Lýsing
Lýsing

Sjúrður Skaale – sópar fyri egnum durum, men gloymir skjótt!

SKRIVAÐ: Johan Dahl  |  10.01.2020 - 10:10 Lesarabrøv Politikkur

Sjúrður Skaale, núverandi javnaðarmaður, og fyrrverandi tjóðveldismaður og enntá fyrrverandi fólkafloksmaður, um mann skal trúgva honum sjálvum, hevur fingið ilt í afturpartin og er farin at skræða seg alment um Sambandsflokkin í lesarabrævi 9. jan. 2020. Hann setir spurning við, um Sambandsflokkurin er til.

Jú vist eru vit tað!

Hvørjum veruleika livir fyrrverandi skuggaskrivarin, Sjúrður Skaale í ??

Fyrrverandi sjónvarpsmaðurin og skuggaskrivarin hjá Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard – uttan at teir vistu av hvørjum øðrum, sjálvandi - byrjar sítt álop á Sambandsflokkin við at líta aftur á heystið 2011. Maðurin, sum sambært síni egnu bók stoypti kúlur fyri tveir politiskar mótstøðumenn í senn, samstundis sum hann var alment settur sjónvarpsmaður, skrivar, at Sambandsflokkurin fekk leiðsluna, og eftir hansara tykki fekk Fólkaflokkurin alla maktina. Lat okkum líka reflektera yvir orðini “alla maktina”. Ja, kanska eru tey orðini líka óerlig og skeiv, sum hann sjálvur lýsir sítt dupultspæl í 1999? Veruleikin er, at Sambandsflokkurin í tíðarskeiðnum 2011-2015 stovnssetti bæði tøkugjøld á alivinnuna og tilfeingisgjøld á fiskivinnuna. Eitt politiskt bragd, sum í dag er vorðin ein sjálvfylgja. Sambandsflokkurin fekk eisini serskatt á Barentshavsflotan, og Sambandsflokkurin syrgdi fyri Føroya fyrstu royndaruppboðssølu, sum tá gav landinum 78 milliónir í meirinntøkum. Sambandsflokkurin hækkaði blokkin, og ironiskt nokk er hann ikki skorin eina krónu líka síðan – heldur ikki av undanfarnu fullveldissamgongu. 

Javnaðarflokkurin megnaði at leypa á fólkapensjónistin og smærri fyritøkurnar við kringvarpsgjaldi – men stóð fyri tað mesta og hugdi at rembingunum hjá fullveldisvonginum...

Sjúrður Skaale og restin av Javnaðarflokkin vóru so øgiliga nógv ímóti flaskattinum og forskattingini av pensjónum, men hvussu gekk nú hjá Javnaðarflokkurin at avtaka hesi bæði fyribrigdini í undanfarnu samgongu? Stórt sæð einki bleiv broytt á skattaøkinum, og forskattingin er har enn!

Í staðin fyri at vísa seg sum ein rættan heimastýrisflokk seldi Javnaðarflokkurin út og stóð modell til alskyns yvirtøkur t.d. partar av útlendingarøkinum; familjurættarøkinum og so ikki at gloyma alt sirkussið við stjórnarskipanini.

Men heldur enn grundleggjandi at avtaka flatskattin og forskattingina fór Javnaðarflokkurin eftir fólkapensjónistunum og lækkaði skattafríu grundarupphæddina. Vit tosa altso um eitt frontalt álop á grundsúluna í vælferðarsamfelagnum. Men fyri at selja hetta fyri Palleba, hækkaðu teir útgjaldið úr Samhaldsfasta. Men hóv! Samhaldsfasti er ikki skattafríur, men hvat bilar tað, um tað fær fíggjarlógina at síggja betri út? Øll vita jú, at Samhaldsfasti liggur uttanfyri fíggjarlógina, so kundi mann varðveita inntøkurnar frá pensjónsskattingini og halda útreiðslurnar uttanfyri fíggjarlógina.

Men Javnaðarflokkurin fekk eisini ført sína høgu ambitión út í lívið við at brandskatta smærri fyritøkur við einum okursgjaldi til Kringvarp Føroya, samstundis sum fyrrverandi miðilin hjá Javnaðarflokkinum fór avstað við helminginum av miðlastuðlinum.

Javnaðarleiðslan í Tinganesi sat hendur í favn, meðan fullveldisflokkarnir fingu frítt spæl

Javnaðarflokkurin stóð hendur í favn, meðan fullveldiskreftirnar gjørdu Føroyar fyri skommum á Fólkatingi við t.d. at bjóða tí eftirlýsta Carles Puigdemont til Danmarkar – men fyri rokningina hjá vaskikonuni á Nørrebrúgv. So lat Javnaðarflokkurin eisini Tjóðveldi siga nei til danskan stuðul til listprýði á Landssjúkrahúsinum, og ikki minst lat flokkurin hjá Sjúrða Skaale Tjóðveldi siga nei til Diabetismiðstøðina.

Á uttanríkispolitiska pallinum lat landsstýrið við Javnaðarflokkinum á odda, Poul Michelsen, sleppa at ganga solo og lúnast við ikki at møta upp til fundir við ráðharrar úr øðrum londum. Somuleiðis - uttan eina ta einastu átalu - lótu javnaðarmenninir táverandi tingformannin hjá Tjóðveldinum, Páll á Reynatúgvu, politiskt misbrúka landsins hægsta embæti við ikki at møta upp til døgurðar saman við drotningini. Eisini lótu javnaðarmenninir Poul Michelsen sleppa at uppsiga Hoyvíkssáttmálan uttan stórvegis viðgerð.

Tíbetur hava vit eisini í hesi samgonguni bjargað nøkur av hesum málunum upp á turt aftur.

Sakin er tann, at Javnaðarflokkurin sat í einari lyklastøðu í 2015, men teir valdu at geva fíggjarmál og fiskivinnumál til Tjóðveldi. Teir góvu somuleiðis Tjóðveldinum tingformannin og ein tungan landsstýrissess í Heilsu- og innlendismálum.

Sjúrður gloymir lætt

Sjúrður Skaale hevur eftir øllum at døma ikki lisið samgonguskjalið hjá sitandi samgongu serliga væl. Lat okkum byrja við fiskivinnuni. Meðan Javnaðarflokkurin sat við valdið, kom so at siga ongin nýggjur aktørur inn í fiskivinnuna, hóast tað skuldi vera eitt av endamálunum við uppboðssøluni. Veruleikin er tann, at ongin nýggjur aktørur hevði ein livandi kjans at bjóða á uppboðssøluni. Tí var uppboðssølan bert eitt skálkaskjól hjá Tjóðveldinum fyri at brandskatta fiskivinnuna.

Við nýggju lógini um sjófeingi hevur Sambandsflokkurin tryggjað, at ovurstórar nøgdir verða settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum nýggir aktørar kunnu søkja um og njóta gott av. Sambandsflokkurin hevur eisini tryggjað, at tað er Løgtingið, sum á hvørjum ári skal taka støðu til loyvistíðina, og at fiskiríkidømið tí framhaldandi verður ogn Føroya fólks.

Sambandsflokkurin hevur við verandi lóg tryggjað, at útlendingar eru úti úr veiðiliðnum, tá loyvisskeiðið er av, og at verandi aktørar kunnu eiga tann part, sum teir hava i hesum tíðarskeiðnum. Aðrir kunnu verða við við 25 %. Hetta er rimiligt, soleiðis at nýggir aktørar kunnu hava ein møguleika fyri at koma inn í fiskivinnuna. Samstundis tryggja vit við hesum, at Føroyar ikki koma í stríð við millumtjóða avtalur, ið vit hava við Ísland (Hoyvikssáttmálan) og ES um framtíðar handilsavtalu.

Sambandsflokkurin hevur eisini tryggjað sær, at landskassin fær tað í inntøkum, ið avtøkan av uppboðssøluni fer at kosta landskassanum. Fyrsta dagin verður nýggj lóg løgd fyri Løgtingið um skatting av sølum av loyvum og resursurentu. Nakað, sum undanfarna samgonga, við Javnaðarflokkinum á odda, ikki megnaði, eins og Javnaðarflokkurin heldur ikki megnaði at seta eina vælferðarlóg, margfeldislóg ella veiðigjaldslóg í gildi ella bara at skipa ferðavinuna við gongd í haga.

Heilsuøkið hægstu raðfesting

Nú Sjúrður Skaale spyr, hvar Sambandsflokkurin er, kann eisini nevnast, at Sambandsflokkurin hevur fingið gongd á at stovnseta Diabetismiðstøðina, sum Javnaðarflokkurin lat Tjóðveldi søpla burtur til stóran ampa fyri øll tey, ið dragast við sukursjúku. Sambandsflokkurin hevur eisini sett gongd í arbeiðið við viðgerðartrygdini. Grundarsteinurin fyri hesum er longu lagdur við figgjarlógini fyri 2020.

Eisini hevur Sambandsflokkurin tryggjað ta hægstu játtanina til heilsuverkið tey seinastu 10 árini. Øll vita, at heilsuverkið hevur bløtt líka síðani, at blokkurin bleiv skorin yvir nátt við 366 milliónum um árið í 2002 .

Ongin blokkniðurskurður og ongin yvirtøka

Sambandsflokkurin hevur eisini tryggjað sær, at blokkurin ikki minkar eina krónu í hesum valskeiðnum. Heldur ikki vera nakrar yvirtøkur framdar, og stjórnarskipanaruppskotið er væl og virðiliga pakkað niður. Tað megnaði Javnaðarflokkurin heldur ikki, hóast hann kallar seg ein samríkjaflokk.

Sambandsflokkurin arbeiðir eisini við at skipa eina loysn, har P-tøl og CPR nummur vera samankoyrd, og tað verður gjørt við vælsignilsi frá Fólkaflokkinum og Miðflokkinum. Og so ikki at gloyma, so hevur Sambandsflokkurin hækkað tann partin av grundarupphæddini, sum flokkurin hjá Sjúrða Skaale skræddi frá fólkapensjónistunum.

Og so er ein ørgrynna av øðrum málum, ið Sambandsflokkurin hevur fingið ígjøgnum í samgonguskjalinum.

Javnaðarflokkurin endaði við at geva 85% av fiskiríkidøminum til tey  just tey “ríku”

Lesarabrævið hjá skuggaskrivaranum, Sjúrður Skaale, er upp á nógvar mátar tragikomiskt. Sjálvur umboðar hann í dag ein flokk, sum í fýra ár lat stórt sæð alt vald av týdningi upp í hendurnar á Høgna Hoydal og Poul Michelsen. Nú stendur hann so og sópar fyri egnum durum. Lat okkum ikki gloyma, at Sjúrður Skaale umboðar ein flokk, sum fyrst blakaði Gerhard Lognberg út fyri ikki at ganga í takt. So fór Sonja út við gron. Síðani bleiv Kristin blakaður út fyri ikki at akta uppboðssøluleistin hjá Høgna Hoydal og Poul Michelsen, og so hevur Javnaðarflokkurin eisini gjøgnum alt undanfarna samgonguskeið verið í ovurstórum innanhýsis sjálvdrátti um alt frá hjúnabandslóg til fiskivinnu.

Takkað verið Kristin Michelsen og Bjarna Hammer lat Javnaðarflokkurin heili 85% av landsins ríkidømi upp í hendurnar á just teimum, sum høvdu mest. Restin er endað í sakarmálum. Vit skulu jú eisini minnast til, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fóru sum táverandi andstøðuflokkar upp á val í 2015, um at 100% av fiskirættindunum skuldi seljast á uppboði, men tað endaði við 15% - og tað er bara orsakað av einum flokki – Javnaðarflokkinum...

Mann skal nokk ikki kasta við steinum, tá ið mann býr í einum glashúsi, Sjúður!

 

 

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hjálp okkum at finna atkomuligar matstov…
Lands­stýris­maðu­rin svarar fyrispurningi…
Telving á Norð­oyastevnu
Klaksvíkar Dartfelag á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnublaðið kemur fríggja­dagin
Norðoya Javnaðar­felag aðalfund
Virtual FIshExpo - vit siktaðu høgt, men…
Sjáldsamur gestur á Vágni
Færøerne findes faktisk, Mette!
Broyting í innsavning­ini hjá IRF
Løgreglan ger ikki meira við málið um sk…
Kvikk afturkomin undan Íslandi
Franskur trolari landar til Kósina
KÍ gav AB bank á Argjum
Nýggj og størri nevnd í ADHD-felagnum 
Listaframsýning við Silju Strøm í Gamla…
Nú sprettir á fold og spírar..
(Upptakt) AB-KÍ
Norðlýsið á støð í nátt tá Norðsøki fór…
Góður hýrur í góðveðri­num í gjárkvøldið