Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óli í Smæruni týsdagin í Torravikuni

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  23.02.2020 - 14:55 Mentan Myndarøð Tíðindi

Týsdagin í Torravikuni komu Óli Jacobsen og Njál Djurhuus á gott í Smærunu, har Óli skuldi greiða frá um Sigert í Kirkjubø. Seinni um kvøldið skuldi Njál so greiða frá lívsleið síni í Miðhøllini.

Sjálvandi stjól Njál nakað av myndini og vildu fólk sleppa at heilsa uppá Njál, sum Njál ikki smæddist fyri – tvørtur í móti.

 

Óli Jacobsen hevur skrivað mangt og mikið, og gjørt vart við nógv siðsøguligt og ein serligan tokka hevur hann havt til frásagnir av sjónum og ættarsøgur - fólkalívsfrøði.

 

Hann hevur verið víða og dugur væl at siga frá. Onkuntíð finnur hann fram aftur “gloymdar persónar” og lýsir teir til fullnar, so tú gert góður við teir, s.s. Dollan – ein serstøk og drúgv søga.

 

Óli hevur skrivað bøkur, men kanska serliga eru tað rúgvusmiklu greinarnar í Sosialinum, sum lýsa væl ymiskt siðsøguligt, so tú leggur merki til.

 

Her fyri var ein greinarøð um Sigert í Kirkjubø – henda serstaka mannin, man hevur hoyrt um, ið m.a. fór til Russlands sum 20 ára gamal, og at hann hevði verið víða um har og eisini í Sibiria.

 

Men júst hvør hesin maðurin var, og hví hann reikaði soleiðis, sum her á landi ikki var vanligt tá, varð Óli Jacobsen biðin um at greiða nærri frá á Torradøgunum.

 

Sigert

Sigert er føddur í Kirkjubø (1869-1931). Hann var beiggi tey kendu fólkini í Kirkjubø, Jóannes, Sverra, Gazet og Helena, sum øll gjørdu vart við seg á ymiskum økjum.

 

Sigert fór blaðungur av landinum í 1889. Hann er millum fólk mest kendur fyri hansara ferðing í Sibirien fyrst í hini øldini. Tað hann skrivaði um hesa ferð kom út í bók á føroyskum í 1994. Men lívið hjá Sigert var nógv meira enn hetta.

 

Er nú eisini kendur í Skt. Pætursborg

Ein russiskur vinmaður hjá Óla, Andrei Melnikov, hevur týtt hesa bók til russiskt, og hon kom út nú seinasta heyst.

 

Hesa forkunnugu bók á russiskum um Sigert gav Klaksvíkar býráð vertunum á ráðhúsinum í Pushkin. Tað sama stjórnina í Skt. Pætursborg. 

 

Andrei, sum hevur gjørt Sigert kendan í Skt. Pætursborg, hevur annars tað beinleiðis samband við heimssøguna, at langabbi hansara var við til at basa Hitler í bardaganum um Stalingrad í 1943.

 

Tað undarliga er eisini,  at Óli hevur vinir í Pushkin, móður og dóttir, Polina og Valera, sum Óli hevur vitjað fleiri ferðir.

 

Ævintýrligt lív

Í  1905 finna vit Sigert í gøtunum í Skt. Pætursborg. Sigert livdi eitt ævintýrligt lív. Tað er ein hópur av tilfari, sum lýsir hann og hansara virki. Her er talan um bøkur, bóklingar, brøv og hundraðtals greinir, sum hava staðið í bløðunum um alt Europa, eisini í Russlandi.

 

Hann hevur dugað væl at gera vart við seg, so serligur, sum hann var, og tað bar altíð til at fáa eina góða søgu um hann.

 

Tað fyrsta og størsta avrikið hevur verið ferðin kring í Sibiria. Hetta er eitt ikki hissini øki. Sibiria er um 10.000 ferðir Føroyar til víddar, og tað fevnir um ein knappan triðing av knøttinum. Tann rutan, sum hann teknaði upp, tykist at vera heilt ótrúlig, ikki minst tá ið hugsað verður um ferðamøguleikarnar tá á døgum, til gongu, við hundasletu og á rossabakki. Sigert hevur eisini skrivað um fiskiskap í Norðursibiria.

 

Hann segði frá sínum lívi millum heidningarnar uppi norðast í Sibirien, har tað frysti niður í 70 stig um veturin, har summarið vardi tríggjar mánaðir og veturin níggju.

 

Upplivdi russiska kollvelting

Aftaná Sibiria kemur hann til Russlands, og her upplivir hann eisini kollveltingina 1905-1907, sum var upptakt til kollveltingina í 1917, tá ið kommunistarnir tóku valdið.

 

Seinni skrivaði hann eina bók  á svenskum ”Genom Ryssland under Revolutionen”. Tað vísir seg, at hann hevur verið við til avgerandi hendingar í hesi kollvelting. Henda bók fær sera góð ummæli í skandinaviskum bløðum.

 

Ferðing um knøttin

Í  41 ár  ferðaðist hann land úr landi, veraldarpart til veraldarpart. Gjøgnum kongaríkir, republikkir  og keisaraveldir livdi hann lívið saman við villmonnum, var á fundi saman við teimum hægstu í heimsins mentunarmætastu tjóðum – loyvdi sær einans stundir til at vitja tríggjar ferðir heim, tó at heimið altíð var miðdepil í lívi hansara.

 

Hann fór heilt eystur í Tibet, til hin heilaga býin Lhasa, har annars eingin fremmandur fekk loyvi til at koma inn. Ferðingin var heilt frá tí polarkalda Sibiriu, har hann át ráan frystan fisk, og suður í hitt steikjandi heita Marokko.

 

Alla staðni gjørdi hann vart við seg. Hann hevði eitt heimagjørt pass. Tá ið hann kom til ein bý, fekk hann kend og ókend at geva sær eitt stempul ella eina undirskrift. Millum hesi vóru danski Prins Aage, som búði í Marokko, og skrivarin hjá táverandi pávanum Pius. Umframt vóru tað konsolatir og fyritøkur, sum góvu honum stempul.

 

Eisini royndi hann at fáa fólk at leggja merki til sín. Hetta var partvíst við sínum klædnabúna og við at ganga berføttur og hattleysur, sum eisini hevur verið forkunnugt tá.

 

Fyrsti loysingarmaðurin

Men Sigert hevði eisini hugsjónir. Hann mundi vera ein tann fyrsti føroyingur, sum alment gekk inn fyri loysing frá Danmark. Hetta var langt áðrenn  sjálvt beiggin, Jóannes, fór at taka undir við loysingini.

 

Men hetta gjørdi hann so ikki væl umtóktan hjá sambandsmonnum og hjá donskum myndugleikum.

 

Veraldarríkið

Tað mest áhugaverda við Sigert var hansara hugskot um at broyta heimin, so hann gjørdist eitt betri stað. Hansara hugskot var at gera eina veraldarstjórn, har øll fólkasløg skuldu kunna liva í friði. Eisini skuldi vera ein felags religión, har grundarlagið var ”ver ren, vær skøn, vær sund, vær sand, vær hellig.”

 

Hansara vildi eisini, at í staðin fyri at byggja sjúkrahús, sum taka hond um fólk, eftir at tey vóru blivin sjúk, so skuldu heldur stovnar byggjast, sum skuldu fyribyrgja, at fólk blivu sjúk, bæði likamliga og sálarliga. Til hetta endamál skuldu byggjast ”vakurleikahøllir” við t.d. baðistovur.

 

Hann var sannførdur um, at russiskt dampbað kundi fyribyrgja flestu sjúkur.

 

Hetta er bara viðfáningar av tí, sum Sigert stóð fyri. Hansara ferð endaði í Kirkjubø í 1931, har hann er jarðaður. Men hann gjørdar Føroyar kendar í stórum parti av heiminum. Hetta var ikki lítið avrik tá í tíðini.

 

Sigert í Klaksvík

eftir framløguna varð nevnt, at Sigert antin í 1925 ella 28 var í Klaksvík. Hann var m.a. á Biskupstøðleiðini og vitjaði fólk har. Hann var eisini inni hjá Kjølbro, helst fyri at fáa nøkur oyru til ferðirnar.

 

Óli tók saman um, at Sigert var ein áhugaverdur maður, helst nakað serstakur, og at tað hevði verið áhugavert at skriva bók um mannin, men sjálvur helt Óli seg ikki til. Hann vónaði og legði upp til, at onkur annar tók hetta upp í bók.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund