Lýsing
Lýsing

Kom og lær teg at greina data við PowerBI!

SKRIVAÐ: Synergi  |  14.02.2020 - 11:13 Tíðindaskriv Vinna

Tað er ikki neyðugt at hava KT-útbúgving, fyri at luttaka!

Visti tú, at tú kanst taka data úr øllum hugsandi skipanum og fáa tey lýst og greinað í PowerBI?

At tú tá kanst síggja samanhangir nógv betur og týðiligari?

 

Summi siga, at við PowerBI, er tað sum at sita við sínum data í lógvanum og síggja tey í trimum dimensiónum.

 

 

Við PowerBI kanst tú gera tabellir og diagramm og samla alt í einari frágreiðing. Harafturat kanst tú menna tíni egnu dashboards, har visualiseringar frá ymiskum rapportum kunnu samlast, fyri at geva tað skjóta yvirlitið.

 

Alt hetta kann gerast, uttan at tú ert útbúgving innan KT. Ja, tú kanst faktiskt koma í gongd, uttan at skula koda eina einastu reglu!

 

Ein av teimum stóru fyrimunum við Power BI er, at visualiseringar eru interaktivar og kunnu brúkast til at filterera tey data, sum verða víst í øðrum visualiseringum.

 

Á skeiðinum, vísa vit tær, hvussu tú bindir PowerBI saman við einari røð av datakeldum, so tú kanst fara beinleiðis heim og arbeiða víðari við tínum egnu data.

 

Hevur tú í tínum arbeiði, tørv á at hava yvirlit yvir einari røð av data, eigur tú at hyggja nærri at hesum skeiðinum.

 

Skeiðið verður 3.-9. juni 2020

Lýsing
Seinastu tíðindini
Liverpool Føroyar stuðlar Eydnudeildin v…
Miðhøllin á Skúlatrøð í kvøld: Fiskivinn…
Smæran: Tá ið Karin K fór til Eysturgrøn…
Bræv til Súna Selfoss, formann í Starvsm…
Torradagar og mentan í Klaksvík
Úr barna­garði­num á dansigólvið
Torraskráin mikudag
Tær góvu lív
Njál og lívsleið hansara
Sjúkra­hús-kvettroyndin miseydnaðist
Trupuleikin viðvíkj­andi ræðisrættindu­num…
Útróðurin
Sangløta í Café Gloria 
Njál og Erna – verjin hjá teimum veiku
Hetta er ískøld neyðtøka av Klaksvíkar S…
Hetta er at avtaka Klaksvíkar Sjúkra­hús!
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu
Eg krevji eina treytaleysa umbering, Chr…
Stórt føstulávintshald við Bubu, í Badmi…
ÍF er farið á venjingarlegu í Turkalandi