað, sum enn stendur fyri hesum nógva og kalda vindi, er eitt djúpt lágtrýst, sum á middegi stóð út fyri strondini í Norðurnorra. Trýstið í miðjuni hevur verið heilt niðri á 941hPa – og tað er sera lágt – men nú er tað hækkandi, og megin er byrjað at fara spakuliga úr.

Men enn er nógv megi í tí. Norðmenn ávara um storm í dag eftir allari mestsum allari standarlinjuni. Tað, teir kalla storm, kalla vit í Føroyum hvassur stormur. So talan er um nógvan vind.

Men her hjá okkum fer vindurin at vera tann sami allan dag, líka til einaferð seint í kvøld. Tá fer at minka. Ættin eisini tann sama allan dag.

Nakað eftir midnátt er lágtrýstið farið so langt frá okkum eystureftir, at vit ikki fara at merkja veðrið kring tað. Men tí á baki kemur eitt annað lágtrýst. Tað fara vit at merkja seint seinnapartin í morgin.

Morgindagurin verður annars góður – veðrið gott allan morgunin og seinnapartin. Vindferðin er nógv minkandi longu eftir midnátt í kvøld, í morgin ári eru bert einir 5 m/s úr vesturhallum norði. So fer at mala út ymsum ættum eina løtu, og so beint fyri middag ella so er ættin landsynningur-sunnan.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin