Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fróðskaparsetur Føroya setir altjóða fiskilóggávu á breddan

SKRIVAÐ: Fróðskaparsetur Føroya  |  05.02.2020 - 11:21 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í september verður Fróðskaparsetur Føroya vertur fyri stórari altjóða ráðstevnu um altjóða fiskilóggávu, har fremstu serfrøðingar í heiminum koma við sínum íkasti

10. og 11. september skipar Fróðskaparsetur Føroya saman við Háskúla Íslands og ávikavist lærdu háskúlunum í Tromsø og Utrecht fyri altjóða havrættarráðstevnu í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Talan er um eitt stórt átak við meira enn 30 av fremstu serfrøðingunum í altjóða fiskilóggávu og WTO-handilsrætti. Eisini er hetta týðandi liður í menningini av altjóðarættarligu undirvísingini á Fróðskaparsetrinum og tí samstarvi, sum Setrið knýtir við lærdar háskúlar úti í verð.

”Føroyar eru fiskivinnutjóð, og tí er púra náttúrligt, at Fróðskaparsetur Føroya eisini hevur ein týðandi leiklut í altjóðarættarligum málum sum teimum, ið verða viðgjørd á stóru ráðstevnuni í heyst. Og á henda hátt kunnu vit gera vart við okkum sum vitanardepil á hesum vísindaliga økinum, sum hevur so avbera stóran týdning fyri okkara búskap", sigur Bjørn Kunoy, adjungeraður professari á Setrinum.

Millum teir 32 røðararnar eru professarar í altjóða lóg úr Avstralia, Argentina, Japan, Korea, Vietnam, India, Kanada, Bretlandi, Fraklandi og USA. Eisini eru dómarar úr altjóða dómstólum og advokatar.

Lesið meira um ráðstevnuna, skránna og meldið tykkum til á nýggju heimasíðuni, sum verður virkin á middegi í dag á faroeislandsfisherieslawconference2020.com.

Millum tey, sum stuðla ráðstevnuna fíggjarliga, eru Fiskivinnuroyndir, Føroya Reiðarafelag, Felagið Nótaskip, Norðurlandaráðið, Háskúli Íslands og lærdi háskúlin í Tromsø.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB