Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bragd 12.500 pund á Pollinum og í fjørinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.01.2020 - 14:19 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var ein góður dagur hjá okkum í dag, sigur Oddmar Niclassen, skipari á Bragd. Vit settu 48 stampar, fyrra boyan fór skamt úr Kósabrúnni, og hagani bleiv sett norður um bygdina í Kunoy og suður aftur. Sera nógv var á eini seks stampum á Pollinum, eini 600 pund á hvørjum av hesum stampunum.

Slagið var gott, toskurin og hýsan væl fyri og vit fingu eini 12 kør av 18 av toski og restin var hýsa, so alt í alt ein sera góður túrur. Rogn var at síggja í toskinum og eisini stór livur.

Frá Norðsøka hava vit eisini frætt, teir vóru sunnanfyri og hava um 9000 pund, tað mesta toskur. Men sigur Heri Vang, har var ótrúliga nógvur slánur ímillum.

Janus Sørensen á Brandi letur eisini væl at fiskiskapinum, Brandur hevði um 9.500 pund í dag, eini 6.000 pund av toski. Um hvørjum standi fiskurin er í, sigur Janus at tað er tað sama sum áðrenn jól, slánar ímillum, bæði á toskinum og hýsuni.

Dalsenni hevur fiska 6.000 pund í dag og Stakkavík 7.000 pund mest toskur, Anrdu Poulsen á Stakkavík sigur, at fiskurin kundi verið í betri standi, serstakliga toskurin. Men tó, vit eru byrjaðir at síggja livrar og rogn í toskinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…