Lýsing
Lýsing
Lýsing

VÍF hevði munin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.02.2020 - 19:03 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Hóast VÍF vann við 5 málum, tá samanum kom, so var munurin ikki stórur á liðunum, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og VÍF leiktu í KÍ-høllini i dag.

Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað VÍF sum hevði munin. Tá farið var til hálvleiks, var støðan 13-10 til VÍF.

Tá 14 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var javnleikur 14-14, men VÍF svaraði skjótt aftur, og tá seinni hálvleikur av hálvrunnin, var støðan 18-15 til VÍF. Síðani skiftust liðini um at skora, men seinastu løtuna staðfesti VÍF sigurin við nøkrum skjótum mótálopum, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 25-20 til VÍF.

Fyri Stjørnuna var tað dyggur smeitur, at Tóra Elisasen beint fyri hálvleik mátti av vøllinum vegna skaða í alboganum, hm kom ikki innaftur. Mina Sirdal Hendriksen og málverjin Raluca Nagy vóru ikki við, so stjørnuliðið var mannað við sera ungum leikarum, og tær stóðu heilt væl. Eins og í nógvum av undanfarnu dystunum vóru tað mongu mistøkini og brend brotskost sum kostaðu Stjørnuni dýrt.

Á liðnum hjá VÍF var stóur saknur í Agnas Olsen, sum meiddi sær fótin í steypafinaluni móti H71 seinasta vikuskifti.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Sonja L. Sirdal 5, Jancy Jacobsen 4, Tóra Eliasen 3, Tóra Norðá og Miriam Bethuelsdóttir  2, og Óluva Joensen og Maria Biskopstø hvør sítt

Lýsing
Seinastu tíðindini
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus