Lýsing
Lýsing

FSF sett tveir nýggjar mennarar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.02.2020 - 23:36 Ítrottur Tíðindi

Tveir nýggir mennarar settir.

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Sigfríð Skaale Clementsen og Fróða Benjaminsen, um at gerast Fótbóltsmennarar hjá FSF.

 

Stutt undan jólum vórðu tvey mennarastørv lýst leys at søkja. Nógvar og góðar umsóknir komu inn, og síðani hava samrøður verið. Valið fall á Sigfríð Clementsen, ið er settur í fulla tíð, og Fróða Benjaminsen, ið kemur at arbeiða hálva tíð sum Fótbóltsmennari.

 

Framman undan eru Jógvan Martin Olsen og Eli Hentze eisini knýttir at FSF sum Fótbóltsmennarar. Umframt at vera mennari, er Eli Hentze eisini hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, meðan Fróði Benjaminsen verður hjálparvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá Fótbóltsmennarunum er at veita feløgunum eina hjálpandi og mennandi hond í samband við menning av okkara ungu spælarum, umframt at taka sær av Úrvalstilboðnum, sum millum annað verður bjóðað næmingum, ið ganga á Miðnámi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltur fær pláss á frímerkjum mánada…
Klaksvíkar Sjónleikara­felag ársaðalfund
Húsaprísir­nir kunnu økjast enn meira
Við Mjølnir-bussi til steypafinalurnar
Olaf Olsen segði frá í Betesda
Vinnulívs­ráðið netverksfund á Hotel Klak…
Stórt ungdóms­tiltak í Svimji­høllini
Núpur gjørt góðan túr eftir hýsu
Arktis í Miðhøll­ini á Skúlatrøð
Sjúkra­húsverk Føroya
Kvikk landar seinnapartin
Polarhav og Stjørnan góðan túr
Kári P. Højgaard í Smæruni
Betesda Torrakafé
Tøkk - Finnur Sigurðsson
Armgarð: Takk fyri hjálpina
Klaksvíkar Badminton­felag í serflokki
Myndarøð: Vinnutingið
Myndarøð: Fiski­vinnu­tingið
Hesir vóru við í Eystur­grønlandi