Lýsing
Lýsing
Lýsing
Chantana Hughes uttan fyri matarvognin í Klaksvík | Mynd: Jóhann Lützen

Thai-matur í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.01.2020 - 16:00 Myndarøð Tíðindi Vinna

Allar rávørurnar koma úr Thailandi, sigur Chantana Hughes sum rekur Asianfood Klaksvík

Tey sum hava koyrt út eftir klaksvíksvegnum í seinastuni hava ivaleyst lagt merki til at ein matarvognur er komin at standa við parkerinsøkið undir Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Tað er Chantana Hughes, sum sjálv er úr Thailandi, ið hevur latið upp ein matarvogn. Hon selur Thai-mat og hon leggur dent á at allar rávørurnar eru úr Thailandi. 

Asianfood Klaksvík er at finna á facebook, har matarskráir og upplatingartíðir eru at finna.

Hesa vikuna hevur Asianfood Klaksvík opið frá kl. 11.30 til 15.00

Lýsing
Seinastu tíðindini