Lýsing
Lýsing

Trupulleikin er at øll palliativ seingjarpláss verða sentraliserað

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim, borgarstjóri  |  08.01.2020 - 18:31 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er ikki í lagi at savna allar hospice-sengur í sjúkrahúsverkinum á LS, meðan einki verður gjørt við at útvega hóskandi palliatións-umstøður á hinum báðum sjúkrahúsunum, tí avleiðingin av hesum fyri teir 15.000 borgararnir kring KS og SS verður, at álvarsliga sjúk ikki longur fara at kunna liggja sína seinastu tíð á fold í nærumhvørvinum millum síni kæru, sum sambært øllum kanningum hevur sera stóran týdning fyri borgararnar.

Fyri fáum døgum síðan mótmælti eg, at hospice-tænasturnar í sjúkrahúsverkinum, sum í dag verða veittar á øllum trimum sjúkrahúsunum, nú skulu miðsavnast á LS. Síðani hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum stutt svarað í Norðlýsinum, at “einki verður niðurlagt á KS”, at hetta er “eitt nýtt tilboð”, at “hetta verður ikki smoygt oman yvir høvdið á nøkrum”, og at hann fer at “tosa við kommunurnar kring landið”.

 

Hetta bendir á, at landsstýrismaðurin kann hava misskilt mítt mótmæli – tí hesa ískoytandi frágreiðing.

 

Nógv gott í tilmælinum men

sentraliseringin er óneyðug

Í mótmælinum seti eg als ikki spurnartekin við tað læknafakliga í tilmælinum frá arbeiðsbólkinum. Eingin ivi er um, at tað er rætt at savna serfrøðina innan palliatión, og eg taki somuleiðis undir við, at samstarvið millum sjúkrahúsverkið og eldrasamstørvini verður styrkt.

 

Men eg mótmæli, at sjúkrahúsverkið sentraliserar allarsengur, sum skulu veita palliatións-tænastur. Ein tænasta, sum bæði KS og SS í mannaminni hava veitt. Árliga liggjaumleið 60 fólk sínar seinastu dagar á fold á hesum báðum sjúkrahúsum, sum tí bæði hava drúgvar royndir og førleikar innan hetta økið. Henda ætlaða sentralisering verður sera óheppin fyri tey álvarsliga sjúku, at tey – saman við sínum avvarðandi – skulu noyðast til Havnar at liggja sínar seinastu dagar á fold.

 

Borgarar her í kommununi hava í fleiri førum greitt frá, hvussu avgerandi tað var fyri tey og teirra nærmastu, at doyggjandi maður, pápi, verpápi og abbi teirra slapp at liggja sína seinastu tíð á fold á KS, tí tað gjørdi tað møguligt hjá familjuni at vera um hann í tí dagliga. Eisini greiddu hesir borgarar mær frá, hvussu góð, vælvirkandi og virðilig hospice-tænastan var á KS.

 

Ein spurningur um samstarv

Í botn og grund er hetta ein spurningur um samstarv, har palliatiónsdeildin á LS er sentrala serfrøðin, ið samstarvar við læknar og sjúkrarøktarfrøðingar á hinum sjúkrahúsunum. Tað má vera vilji til at hyggja út um Havnina, tá ið landið ger palliatiónsætlan fyri Føroyar. Við góðum samstarvi og samskipan av teimum trimum sjúkrahúsunum kunnu tænasturnar røkka longst møguliga út til sjúklingin.

 

Føroya Løgting hevur samtykt, at tey trý sjúkrahúsini skulu virka sum eitt sjúkrahúsverk, har allar sjúkrahúsleiðslurnar í felag skulu gera av, hvørjar tænastur skulu liggja á hvørjum sjúkrahúsum. Tað er ikki í tráð við henda bygnað, at ein arbeiðsbólkur á LS, uttan umboð úr KS og SS, leturlandsstýrismanninum eitt tilmæli um at sentralisera tænastur, sum í dag eru virknar á KS og SS, og sum hava sera stóran týdning fyri borgararnar í hesum lokalsamfeløgum, ið samanlagt fevna um næstan eins nógvar íbúgvar sum øll Havnin.

 

Áheitan á landsstýrismannin

Eg heiti inniliga á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, um at tryggja, at øll trý sjúkrahúsini framyvir verða umboðað í slíkum arbeiðsbólkum, og at fyriliggjandi tilmæli frá arbeiðsbólkinum um palliatión í Føroyum – í samstarvi millum allar tríggjarsjúkrahúsleiðslurnar – verður víðkað við sengrum á KS og SS, soleiðis at flest møguligir borgarar kunnu verða verandi í sínum nærumhvørvi sínar seinastu dagar á fold.

 

Klaksvík, 8. januar 2020

 

Jógvan Skorheim

 

Borgarstjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…