Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Gongufelag 2020 

SKRIVAÐ: Norðoya Gongufelag  |  20.02.2020 - 21:13 Mentan Tíðindaskriv

Gongubólkurin í Norðoya Gongufelag hevði kaffifund í vikuni. Tikið bleiv saman um fyri 2019 og ætlanir blivu lagdar fyri 2020. 

Vit vóru á einum máli um, at tað er sunt og gott fyri likam, sál og anda at ganga og at føroyska náttúran er fantastisk til tað. Semja var um ikki at seta dato og stað fyri túrarnar fyri alt árið, men at leggja teir eftir veðrinum og ættini. Tí fara túrar at blíva lýstir á facbook-síðuni, Norðoya Gongufelag, við stuttum skoðbrái. Einkultir longri túrar fara tó helst at blíva lýstir í góðari tíð t.d vóna vit at fáa ein góðan Norðoyastevnutúr. 
Norðoya Gongufelag er eitt áhugafelag uttan limagjald, og ØLL eru vælkomin við og ynskir um túrar. eru vælkomin.  

 

Ì2019 vóru vit 17 túrar. Vit byrjaðu og endaðu ári í fjøllunum. Fyrsti túrurin var longu nýggjársmorgun, tá nøkur fjallafólk fóru niðan á Miðfjall, og síðsti var ein túrur niðan á Kjøl gamlaárskvøld.  Vit hava gingið nógv lokalt, men eisini verið í Vágunum við Pól Sundskarð og í Kalbak. Vit royna at gera fjølbroyttar túrar og hava gingið summar og vetur og morgun og kvøld. 
Tað er neyðugt at ganga. Serliga í hesum døgum, sum júst eru farnir afturum, har feitt og sukur herjar á kroppin sum ódnarveður og kolesterol og vekt fer í topp. Tað var heldur ikki av ongum, at kendi danski heimsspekingurin Søren Kierkegaard hámetti gongutúrarnar. Hann metti teir vera besta heilivágin. Hann kundi ganga seg frá øllum tungum tonkum og trupulleikum í lívinum,og hann hevði gingið seg til sínar bestu tankar. Hann kundi ikki vera túrarnar fyriuttan og ávaraði beinleiðis ímóti at missa hugin at ganga.  
Norðoya Gongufelag takkar øllum fyri túrarnar í 2019 og vónandi fáa vit nakrar góðar túrar eisini í 2020. Felagið er ein áhugabólkur og gonguáhugaði fólk eru vælkomin at taka stig til túrar, taka ábyrgd, lýsa og skipa fyri túrum á FBsíðuni.  
Vit í gongubólkinum fyri Norðoya Gongufelag eru: PólJ, Anna, Eydna, Kamala, Gunnvør, John, Amanda og Hanus. Við ynskjum um eitt gott ár í 2019. Komið øll við ! 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar