Lýsing

Fellisárið 2018, 2. partur

SKRIVAÐ: Arnstein Niclasen  |  23.01.2020 - 14:46 Lesarabrøv Tíðindi

JACOB LINDENSKOV sloknaði tann 18. august á Boðanesheiminum, har hann var ta seinastu tíðina, líka so stillisliga, sum hann livdi.

JACOB LINDENSKOV

Hansara lívsskeið, sum byrjaði í Havn 10. juni 1933, var nú endað, og hann hevði fingið nógv av skafti, og hetta uttan at gera nakran háva burtur úr sínum avrikum.

Tú visti, hvar ið hann stóð politiskt, og tí hevði hann ikki fyri neyðini at endurtaka hetta í práti. Og hann setti ikki onnur í bás, sum høvdu eina aðra politiska áskoðan.

Jákup var útbúgvin skrivstovumaður, og táið politiska starvið loyvdi tí, starvaðist hann sum tryggingarmaður.
Flokkurin og fólk vístu honum álit við alsamt at velja hann í dygg álitisstørv í yvir 40 ár. Fyrstu ferð hann varð valdur á ting var í 1958, einans 25 ára gamal. Seinni tingskrivari og tingformaður. Umframt eini 10 ár limur í fólkatinginum.
Saman við Villa Sørensen var Jákup blaðstjóri á Sosialinum, og fólk minnast enn hansara greiðu og sámiligu minningarorð, táið onkur var farin. Hann skrivaði bókina um Ellisheimið í Havn (1935-2000).

Jákup var alt lívið ein megin stuðul í fráhaldsvirksemi losjunnar og við til at stovna hondbóltsfelagið Kyndil og - saman við Inga Mohr - stovnari av Heilbrigdinum á Velbastað – ið er viðgerðarstovnur fyri fólk við trega av rúsdrekka.
Minnist væl, hvussu hugaður og ágrýtin hann var fyri at fáa 100-ára minnisritið “Losjan Støt Viljen” út í 2002 og fyri at finna fram til og skráseta, hvør ið var við á teim einstøku myndunum. Har kom hansara serstaka minni teimum til góðar.  

Hetta minnisrit losjunnar endar við teim sorgblíðu orðunum: “... ein spurningur er, nú losjan er farin um tey 100 árini, um hon er komin á fallandi fót, ella um ein nýggjur aldukambur hómast í havsbrúnni.”
Jákup kundi sum tingformaður skera ígjøgnum. Ein dagin (eg var har) var Óli Breckmann á rokinum um Suður-Afrika – júst afturkomin úr Namibia. Ein yngri partamaður Jákups svaraði Óla altráur aftur. Og hesir báðir kappaðust (sum yo-yo!) við viðmerkingum.

Haldið, tað var 6. ella 7. ferð, at partamaður Jákups rópti: “Hey formaðurin, eina viðmerking afturat!”. Men tá var hvassa svar Jákups stutt: “NEI!”. Øll sótu púra paff og síðani skellilátur(!). Og so varð.
Tann, sum í løtum tekst við ættarkor og lokalsøgu, rennur seg tíðum fastan í tað tíðarskeiðið, táið kirkjubøkurnar ikki alment eru tøkar (frá uml. 1910 og fram). Eitt spenni strekt yvir fleiri mannaminni. Tann skrivandi má tí í tørvi leita upp tilkomin fólk við góðum minni.

Jákup visti so nógv og mintist væl. Eg plagdi at møta honum á gøtuhornum ella í svimjihøllini. Hetta eina mest í sambandi við bókina um “Fólkini Úti á Bø”, og tá var Jákup frálíkur at leita til viðvíkjandi gomlu Havnini, har ið so mangir leysir endar eru.

Og stóð tað onkuntíð á, so segði hann smílandi: “Ja, her má eg heldur spyrja Jónu. Hon veit! – hóast hon er ættað úr Fuglafirði (!).”

JOHN PETERSEN var kendur um landið sum arbeiðstakari og politikari. Føddur  í Skopun 7. september 1948 og var staddur eysturi í Turkalandi, táið boðini, tann 12. september, knappliga vórðu eftir honum,  har ið hann var staddur saman við familjuni í sambandi við 70-ára føðingardagshald sítt.

JOHN PETERSEN

John var framúr rokaligur frá ungum av, vælhýrdur við áræði og av raskastu monnum. Hann fór til skips 14 ára gamal, lærdi til jarnsmið á Skála skipasmiðju, arbeiddi á Norðfjørðinum í Íslandi, á maskinskúla, maskinmeistari, og fór undir p/f. J. & K. Petersen saman við beiggjanum, eitt byggifelag sum í dag telist millum tey fremstu í landinum.

Umframt hetta var hann bygdaráðslimur í 16 ár, løgtingslimur í 10 ár og landsstýrismaður í fiskivinnumálum í 4 ár.

John og Ragnhild (Guggan) kendust frá ungum av, funnu saman og hava havt sínar royndir í lívinum. Eldri sonur teirra, Karl Andrias (Kalle), fall í bakkanum bara 15 ára gamal.

Eg kom at kenna John væl í SEV- stýrinum (1985-1991), táið tað alla tíðina rak sera hart á kíkin.

Áhaldandi ágangur frá ófriðarligum friðingarfólkum. Meðan landsmyndugleikarnir kendu seg vera við sviðið soð í dagsins meldri í hesum ovurhonds og grøna útbyggingarátakinum av vatnorku, sum felagið tá var í, og sum framtakshugað fólk í kommunum landsins aleina áttu og drivu fram úr ongum.

Jú, ert tú ikki við í átøkum, ja, so ber tó til at leggja teg tvøran - eitt fyribrigdi, ið ikki er ókent í politiskum talvi. Hetta óansæð lit.

Til alla lukku fekst ikki knívsblað ímillum av ósemju inni í stýrinum, sum tá hevði verið um ein háls, um so varð.

Tað var heppið fyri SEV og stýrið, ið annars var samansett úr ymsum politiskum flokkum, og tess limir kundu verða (ella vórðu) útsettir fyri vanligt partapolitiskt trýst. Men her tó til fánýtis.

Og her var John ein serstakur álitismaður. Skjótur at seta seg inn í torskild mál og at taka greiða støðu undir galdandi umstøðum, og eftir tað var hann ikki til at vika.
 

JOEN H. ANDREASEN, sorinskrivarin ella Jógvan dómarin, sum hann vanliga varð nevndur, var føddur á Strondum 30. september 1933. Hann var staddur í Kjøpinhavn og vitjaði familjuna har, táið hansara tímaglas brádliga var runnið, tann 2. november, 85 ára gamal. JOEN H. ANDREASEN

Jógvan var við í tí evnaliga flokkinum, ið tók studentsprógv á VBV í Havn 1952, sum sæst á myndini niðanfyri og finst í serstøku bók Birgars um Havnina (1940-1969).
A. f. v.: Absalon Djurhuus, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Jákup Dahl Olsen, Einar Kallsberg, Peter Martin Rasmussen, Joen H. Andreasen og  Tórmóður Djurhuus. (Petur Martin og Tórmóður eru enn á lívi). F. f. v: Jacob Bærentsen, Jens Pauli Heinesen, Thomas Nygaard (lærari), Margreta Mohr (gift Balle), Steingrímur Weihe og Andrias Reinert.
 
Jógvan varð cand. jur. í 1958 og starvaðist nøkur ár niðri, til hann í 1964 kom heimaftur og helt fram í Føroya Rætti sum dómarafulltrúi og seinni sum sorinskrivari frá 1977 til 2001, táið hann bleiv fyrsti Løgtingsins Umboðsmaður - fram til 2005.

Ein kundi møta honum við høvi ella í rættinum, sum ein virðiligan, orðfiman og dugnaligan dómara, hvørs úrskurðir eisini hildu á hægri  rættarstigum.

Persónar í Jógvans embæti ella yrki práta vanliga ikki nógv millum fólk og vanda sær vitiliga um orðini í tí dagliga. Tað er íbygt og fatiligt.

Men Jógvan var í fleiri ár við í fimleiki býráðsins fyri eldri í Badmintonhøllini, sum er góður fyri kroppin og hentur til mangt hugfarsligt prát við tey ymsu fólkini í løtum.

Hetta tí, at vanliga arbeiðslív alra teirra er farið aftan tvørs, og øll onkursvegna kunnu kenna seg meiri eins.

Tá ber betur til at práta um mangt og hvat. Og við tað, at tað er gilt av ættarfólkum av Strondum, ið eru búsett í Klaksvík, dámdi Jógvani væl, og vitandi sum hann var, at hugleiða søguliga um ætt, fólk og býarlívið har norðuri.

Jógvan hevði havt dr. jur. Isi Foighel (1927-2007) sum lærara á Kjøpinhavns Universiteti, fortaldi hann, og honum dámdi bøkur Foighels, so sum: “Kend din menneskeret” og “Jura er ikke nok”.

Og tá ein purraði hann við spurningum sum hesum: “ Hvar man rætturin í heila tikið koma frá – hetta at døma fólk – og hava sín uppruna og sínar heimildir frá? Og hvat er rættur og jura í veruleikanum fyri nakað?”. Tá svaraði Jógvan hugfarsliga og stutt: “Jura er bara sunn fornuft (!)”.

At Jógvan Andreasen var framúr á sínum øki er eingin loyna. Og táið prátið kom inn á tað føroyska embætisverkið sum heild, segði hann: “Føroyar hava átt tveir fyrisitingarligar gigantar: Jóhan Djurhuus og Mikkjal Helmsdal, sum fluttu landið úr einari “miðøld” og inn í okkara tíð”.

Og í hesum ber illa til at vera ósamdur.
 
 
 
 
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
184 føroyingar fingið staðfest smittuna
Norðsøki: Ókeypis fiskur í morgin
Norðoya Sparikassi broytir innlánsrentur…
Lands­læknin sjúkrameldaður
Saknurin verður stórur
Eg síggi ljóst uppá framtíðina
Góður fiski­skapur eftir gullaksi
Flokksmannadagur 2020
Føroyar á odda
Býráðsskrivstovan um páskirnar
183 føroyingar fingið staðfest smittuna
Listafólk kunnu søkja um luttøku í Lista…
Hjálpið handilsvinnuni við at keypa føro…
Hon skrivaði bræv og riggaði av, ímeðan…
Ljóðbrot: Tá KÍ vann greipuna fyri fyrst…
Pálmasunnudagur - andakt
Tredivutúsund ára gamlir, ella eldri, tr…
Minkandi vindur seinnapartin
Ísfiskalínu­skip­ini í Norð­oyggjum eru løg…
Eingin smittaður seinasta samdøgrið