Lýsing

Í Ravn Stóroy við Kára P. Højgaard

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  21.02.2020 - 13:08 Mentan Myndarøð Tíðindi

Kári P. Højgaard greiddi í gjár hugtakandi frá í Smæruni um, tá ið hann saman við 65 øðrum monnum og tveimum kvinnum fór til Ravn Stóroy í 1969, sum eisini var seinasta árið teir rógvu út hagani.

Tá ið teir komu yvir til Grønlands var nógvur ísur – so nógvur, at ikki var møguleiki at koma inn í Ravn Stóroy. Teir hildu tí leiðina fram til Føroyingahavnina – hagani kom ein ísbrótari út og gjørdi teimum eina siglingarrennu. Astrea, sum hevði siglt teir yvir, varð liggjandi eina tíð sum “hotelskip”.

 

Tá ið tíð var fráliðin, fingu teir siglt suður í Ravnoynna og fingu rigga seg til í skúrum har. Við í ferðalagnum vóru 16 bátar og hildu teir til í Norðaru Havnini.

 

Hetta var ein áhugaverd tíð, tó at har ikki var rúmligt og vítt til veggja, so høvdu teir tað gott har, segði Kári P. Højgaard.

 

Teir fiskaður rímiliga væl og var, sum so ofta, kapping millum bátarnar. Og fyri at vera enn betri, enn hinir, var onkur bátur, sum breyt vakt og fór avstað fyrr enn aðrir.

Kári var við Sigmundi ll. FD 259 av Toftum. Við honum vóru: Johan Chr. Olsen formaður, Johan Olsen Toftir, Jákup Mohr frá Fuglafirði, sum giftist til Saltangará og Kári P. Højgaard, Saltangará.

 

Fríløtur

Onkrar fríløtur vóru har teir m.a. hentaðu ber, spældu fótbólt ella sunnudagar, sum altíð vóru frídagar, gingu suður í Suður Havnina, sum tók ein hálvan tíma. Har hittu teir aðrar manningar, ið har vóru.

 

Staðið eitur Ravn Stóroy, og sum navnið sigur, var nógvur ravnur í økinum. Kári fekk sær eina ravnapisu, sum gjørdist rættiliga spøk - so spøk, at um hon var á flogi og kundi vera langt burturi, so kom hon skundisliga aftur, tá ið Kári floytaði á hana.

 

Kári gjørdist so góður við ravnin, at hann hevði sett sær fyri, at taka hann heim við, tá ið teir fóru heim aftur. Men onkur hevði blakað ein kinesara eftir ravninum, so hann stygdist.

 

Við í ferðini til Klaksvíkar hevði Kára, Justinus Hansen (Ysti), sum var 2 ár við skipi og 15 ár við egnum báti og róði út í Ravn Stóroy. Eisini var Jacob Davidsen við, sum hevði t róði út  13 ár í Gretufjørðinum og Føroyingahavnini. Teir høvdu nógv ymiskt at leggja afturat frásøgnini hjá Kára og vóru samdir um, at hetta hevði verið góð tíð.

 

 

Kári plagar oftani at hyggja inn á gólvið hjá Bátafelagnum á Bakka. Teir høvdu glósað Kára við, at tað var undarligt, at hann skuldi fara til Klaksvíkar at greiða teimum har norðuri frá útróðri! Um hann ikki vist, at Klaksvík var háborgin fyri útróðri?

 

Teir nevndu Jack Højgaard, sum róði út við Sjóguttanum í Grønlandi – Hann er enn virkin, tó at hann er 82 ár. Her fyri fiskaði hann fyri kr. 100.000,-, einsamallur við báti sínum. So hann var og er enn ein ein virkin fiskiklógv.

 

Framløgan hjá Kára P. Højgaard fekk prátið á glið, tí har vóru nógvir manns, ið høvdu roynt hetta sama – at rógva út við maskinbáti í Grønlandi.

 

Heiðursgáva Landsins

Hetta var ein góð og lærurík tíð, sum Kári minntist aftur við gleði. Hann kom tó við einum hjartasuffi:

 

Heiðursgáva landsins verður latin sambært grein í kunngerð um stuðul til mentan og list, har landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Heiðursgáva Landsins.

 

Her meinti Kári, at lærarin og sjónvarpsmaðurin Zacharias Hammer við sínum virksemi, framleiðslu av filmum og ørgrynnu av sjónbandatilfari á sera dugnaligan hátt hevði bergtikið Føroya fólk, og at hann átti hesa heiðursgávu uppiborna.

 

Eisini hevði útvarpsmaðurin og rithøvundurin Jógvan Arge, sum hevur skrivað eina rúgvu av bókum m.a. 8 bind í røðini ”Teir tóku land”, uppiborið heiðursgávu. Jógvan hevur verið við til at varðveita ein týdningarmiklan part í orðum og myndum av føroyskari siglingarsøgu.

 

Vón mín er, at hesir menn, sum nú eru komnir nakað til árs, fáa tað viðurkenning, teir hava uppiborið - nevnliga Heiðursgávu landsins, segði Kári P. Højgaard at enda.

 

 

Hesi vóru í Ravn Stóroy í 1969

Líðarnøva ll VA 137 Sørvági Árni Hansen formaður. Sigmund Davidsen, Poul Johs. Mikkelsen og Arndal Mouritsen, allir Sørvági

Olivia VA 95, Sørvági: Lindberg Mikkelsen, formaður, Magnus Magnussen, Petur Kruse og Karter Zachariassen, allir Sørvági.

Brandur VN 95, Arngrím Madsen, formaður, Magnus Joensen, Jógvan Jensen allir Kvívík og Hans Joensen, Tórshavn.

Gáadrangur Mykinesi: Karlo Joensen, formaður, Vilhelm Hansen og Sámal Thomassen, báðir Sørvági.

Harðaberg SA 124, Skopun: Tórólvur Poulsen, formaður, Heðin Poulsen, Eyðfinn Poulsen, og Christoffer Hentze, allir Skopun.

Ravn Stóroy norður. Hertúgurin Toftir: Klæmint Hammer, Toftir, og Hákun Jacobsen, Tórshavn.

Julia FD 137, Toftum: Esmar Højgaard, formaður, Verner Olsen og Jens Reynold Olsen allir av Toftum.

Líraberg SA 144, Skopun: Petur Hans Winther, formaður, Joen Jacob Winther y, Haldor Haraldsen, allir Skopun og John D. Joensen, Sumba.

Sigmundur ll FD 259, Toftir: Johan Chr. Olsen formaður, Johan Olsen Toftir, Jákup Mohr og Kári P. Højgaard, Saltangará.

Sjóguttin FD 159, Toftum: Páll Olsen, Toftir, formaður, Jonhard Olsen Rituvík, Jack Højgaard, Vestmanna, og Hjalmar Lamhauge, Runavík.

Eydnuvón FD 295, Toftum: Erling Højgaard, formaður, Richard Højgaard, Toftir og Jónfríður Petersen, Rituvík.

Finnur: Sólbjartur Gudmundsson, Tórshavn, Joen Jacob Jacobsen og Johan Martin Nicolaisen, báðir úr Skopun. 

Fiskurin FD 152, Toftum: Hanni Højgaard, formaður, Hilmar Højgaard báðir av Toftum, Eiler á Líknagøtu og Liss á Líknagøtu bæði Saltangará. 

Gamli Hans, Skopun: Pól Olsen, formaður, Ólafur Finnbogasson, Hákun Johannesen, allir Skopun, og Johan Vitus Johannesen, Dali.

Gerðisbáturin FD 286, Toftum: Johan Hansen, Nesi, formaður, Pól K. Hammer, Toftum, og Ernst Petersen Rituvík.                                                                                                                                                                           

Havaldan SA 152, Skopun: Jacob Eli Hansen, formaður, Eisenberg Hansen, Joen Jacob A. Joensen og Hans Borgar Songjógv, allir Skopun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Saknurin verður stórur
Eg síggi ljóst uppá framtíðina
Góður fiski­skapur eftir gullaksi
Flokksmannadagur 2020
Føroyar á odda
Býráðsskrivstovan um páskirnar
183 føroyingar fingið staðfest smittuna
Listafólk kunnu søkja um luttøku í Lista…
Hjálpið handilsvinnuni við at keypa føro…
Hon skrivaði bræv og riggaði av, ímeðan…
Ljóðbrot: Tá KÍ vann greipuna fyri fyrst…
Pálmasunnudagur - andakt
Tredivutúsund ára gamlir, ella eldri, tr…
Minkandi vindur seinnapartin
Ísfiskalínu­skip­ini í Norð­oyggjum eru løg…
Eingin smittaður seinasta samdøgrið
Hygg her: Saman í tryggari frástøðu
(Ársúrslit) KÍ hevði nógv størst yvirsko…
Beinleiðis stroyming kl. 21
Egnarar fáa einki