Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað stendur illa til í Gundadali skrivar býráðslimur í Havn

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.01.2020 - 08:32 Ítrottur Politikkur

Undir yvirskriftini: Bølamyrkt í Gundadali, skrivar Tróndur Sigurðsson býráðslimur í Havn tá ið gerandisdagurin kemur, er tað ikki altíð, at býráðið er til ta stóru hjálpina – kanska heldur tvørturímóti!


 
Býráðslimurin skrivar:
 
Tá ið steyp og meistaraheiti verða vunnin til Havnina, stendur borgarstjórin og ovasta leiðsla á Vaglinum ikki aftast. Nei, tá er einki óført við móttøkum og røðum, har tað enntá kann henda seg, at okkurt gylt lyfti sníkur seg uppí, nú hýrurin er so góður allíkavæl.
 
Veruleikin er bara ofta ein annar, tí tá ið gerandisdagurin kemur, er tað ikki altíð, at býráðið er til ta stóru hjálpina – kanska heldur tvørturímóti!
 
Hetta kunnu fótbóltsfeløgini í Gundadali sanna, nú alt liggur í bølamyrkri. Á fundi í november, har borgarstjórin var við, varð lovað feløgunum, at tey skuldu hava ljós, tá ið venjingin byrjaði aftur, men í gjár komu tey til ein bølamyrkan Gundadal.
 
Enn einaferð kunnu vit tíverri staðfesta, at ítrótturin sum heild eigur ongan góðan í sitandi býráðssamgongu. Vallarljósini í Gundadali hava í fleiri ár koyrt upp á undantaksloyvi, og vøllurin er hartil sera illa slitin, men hóast Vaglið veit av øllum hesum, hendir bara púrt einki.
 
Gamaní vórðu fimm milliónir krónur í evstu løtu settar av í fíggjarætlanini fyri í ár, men tær røkka ikki langt, nú allir tríggir graslíkisvallirnir í Gundadali skulu skiftast, umframt at ljósviðurskiftini á bæði ovara og niðara vølli eru út av lagi vánalig.
 
Feløgini í Havn, sum brúka nógva orku og nógvan pening til sítt virksemi, umframt at ein rúgva av fólki leggur lív og sál í felagsarbeiði, merkja lítið til nakran vælvilja frá ovastu sovjettini á Vaglinum.
 
Nú allar fótbólts-Føroyar brynja seg út til kappingarárið 2020, standa havnarfeløgini við umstøðum, ið eru verri enn hjá nøkrum øðrum. Og hendir einki munagott beinanvegin, so virksemið kann koyra sum vanligt, fer tað eisini at ganga út yvir børnini, sum eisini eru spent eftir at sleppa í gongd aftur.
 
Sjálvandi skulu ábøtur gerast, men tað er mær ein gáta, hví hesar ikki kunnu gerast, tá ið kappingin liggur still og tað darvar minst møguligt. Vit vita, at uppstarturin av einum kappingarári hevur so stóran týdning, so tí kemur tað sera illa við, at havnarfeløgini ikki fáa vant og fyrireikað seg, sum tey plaga at gera og sum teirra kappingarneytar gera kring landið.
 
Vónandi vaknar Vaglið, hóast tað longu er í seinna lagi, so – um ikki annað – ljósviðurskiftini verða fingin í rættlag beinanvegin. Hendir tað ikki, eru í øllum førum minni sannlíkindi fyri, at orsøk verður til tær nógvu røðurnar og móttøkurnar í heyst.
 
Tróndur Sigurðsson
býráðslimur í Havn

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna