Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lendingarnar í Svínoy

SKRIVAÐ: Óli A. Reinert á Geilini  |  12.02.2020 - 18:17 Lesarabrøv Politikkur

Tað hevur verið eitt sindur av fokus á lendingarviðurskiftini í Svínoy, og tí vil eg senda Nordlýsinum eitt skriv, sum eg sendi Løgtinginum í heyst. 


Sama skriv varð sent Klaksvíkar Kommunu í februar í fjør, so orðaljóðið í skrivinum er fyri ein stóran part stílað til Kommununa, men tað geri eg eisini vart við yvir fyri Løgtinginum.


Eg gjørdi longu í 2013 vart við tey truplu lendingarviðurskiftini, tá eg sendi Kommununi eitt annað skriv, har eg greiddi frá viðurskiftunum. Tað var stutt eftir, at eg var vorðin avgreiðslumaður. 

Skrivini kunnu lesast niðanfyri:

 

 

Til allar løgtingslimir

 

Eg vil við hesum skrivi gera allar løgtingslimir varugar við lendingarviðurskiftini í Svínoy.

 

Fyrr í ár sendi eg Klaksvíkar Kommunu eitt skriv, har eg gjørdi vart við, at kaiin undir Túvubakka, tað er í víkini í Svínoy, treingir til at verða breiðkað og longd.

 

Nú er breiðkan og leingjan av lendingum á útoyggjum kanska eisini ein landsuppgáva, og tí er tað, eg sendi øllum løgtingslimum hetta skriv.

 

Teksturin í skrivinum niðanfyri er hin sami, ið eg sendi Kommununi 26. februar í ár, og tí er orðaljóðið í skrivinum meira stílað til kommununa heldur enn til løgtingið, men vónandi bera tit yvir við mær.

 

Eg vóni, at hendan áheitanin  um at breiðka og leingja kaiina undir Túvubakka í Svínoy verður viðgjørd við vælvild á Føroya Løgtingi, sum jú er játtanarmyndugleikin í slíkum málum.

 

Niðanfyri kunnu tit  lesa skrivið, ið eg sendi Kommununi.

 

 

 

 

 

Klaksvíkar Kommuna

Klaksvík

 

Svínoy, 26. Februar 2019

 

Viðvíkjandi lendingini í víkini í Svínoy

 

Fyri 6 árum síðani sendi eg Kommununi eitt skriv viðvíkjandi lendingunum í Svínoy. Har gjørdi eg vart við nøkur viðurskifti, sum eg sum avgreiðslumaður ikki helt vera nøktandi, bæði hvat viðvíkur trygd og arbeiðsumstøðum.

 

Enn er ikki nógv framt av teimum broytingum, ið eg tá mælti til. Tó er niðankoyringin frá keiini á eiðinum breiðkað, og stakittið, ið fór í brimi tann veturin, er umvælt.

 

Síðani tá er tó ein skráningur stoyptur á eiðinum. Hesin skráningur er ætlaður bilferjum, so bilar kunnu koyra í land, um tað annars eru líkindi til tað.

 

Hesin skráningur ger tað ikki lættari at vera avgreiðslumaður; so er tað sagt. Tað, sum eg tó vil við hesum skrivi, er enn einaferð at mæla til útbygging av lendingini undir Túvubakka, tað er í víkini.

 

Hóast eiðið er hin styttra farleiðin at sigla, so slepst ikki undan at sigla í víkina, tá líkindini á eiðinum eru ov ring. Tað kunnu ganga bæði dagar og vikur, har einki gerst á eiðinum fyri ókyrru og brimi.  Í fyrra skrivinum gjørdi eg vart við, at keiin í víkini er ov smøl; hon er alt ov smøl.  Tað er neyðugt at breiðka hana beinanvegin og ikki bíða í áravís við at fáa hetta gjørt. Hon er eisini ov stutt og má leingjast nakrar metrar. Harafturat eigur eitt stakitt at verða gjørt á tí síðuni, har Ritan ikki leggur at. Vit hava við eitt brimpláss at gera, og skuldi eitt óløgi skola yvir keiina, so er ongastaðni nakað at taka í fyri at halda seg fastan; hetta er als ikki gott nokk.

 

Tað er alt ov trongligt á keiini, og vil eg staðiliga mæla til, at Klaksvíkar Kommuna virkar fyri at fremja tær neyðugu útbyggingarnar. Tað má ikki drálast longur við hesum. Eg kenni umstøðurnar frá mínum arbeiði og veit, at tað er neyðugt at breiðka keiina beinanvegin.

 

Lendingarnar eru at samanbera við landsvegirnar millum bygdirnar.  Tær eru okkara samband við umheimin; ferðafólk eiga at kunna koma í land undir so góðum umstøðum, sum tað nú einaferð ber til á einum brimplássi, og tað eigur at  vera nógv betri pláss fyri tí farmi, sum verður skipaður upp.

 

 

Nú er hetta kanska eisini ein landsuppgáva, men tað, eg vil, er, at kommunan streingir á teir myndugleikar, ið hava við slíkar útbyggingar at gera, so peningur verður játtaður til endamálið. Skal Kommunan rinda ein part av kostnaðinum, so eigur hon at gera tað.

 

Tað er tí umráðandi at fáa gjørt eina kostnaðarmeting av hesari útbygging, sum eg mæli til. Ikki fyrr enn tá kunnu politikarar, ið skulu játta peningin, veruliga taka støðu til málið.

 

Eg vóni tí, at kommunan ikki drálar, men beinanvegin heitir á avvarðandi myndugleikar um at projektera hetta arbeiðið og gera eina kostnaðarmeting av tí.

 

Nú er skráningurin á eiðinum kanska farin við bæði tíð og orku seinastu árini, og hendan breiðkanin av keiini undir Túvubakka er kødnað í tosinum um bilferjur. Mínar royndir sum avgreiðslumaður hjá Rituni siga mær tó so mikið, at eiðið er eitt svikaligt pláss at dúva uppá, hóast tað er hin styttra siglingarleiðin.  Nú skráningurin er gjørdur kemur nógv meiri sjógvur upp á keiina í ringum líkindum, og tað rennur eisini meira sjógvur oman á keiina.

 

Harafturat er eiðið í síni heild eitt sera svikaligt pláss, hvat kyrruni viðvíkur. Ta einu løtuna kann kyrran síggja tolulig út, men brádliga kunnu óløgir taka seg upp og skola yvir keiina. Hetta er ikki bara nakað eg sigi, men eg kenni hetta av bitrum royndum.

 

Vit hava eisini nú í mánaðir bíðað eftir at Sam skal flyta lastbilin hjá Strandferðsluni til Svínoyar, men tað er at kalla ongantíð veður til tað á eiðinum. Vit hava tí brúk fyri báðum lendingunum, og nú er tíðin komin at breiðka og leingja keiina í víkini.

 

Eg vóni tí, at Kommunan tekur hetta skriv til eftirtektar og ber skjótt at. Landsverk og Samferðslumálaráðið eiga at verða kunnað um hesar ætlanirnar, so ein kostnaðarmeting kann verða gjørd.

 

Vil Landsverk, Kommunan ella onkur annar avvarðandi myndugleiki tosa við meg um hvussu umstøðurnar eru, so eri eg til reiðar at tosa við teir.

 

Vinaliga

 

 

Óli A. Reinert á Geilini

 

 

 
 

 

Hetta var so orðaljóðið í skrivinum, ið eg sendi Klaksvíkar Kommunu fyrr í ár.

Eg vil tó skoyta uppí, at nú eitt nýtt avloysaraskip verður bygt til Strandferðsluna, er neyðugt at hava í huga, at tað skipið eisini kann leggja at í víkini í Svínoy. Við verandi lending ivist eg í, um umstøðurnar eru nóg góðar.

Hetta var tað, eg vildi tykkum løgtingslimum. Í fyrstu syftu má helst ein projektering gerast og ein kostnaðarmeting av hesi verkætlan.

Eg vil tí heita á tykkum um at játta tann neyðuga peningin til projektering og kostnaðarmeting av hesi ætlan, so hendan neyðuga útbyggingin kann verða framd so skjótt sum gjørligt.

Vinaliga

 

Óli A. Reinert á Geilini

Fyrrverandi avgreiðslumaður í Svínoy

Telefon 28 11 05

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund