Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leiðaradagurin 2020: Skemt skal styrkja samstarvið, sigur Rune Green

SKRIVAÐ: Synergi  |  22.01.2020 - 15:24 Tíðindaskriv Tíðindi

Skemt er ikki bara skemt. Skemt kann vera eitt amboð, sum hevur stóran týdning fyri samstarv og arbeiðsgleði á einum arbeiðsplássi.

- Tað hevur stóran týdning, at vit brúka okkara skemtingasomu síðu, tá vit arbeiða saman.

Tað sigur Rune Green, sum skal halda fyrilestur um skemt á arbeiðsplássinum á Leiðaradegnum 31. januar.

Evnið á Leiðaradegnum er, hvussu til ber at gera broytingar á einum arbeiðsplássi og hvussu starvsfólk taka lut í broytingum, sum verða gjørdar á einum arbeiðsplássi. Rune Green heldur, at skemt kann vera hent fyri bæði medarbeiðarnar sínámillum og fyri arbeiðsgleðina, tá eitt arbeiðspláss fer gjøgnum eina broytingartíð.

Rune Green hevur arbeitt við skemti í næstan 30 ár
Rune skrivar skemtirøður fyri vinnulívsfólk og hevur eisini í loyndum skrivað skemt fyri ymsar rithøvundar.

- Sum leiðarar skulu vit leggja eina tóna sum styrkir arbeiðsgleðina, so broytingargongdin mennir okkara innanhýsis arbeiðsviðurskifti – heldur enn tað øvuta, sigur Rune Green.

Umframt sjálvur at hava skrivað fleiri hundrað skemtisøgur, so hevur hann bæði teoretiska vitan og royndir í verki um, hvønn týdning skemt hevur fyri arbeiðslív og arbeiðsgleði.

Synergi skipar fyri Leiðaradegnum 2020, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar