Lýsing
Lýsing
Lýsing

Team Rynkeby Føroyar savnaðu inn 260.000 kr

SKRIVAÐ: Team Rynkeby Føroyar  |  16.02.2020 - 09:58 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv

Nú árligu gallaveitsluna er farin aftur um bak, takka vit hjartaliga fyri allan tann fantastiska stuðulin, sum tit hava givið Team Rynkeby Føroyum. Undirtøkan til veitsluna hevur verið framúr góð, og tað varð útselt fyri fleiri vikum síðani.

Gestirnir hava hugnað sær og hava fingið fyrsta floks undirhald, tónleik og mat. 

Í samband við veitsluna varð ein kekkur handaður fyri innkomnu pengarnar, sum veitslan gevur. Upphæddin var 260.000 kr.


Vit á Team Rynkeby Føroyar-liðinum takka Hotel Føroyum fyri at lata hølir, kokkar og hjálparfólk. Takk til Okkara, Føroya Bjór, PM-heilsølu, H.J. Hansen Vin og Landshandilin fyri mat og drykkjuvørur. Takk til allar tónleikarar og sangarar. Takk til Dáva Djurhuus, Rógva Langgaard og Jan Berg Jørgensen fyri filmsframleiðslu. Takk til Steingrund akustik fyri bæði tøkniliga framleiðslu og útgerð.

Síðst, men ikki minst, túsund takk til tykkum øll, sum keyptu atgongumerki til veitsluna. Uttan tykkum var eingin gallaveitsla. Allur innkomni peningurin fer til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking innan hesar sjúkur í Føroyum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona