Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðlafólk hava størri týdning enn flakakvinnur?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  03.01.2020 - 17:50 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Í sendingini ”Pressan”, sum var send í KVF í morgun, gramdu miðlafólk seg um, at tey fingu ov lítið í løn. Størsti parturin av sendingini fór til at geva miðlafólkum opna mikrofon at tosa um lønarviðurskiftini hjá miðlafólkum.

Sjálvdan eg havi hoyrt ein blaðstjóra siga so nógv við so lítlum innihaldi, sum blaðstjórin á lýsingar tabloiduni KVINNA, segði í morgun í útvarpssendingini Pressan. At hoyra hana gráta um at hon valdi starvið á Kvinnu fram um starv á tíðindadeildini í KVF var milt sagt margháttligt. Høvuðsorsøkin til valið var at hon var nýggj í fakinum og tí at lønin í KVF var alt ov lág.
 
Tá eg samstundis hoyrdi kenda kringvarpskvinnu í almennum farloyvi, eisini kæra seg um at lønin í KVF fyri at skrivað, sjónvarpað og útvarpað úr Havnini var alt ov lítil og hon harafturat royndi at pástanda  at miðlafólk í KVF vóru “láglønt” - mundi eg sett í hálsin. 
 
Høvuðsstaðarpressan fullkomiliga mist sambandi jørðforbindilsið
Formaðurin í felagnum føroysk miðlafólk avdúkaði at vit eiga eina høvuðsstaðarpressu, ið heldur nógv um seg sjálva og lítið um arbeiðsfólk, sum starvast á virkjum út um landið:
 
”Sjournalistikur er eitt fak sum serliga byggir á tey fólkini sum gera tað. Tað er ikki soleiðis í okkara fakið - og tað verður ofta sagt millum okkum fakfólk, at hjá okkum er tað ikki so at flakalinjan bara koyrir og ein er bara har - ella standa har… og tað er sera frusterandi at fólk sum tú arbeiðir saman við ikki longur eru har, baði her í húsunum og í privatu miðlunum. Streymurin er sera einsíðugur út úr bransjuni,…..”, segði formaðurin í felagnum Føroysk Miðlafólk.
 
Tíðindaleiðarin hjá KVF greiddi frá at tað arbeiddu eini 20 starvsfólk á tíðindadeildini hjá KVF og at hann í vikuni mátti seta heili 8 nýggj fólk í starv tí næstan helvtin av tíðindafólkunum fóru í annað starv. Orsøkin var at tey kundu fáa annað alment starv fyri munandi hægri løn…..
 
Tað er óhoyrt at formaðurin fyri Føroysk Miðlafólk, við forhánisligari tilvísing til arbeiði hjá flakakvinnum, royndi at vísa á hvussu útsettir limir teirra eru í almenna monopol stovninum, sum við egnari skattaskipan og í ”loyndum” hevur megnað at kravt  tíggjutals milliónir ov nógv frá eitt nú flakakvinnum.
 
 
Eingin ”neyð” í KVF
Sambært roknskapartølum hjá Kringvarp Føroya, sum ikki eru almannakunngjørd, men sum undirritaði hevur fingið innlit í, eru inntøkurnar hjá KVF hækkaðar næstan 11% í 2018. Úr 62,5 mió. kr. upp í 72,4 mió. kr.. Ein mió. kr. kom meira frá kringvarpsgjaldinum og 6 mió. Kr. fleiri  frá spølum í 2018 samanborið við 2017.
 
Leiðslan í KVF skrivar í frágreiðingini fyri fíggjarárið 2018 ….at størsta avbjóðingin hjá KVF er vøksturi í sáttmálabundnu lønunum, ið vaksa skjótari enn inntøkurnar….”
 
Sambært notati í roknskapinum hjá almenna stovninum Kringvarp Føroya hevur stovnurin “støðla” ella tikið næstan 22 mió. Kr. ov nógv inn í “skatti” sum stovnurin ætlar at brúka til íløgur. Hendan møguleika hava eitt nú Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús ikki. Sjúkrahúsini mugu eins og allir aðrir almennir stovnar biðja løgtingið játta pengar til íløgur. 
 
 
 
Veruleikin: Lønir hjá miðlafólkum í KVF og arbeiðaralønir
Ófaklærdir limir hjá felagnum Føroysk Miðlafólk fáa úr kr 25.000 til kr. 31.000,- um mánaðin (alt eftir starvstíð) og faklærdir limir hjá felagnum tjena úr 31.000 upp í næstan 37.000 kr. um mánaðin  (írokna 12% pensjón).
Eitt faklært miðlafólk í KVF tjenar sostatt úr í minstalagi kr. 166,- og upp til góðar kr. 250,- um tíman við 37,5 tíma arbeiðsviku.
 
Arbeiðslønin er hjá flakakvinnum - tímalønin hjá einum arbeiðara er einans kr. 132,24 við 40 tíma arbeiðsviku. Við 40 tíma arbeiðsviku er minstalønin hjá arbeiðarum/flakakvinnum sostatt kr. 21.158,40 um mánaðan. 
  
 
Keldur:

Roknskapur 2018 Kringvarp Føroya

Sáttmáli føroysk miðlafólk

Sáttmáli Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og Arbeiðskvinnufelag:

Sendingin "Pressan" kann hoyrast her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað