Lýsing
Lýsing
Mynd: dbu.dk

Danmark bjóðar av í venjingardysti

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.01.2020 - 12:05 Ítrottur Tíðindi

Spennandi avbjóðing í fyrsta dystinum hjá Håkan Ericson.

FSF skrivar: - Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi fram ímóti hesum báðum dystunum. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Føroyar.

- Áðrenn dystin móti Danmark, sum skal til EM í summar, hevur føroyski hópurin bara havt møguleika at vant fýra ferðir saman, so tað verður ein stór avbjóðing fyri okkum. Men mær dámar hesar avbjóðingar, og tær kunnu vónandi lyfta okkum, sigur Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

Sambært landsliðsskránni fyri 2020 skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla tíggju dystir í hesum árinum. UEFA Nations League verður spælt í heyst, men áðrenn tað skulu Føroyar spæla fýra venjingardystir – tveir í mars og tveir í juni mánað.

 

Dystirnir í mars mánað verða á útivølli ímóti Danmark og Andorra. Fríggjadagin 27. mars spæla Danmark og Føroyar á MCH Arena í Herning, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 30. mars tekur Andorra ímóti á Estadio Nacional í Andorra.

Tíðliga í juni mánað skal føroyska liðið aftur í vøllin í tveimum venjingardystum. Fyrri dysturin verður tann 3. juni, tá Ísland og Føroyar fara at dystast á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

Bíðað verður við at finna mótstøðulið til seinna venjingardystin í juni til lutakastið til UEFA Nations League hevur verið.

- Andorra kenni eg ikki so nógv til í løtuni, men tað verður spennandi at møta einum landi, sum er í sama styrkisbólki sum vit. Eg vænti nakrar góðar og læruríkar venjingardystir, sum samstundis skulu tryggja, at vit eru so væl fyrireikaðir sum tilber til avbjóðingarnar í Nations League í heyst, sigur Håkan Ericson.

Í komandi UEFA Nations League kappingini eru Føroyar í Deild D saman við Gibraltar, Lettlandi, Liktinstein, Andorra, Malta og San Marino. Hesi sjey londini skulu síðani býtast í tveir bólkar – ein bólk við fýra londum og ein bólk við trimum londum.

Lutakastið til UEFA Nations League verður í Amsterdam í Hollandi týsdagin 3. mars. Dystirnir verða spældir í september, oktober og november.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…