Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kári P. Højgaard í Smæruni

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  20.02.2020 - 10:00 Mentan Myndarøð Vinna

Kl. 15.00 í dag fer Kári P. Højgaard at greiða útróðri við maskinbáti og umstøðum í Ravnoynni í 1969, sum var seinasta árið, føroyingar róðu út frá hesum plássinum.

Við Sigmundur ll FD 259 í Ravn Stóroy Í 1969

Kári P. Højgaard greiðir frá útróðri við maskinbáti og umstøðum í Ravnoynni í 1969.

Dávur Winther:

Í samrøðu við Kára P. Højgaard er hann varðin og gera vart við, at tað finnast nógvir føroyingar, sum hava róð út mong Harrans ár í Grønlandi og hava størri og betri vitan um útróður á hesum leiðum, enn hann, ið bert hevur roynt hendan møguleikan eittans ár nevnliga 1969 í Ravn Stóroy. Hetta gjørdist eisini seinasta árið, føroyingar róðu út í Ravnoynni.

Sum hjá so mongum ungum føroyingi var dreymurin ein yrkisleið á sjónum og sjálvsagt skuldi man ein dag verða skipsførari. Til hetta kravdist siglingartíð og fyrsta stigið til fjarfiskiskap varð tikið í 1968, tá Kári vendi sær til Derhard Olsen skipara úr Rituvík og bað sær kjans. Derhard førdi trolaran Havborgina, hetta var ein saltfiskatrolari og leiðin gekk til Grønlands.

Trolarar, sum hetta summarið royndu við vanligu botntrolunum, høvdu vánaligan fiskiskap, meðan tey skipini, sum royndu við flótitroli, fingu sera góða veiðu.

Gadus

Norski hekkutogarin Gadus, sum á sínum fyrsta túri royndi við flótitroli, fekk fulla last í flaki uppá trýggjar mánaðir. Túrurin hjá Kára og teimum vardi knappar fýra mánaðir, og tá høvdu teir ”bert” fiskað 220 tons í saltfiski.

Rógva út í Grønlandi

Nógvir føroyingar í nærumhvørvinum hjá Kára, mest av Toftum, róðu út í Grønlandi ár eftir ár og teirra frásagnir ljóðaðu spennandi, heldur Kári. Nevnd vóru útróðrarpláss og staðarnøvn sum Tovkussak, Grátufjørðurin, Ravn Stóroy, Kangarssuk, Borgshavn.

Ja, hetta hevði so stóra ávirkan á unga og braneggjaða Kára, at tá ið hann varð spurdur, um hann hevði hug at koma yvir til Grønlands, í Ravnoynna at rógva út við Sigmundi ll, so var eingin ivi - Hann segði ja, beinan vegin.

Við Astreau til Grønlands

Mynstrað varð í Tórshavn 13. mai 1969. Skipið sum sigldi teir yvir, var Astrea. Hetta var eitt gamalt norskt ferðamannaskip, sum Skipafelagið keypti og nýtti stutt tíðarskeið til ferðafólkaflutning millum Føroyar og Keypmannahavn, eftir at Tjaldur varð selt til Chile.

Ferðin vestur um hav gekk væl, og royndu føroysku útróðrarmenninir høvdu á orði, at munur var at sigla við hesum leinaranum og teimum skipunum, teir áður høvdu ferðast við.

Vanliga var talan um fraktbátar, har ferðafólkið búleikaðist í lastini, har teir noyddust at húsast sum frægast í knappa viku, ið var tíðin, tað tók at sigla yvir í Føroyingahavnina.

Komu yvir í pakkís

Tá ið teir komu yvir, var nógvur pakkísur tætt úr landi. Tí var eingin møguleiki at sigla inn í Ravnoynna. Leiðin gekk tí norð í Føroyingahavnina, men eisini her var nógvur ísur, so ikki slapst inn uttan hjálp.

Ein kendur klaksvíkingur Álvur Zachariassen, var skipari á Astreu. Ein sleipibátur ella ísbrótari, Sigyn kom út og breyt eina siglingarrennu, so teir kundu sigla inn.

Allir bátarnir stóðu á dekkinum og útgerðin var umborð á skipinum, so her vóru góð ráð dýr. Menn høvdu lítlan hug til at lossa alt í land í Føroyingahavnini tí leiðin gekk upprunaliga til Ravnoynna, sum lá longur suðuri.

Eftir umhugsan varð tann avgerð tikin, at Astrea skuldi liggja nakrar dagar og tey 65 fólkini, sum skuldu í Ravnoynna, sluppu fyribils at búgva umborð. 

Tann 29. mai var ísurin losnaður so mikið, at ein roynd bleiv gjørd saman við Sigyn, at fáa Astreu og okkurt annað skip út úr Føroyingahavnini.

Í hesi royndini fekk Astrea skrúvuskaða av ísinum, sum gjørdist so álvarsligur, at skipið ikki kom aftur í regluliga sigling, men varð selt sum gamalt jarn.

Astrea skaða í ísinum

Nú Astrea var farin, vóru ravnoyarfólkini húsvill, men við góðari hjálp fingu øll tak yvir høvdið. Sum nevnt verður í áttandu bók síni ”Teir tóku land”, so blivu einir 20 mans stúgaðir inn í eitt hús, ið hittinorðaðir menn skjótt doyptu, Hotel Ravnsoy.

Aðrir fingu pláss í búskúrum, har onkrar tómar koyggjur vóru, meðan aðrir búðu á Sjómansheiminum og á Velfærdshúsinum. Eisini var møguleiki at keypa høvuðsmáltíðirnar á hesum støðum.

Kom og hoyr víðari frásøgnina og mangt annað, ið Kári P. Højgaard hevur at siga frá hesi serstøku ferð í 1969 - í Smæruni, hósdagin Kl. 15.00.  
 

Útróðrarmenn í Ravn Stóroy Í 1969. Nækrar heilt fáar kvinnur vóru eisini við, sum m.a. gjørdu mat til menninar

Líðarnøva ll VA 137 Sørvági Árni Hansen formaður. Sigmund Davidsen, Poul Johs. Mikkelsen og Arndal Mouritsen, allir Sørvági

Olivia VA 95, Sørvági: Lindberg Mikkelsen, formaður, Magnus Magnussen, Petur Kruse og Karter Zachariassen, allir Sørvági.

Brandur VN 95, Arngrím Madsen, formaður, Magnus Joensen, Jógvan Jensen allir Kvívík og Hans Joensen, Tórshavn.

Gáadrangur Mykinesi: Karlo Joensen, formaður, Vilhelm Hansen og Sámal Thomassen, báðir Sørvági.

Harðaberg SA 124, Skopun: Tórólvur Poulsen, formaður, Heðin Poulsen, Eyðfinn Poulsen, og Christoffer Hentze, allir Skopun.

Ravn Stóroy norður. Hertúgurin Toftir: Klæmint Hammer, Toftir, og Hákun Jacobsen, Tórshavn.

Julia FD 137, Toftum: Esmar Højgaard, formaður, Verner Olsen og Jens Reynold Olsen allir av Toftum.

Líraberg SA 144, Skopun: Petur Hans Winther, formaður, Joen Jacob Winther y, Haldor Haraldsen, allir Skopun og John D. Joensen, Sumba.

Sigmundur ll FD 259, Toftir: Johan Chr. Olsen formaður, Johan Olsen Toftir, Jákup Mohr og Kári P. Højgaard, Saltangará.

Sjóguttin FD 159, Toftum: Páll Olsen, Toftir, formaður, Jonhard Olsen Rituvík, Jack Højgaard, Vestmanna, og Hjalmar Lamhauge, Runavík.

Eydnuvón FD 295, Toftum: Erling Højgaard, formaður, Richard Højgaard, Toftir og Jónfríður Petersen, Rituvík.

Finnur: Sólbjartur Gudmundsson, Tórshavn, Joen Jacob Jacobsen og Johan Martin Nicolaisen, báðir úr Skopun. 

Fiskurin FD 152, Toftum: Hanni Højgaard, formaður, Hilmar Højgaard báðir av Toftum, Eiler á Líknagøtu og Liss á Líknagøtu bæði Saltangará. 

Gamli Hans, Skopun: Pól Olsen, formaður, Ólafur Finnbogasson, Hákun Johannesen, allir Skopun, og Johan Vitus Johannesen, Dali.

Gerðisbáturin FD 286, Toftum: Johan Hansen, Nesi, formaður, Pól K. Hammer, Toftum, og Ernst Petersen Rituvík.                                                                                                                                                                           

Havaldan SA 152, Skopun: Jacob Eli Hansen, formaður, Eisenberg Hansen, Joen Jacob A. Joensen og Hans Borgar Songjógv, allir Skopun.
 

 

Hósdagin

Smæran

Kl. 15.00         Kári P. Højgaard greiðir frá útróðri við maskinbáti og umstøðum í Ravnoynni í 1969, sum var seinasta árið, føroyingar róðu út frá hesum plássinum.

                      Báturin, teir róðu út við, var Sigmundur ll av Toftum.

Eisini verður kaffi/te og køkur afturvið einum góðum práti

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund