Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað kom fram á løgtingsfundinum í dag at Landsverk eftir øllum at døma hevur disponerað við umleið 100 mió. krónum uttan heimild | Mynd: lv.fo

Er ongin virðing fyri pengum í Havn?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.01.2020 - 14:05 Leiðarin Politikkur Vinna

Tær tykjast ongan enda at fáa, byggigølurnar í Tórshavn. Glasir kemur eftir øllum at døma upp um tær 800 milliónirnar, og longu áðrenn tað er staðfest liðugt at kosta, er ein nýggj útreiðsluveitsla byrjað á Landssjúkrahúsinum, ið fer upp um aðrar 800 milliónir. Og ætlanin er ikki at steðga har. Tórshavnar Kommuna krevur bæði meira av landinum og ætlar sjálv at brúka omanfyri milliardina óneyðuga.

Enn eru vit ikki vís í, hvat Glasir endaliga fer at kosta. Í fyribilsupphæddini uppá 777 milliónir, íroknað kravið til TG-verk, eru ikki innroknaðar útreiðslur til orkuskipanina, ventilatiónsskipanina og tað sum skal til, fyri at bygningurin kann fáa endaligt nýtsluloyvi. Nýtsluloyvið er bert fyribils, sum er. So onki bendir á, at endaligi kostnaðurin verður lægri enn átta hundrað milliónir, helst meira.

Nú kemur so verklagslógin fyri liðugtgerð av Landssjúkrahúsinum. At síggja til hevur arbeiðið higartil verið stak óprofessionelt. Eitt nú varð ikki lagt upp fyri, at H-bygningurin skuldi bindast í restina av sjúkrahúsinum. Her mugu vit bara spyrja: Hvat høvdu menn hugsað? At H-bygningurin skuldi vera ein leys eind? Ein optimistisk meting sigur, at kostnaðurin verður 805,3 milliónir, men tað byggir á at 5,6 milliónir verða afturførdar í 2022. Fíggjarnevndarlimir siga seg ikki vænta, at hetta veruliga fer at halda, men  at bygningurin verður dýrari.

Á Vaglinum livir Tórshavnar býráð í einum alternativum veruleika. Hóast hesar ørligu upphæddirnar brúktar í býnum krevja kommunustýrislimir, at landið skal geva býnum ein eyka Heilsuskúla, eitt tjóðleikhús og eitt barnaheim, umframt at tey sjálvi hava forroknað seg við minst 100 mió. eyka til eina havnarútbygging á opnum havi, og ætla at gera eina brennistøð fyri 500 mió. sjálvi, bert fyri ikki at skula brúka meir upplagdar havnir aðrastaðni ella hava eina skilagóða, felags brennistøð fyri alt landið. Vit kunnu bara staðfesta, at á Vaglinum “liva allir føroyingar í aðrari verð”.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði