Lýsing
Lýsing

Undirhaldandi dystur endaði við sigri til Kyndil

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.01.2020 - 22:44 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Dysturin í steypakappingini millum Stjørnuna og Kyndil í kvøld, gjørdist rættiliga undirhaldandi og spennandi. Stjørnan fekk ein flúgvandi byrjan, tá leiktir vóru 17 minuttir, var støðan 10-5 til Stjørnuni, og hevði Stjørnan leiðsluna allan fyrra hálvleik. Seinastu minuttirnar fekk Kyndil minkað um munin, soleiðis at hálvleiksstøðan varð 14-12 til Stjørnuna.

Kyndil byrjaði betur í seinna hálvleiki, og fekk við tveimum skjótum málum javnað til 14-14. Síðani gekk javnt á til hálvleikurin var hálvrunnin, tá tók Kyndil leiðsluna, men Stjørnan var væl við. Tá leiktir vóru 27 minuttir av seinna hálvleiki, var støðan 24-26 til Kyndil, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, og seinastu tríggjar minuttirnar skoraði Kyndil fýra mál, meðan Stjørnan onki mál fekk. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 30-24 til Kyndil.

Við tapinum hevur Stjørnan ikki møguleikar at koma víðari í steypakappingini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin