Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frits í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  23.02.2020 - 14:45 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ikki eiti á framsýning – litføgur og glað! Tað komu eisini hópin av fólki at skoða, heilsa uppá listamannin og ikki langa løtu eftir at ferniseringin var av við røðu og tónleiki frá størsta parti av Hjarnar, var meginparturin av framsýningini seldur.

Ein framúr góð framsýning!

 

Gamla seglhúsið er eisini sera væl egnað til endamálið og vertsfólkini Jastrid og Símun eru tikin í leikum til slík høvi – duga at varta upp og borðreiða við góðum kjøti úr Hattarvík.

 

Framsýningin er opin fram til 25. Mars.

 

Niðanfyri er brot úr røðu, sum var hildin, tá ið listaframsýningin lat upp.

 

Frits í Gamla Seglhúsinum

 

Góði Frits!

 

Vælkomin til Klaksvíkar enn eina ferð á tínum mongu listaferðum higar! 

 

Her, sum eg veit at tær so væl at vera og koma.

 

Tú tekur so oftani til, “Ongastaðni sum í Norðoyggjum finnur tú so nógv listafólk – skrivandi fólk, listamálarar og tónleikarar – og so plagar tú at taka í eina langa ramsu, sum byrjar við Waagstein, Glerfoss, Hans Hansen, Fridtjof, Fridu, Elinborg, Edward og Archibald – Símun av Skarði, Símun Petur Zachariasen, Bernhard Brim og øll hini. Best at halda uppat at nevna nøvn, tí eg gloymi ov nógv eftir leiðini.

 

Tað er helst eisini nakað romantiskt og hábærsligt við at ferðast – at flyta seg.

At flyta seg í annan stað. Tú minnist frá ungum, tá ið bíðað varð norðuri í kaihúsinum hjá Meinhardi á Gulldrangi eftir Barskor og Polaris.

 

Tá ið tú skuldi fara til Oyndafjarðar til ættarfólk tíni har – ella tú skuldi til stórbýin við stóra sjúkrahúsinum og Damernes Magasin hjá Kjølbro – og so allir hinir handlarnir, sum høvdu ljóðføri ella plátur. Ja, tá vart tú rættiliga komin til stórbýin.

 

Frits vaks upp norðuri á Bakka í Fuglafirði, ein aldingarður dygst við Stóru brúgv og kaiina, har hann hevur sæð mong skip siglt út og inn, og eina fjøld av fólki farið oman og niðan um hetta lendið.

 

Her var ofta farið at siga faðirinum farvæl – ella her stóð Frits og bíðaði, tá ið Ólavus Halgi kom aftur av longum ferðum.

 

Beint omanfyri stóð Bólsteinur prýðiligur og erbarur við myndugleika. Hann kundi verið íbygdur, men tað, sum vell út úr honum, fekk huga tín at reika.

 

Hann gjørdist bjargalendið, sum Frits vildi vinna á. Tí sat hann ofta ovast á honum og helt sínar røður, ella bar fram hugleiðingar sína um, hvussu hesin heimur kundi verið annarleiðis, júst sum Sigert í Kirkjubø – ikki tí tú var ikki ein krevjandi unglingi. Hjá tær var hetta lítla økið himmiríki á jørð.

 

Fjøran - líka Heim á Sand, Heim á Oyrina er ein íblástur í dag hjá penslabørnum tínum, har marmennlar, saman við mannakroppum, veðrum og neytum, sum hava útikonsert á hesum lendi.

 

Flyglið hevur latið seg upp, og í hesum tónleikadammi liva lívførir tónleikarar, sum eisini hava útikonsert.

 

Hálvir skjøldrar og hálva hjólið liva eisini sítt sæla lív á hesari sýning, og málningar við tínum kæru skúlanæmingum reiða sær eisini ból í Gamla Seglhúsinum.

 

Ja, og krokodillan liggur á knøunum  á pianistinum undir  konsertini, meðan Pius 15. og talgildu nunnurnar líða á, lítandi at Syðradali x 3 - friðsælt og gott.

 

Hvat eitur hetta – Kompositiónir? Ævisøgulig sjónarmið? Bygnaðarforvirrilsi? Mynstur hurlivasi? Rumbul, Ruðuleiki, Vas, Fløkja, ella Brongl?

 

Eg veit ikki! Mær nýtist heldur ikki eitt háfloygt heiti ella hugtak á hetta! Til hvørja mynd hoyrir ein long søga – eingin av tínum  málningur er málaður av tilvild.

 

Tað er stuttligt at fylgja tínum hugflogi, sum er uttanfyri tað “normala”, og ikki kann setast í bás. Og júst hetta; saman við tínum litavali, er tað, sum ger hyggjaran glaðan.

 

Myndevnini eru óendalig, tí tú ferðast so víð – um ikki fysiskt, so í hugaheiminum, sum ikki liggur stillur – heldur ikki tá ið tú svevur:

Marmennlar, krokudillu, tupilakkar, veðrar

Útikonsertir, manskór, unglingakonsert, Pius 15., talgild nonna, kardinalar, Næmingar, sum tú elskar yvir alt, teldur, konsert á Skarðinum, í haganum og aðra staðni við, hálvir skjøldrar, sum tú letur okkum byggja lidnar í dulviti okkara – sama er við hálva hjólinum.

Altarborðið, sum tú hevur málað oftani, men hesaferð úti – Ja, hví ikki tað – her er kanska talan um tann nakna sannleikin?

 

Alt eygleiðingar - leiðingar úr heimligum umhvørvinum ella tikið úr tínum leikandi lætta hugflogi, ið er sum hjá fáum.

 

Góði Frits – tú ert so fittur, hjartaligur, lítillátin og gávumildir!

Tað siga tínir málningar! Tí eru øll so góð við teg – ella vilja sleppa at vera góð við teg!

Tá ið tú so kennir Frits, sannar tú skjótt, at so er! – málningarnir lúgva ikki.

Og tí er tað torført at vísa tær takklætin nóg stórt!

 

Góði Frits, tú ert sum vínið – tú gerst betri við árunum! (75 ár)

Hetta er ein av tínum heilt framúr sýningum!

Tú hevur flutt teg! Tú flytir teg enn!

Tú ert ein ótømandi kelda – virkin og eldhugaður!

 

Okkara felags vinum PMP kvøður í einum av sínum yrkingum:

Eg tekti teg í tokutámi
í grønu gjót við gjáargarð,
eg sá teg lita lot á lørift
og ælabogan, sum hann var.

Ein grønan gulan gudagand
har handahógv og hulduhegni
sær settu lit og ljós í bland
ígjøgnum mjúka mjørka-regnið.

Gudagivin glæstriglæma,
foldarinnar fína fleyr,
seg upp á tín málning ama,
listarlívsins sevjuseyr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár