Lýsing
Lýsing
Lýsing

John Dam og rækjusøgan

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  23.02.2020 - 20:47 Mentan Myndarøð Vinna

Helgi Jacobsen, rithøvundi hugleiddi leygardagin í Miðhøllinin um rækjusøguna

John Dam var vestmenningur, vaks upp í Vestmanna, tímdi ikki væl at ganga leingi í skúla og fór til skips sum 13 ára gamal. Men hann tímdi kortini at læra til tað skipara, sum var tað neyðuga tá. Hann gjørdist skipari 22 ára gamal og tá hann hevði ført skip í nøkur ár, tá ið hann fór á stýrimansskúla.

 

John gjørdi nógv undarligt, sum helst er eyðkenni fyri fólk, ið bróta upp úr nýggjum. Hann var vorðin forlovaður við Unn Niclasen, dóttir Zacharis á Skipafelagnum, eitt ár eftir at hann var liðugur sum skipari. Tey giftust eitt leygarkvøld í 1953 í juli. Eingin í familjuni visti av, at tey blivu gift og tað finst eingin brúðarmynd av teimum.

 

Fame

John førdi millum annað Fame í nøkur ár til hann fór á stýrimansskúlan. Hann var vorðin giftur við dóttir Zacharis á Skipafelagnum, og helst skuldi hann lyfta arvin og fara í farma- ella handilsvinnuna. Og so var, hann fór út í verðina at sigla og nógvar søgur eru frá tí tíðini.

 

Men John treivst ikki í handilsvinnuni. John Dam vildi á hemaraveiðu, tá hann frætti um at Jóhan í Hoyvík og aðrir høvdu verið á hemaraveiðu undir Føroyum. Zacharias á Skipafelagnum lat aðrar gera onkrar royndir eftir hemara áðrenn Bakur kom, og Zacharis bað Óla Fossaberg á Stykkinum fara út við skonnartini Hvítabjørn at royna eftir hemara. Fossaberg fór og teir royndu í 14 dagar men fingu ongan.

 

Zacharis bað teir fara út eina ferð afturat, og tá fingu teir ein hemara. So fóru teir útaftur triðju ferð.

 

"Um tú trýrt tí ella ikki," segði Zacharias á Skipafelagnum, "hesa ferð  komu teir innaftur við hálvum øðrum hemara.  -  Teir høvdu roynt so leingi og høvdu ongan mat eftir, og tí høvdu teir etið helvtina av tí eina hemaranum."

 

Tá hemarin minkaði og prísurin lækkaði í Italia, tí so nóg kyksilvur var í kjøtinum, fóru John og Bakur í 1965 at royna eftir laksi í Vesturgrønlandi, bæði við línu og við gørnum.

 

Laksaveiðan fekk ikki frið. Tráðufiskarafelagsskapurin við góðari hjálp frá Bing Crosby fóru heilt til amerikansku stjórnina og Richard Nixon, sum skrivaði undir, at góvust skipini ikki við laksaveiðuni áðrenn 1975, fór USA at lýsa handilsbann móti Danmark og Føroyum.

 

Rækjufiskiskapin

So eingin framtíð var í laksinum, tá John Dam í høvdinum var liðugur at tekna nýggja Vesturvarða. Men laksurin var fiskurin, sum opinberaði rækjufiskiskapin fyri John.

 

Rækjur og lodnu høvdu grønlendingar veitt í langar tíðir inni land - og so nær stóðu rækjur og lodna stundum, at tað var bara at hóva upp í sjónum, til gleði fyri bæði fólk og hundar. - Men úti á havinum hevði John Dam sæð hesar stóru rækjurnar í rúgvuvís vella út úr kjaftinum á laksinum, tá hann kom at borði.

 

Tað serliga í 1969 var at hitin í sjónum nærkaðist nullpunktinum. Ringt fyri toskin, men sera gott rækjurnar, tí teirra ringasti fíggindi, toskurin, ikki longur legðist á at eta tær, nú toskurin var rýmdur.

 

So byggja teir Vesturvarða í Noreg. Skipið skuldi vera skræddaraseymað til rækjuveiðu, men ætlanin var eisini at hava møguleika at royna við línu og gørnum, m.a. eftir laksi.

 

Vanliga skuldi Búskaparráðið tá siga gott fyri veðhaldum og lánum. Men tað var ikki besta skoðsmálið, ætlanin hjá John Dam og hinum eigarunum fekk frá manningini í Búskaparráðnum. Knút Nolsøe sigur seg minnast, at  hann royndi at greiða frá, hvat ætlanin var við Vesturvarða. At ætlanin var at veiða rækjur. Og Knút royndi so at greiða teimum frá, hvussu ein rækja sá út og so framvegis.

 

Hann hevur tá, sum natúrligt hevur verið, eftir besta førimuni givið eina forkláring, hvat ein rækja var.  “Og tá minnist eg so týðiliga, at hesin maðurin, sum hevði við fígging at gera í Búskaparráðnum, segði at nú vóru føroyingar blivnir ørir í høvdinum: At fara yvir til Grønlands við trolara at fiska flugur.  At hann nevndi navni fluga komst av, at hann fekk at vita, at rækja var skikkað nakað sum ein marfluga, og hana kendi man so í Føroyum," hevur Knút Nolsøe greitt frá.

 

John lat eyguni upp á noregsmonnum

Í 1969 fór John undir eina veiðu, sum skuldi vísa seg at gerast størsta ævintýrvinna í føroysku fiskivinnusøguni, fyrst og fremst tí rækjur vóru ein so dýr rávøra. Ein heilt onnur søga er so tann, at tá Vesturvarði var bygdur á Søviksnes í Noreg, lat tað eyguni upp á norðmonnum fyri veiðu eftir rækjum á víðum havi.

 

Vesturvarði var 104 føtur langur, 24 føtur breiður og 12 føtur djúpur undir høvuðsdekkinum.  Hann var yvirdekkaður, hevði frystilast og kundi taka 83 tons. Maskinan var ikki stór til ein trolara, góðar 460 hestar. Pláss var fyri 12 monnum. Vesturvarði kostaði 2,5 milliónir krónur at byggja.

 

Teir skræddu illa á fyrsta rækjutúrinum, men royndu so við einum øðrum troli, men tað skrædnaði líka illa. So royndu teir at bøta. 

 

Teir høvdu ein sumbing við, sum æt Mikkjal, hann var tann einasti dekkarin, sum var royndur trolmaður, tí hinir komu allir av Baki, teir vóru línumenn og garnamenn.

 

Tað vísti seg, at fyrstu føroysku rækjumenninir kendu ikki nóg væl til, hvar frægast var at royna eftir rækjum uttanfyri tríggjar fjórðinga markið. Vesturvarði slapp ikki inn um tríggjar fjórðingar at royna og tað var orsøkin til, at John Dam royndi at fáa í lag eina avtalu við Lindenhann-brøðurnar og myndugleikarnar í Grønlandi um at sleppa inn um tríggjar fjórðingar at royna.

 

John fór álvarsliga til verka, tá hann fór í land at samráðast við myndugleikarnar í Godhavn og Lindenhann-brøðurnar. Nú skuldi hann royna seg sum diplomat og samráðingarleiðara fyri Vesturvarða.

 

Loyvi at fiska

”Eg hugsaði beinanvegin við mær sjálvum, at nú er okkurt á vási. Og tá hann fór í tann hvíta anorakkin, visti eg, at nú fór hann í land at samráðast, tí hann hevði einki at gera í anorakkinum umborð. Tá hann so fór í land, var tað sum at síggja ein prins í fínasta galla. Hann var ikki leingi í landi, og tá hann kom umborð aftur, var avtalan gjørd”, segði Helgi Debess.

 

Avtalan bar í sær, at Vesturvarði slapp at royna inni í Diskovíkini, og tá bar betur til og teir fingu beinanvegin fleiri rímiliga góð hál. Eisini skuldi Vesturvarði selja rækjur fyri Lindenhann-brøðurnar. Tann eini beiggin, Lars, var við onkran túrin og vísti teimum, hvar bankar við rækjunum vóru inni í Diskovíkini. Lars legði teimum eisini lag á við hagreiðingini og sjálvari kókingini, tí tað hevði eingin av føroyingunum roynt frammanundan.

 

Nógvur ísur var í Grønlandi í 1969. Teir royndu eisini eftir laksi, og samlaða veiðan henda túrin var bara 10 tons av laksi og 23 tons av rækjum, sum vóru samanfrystar í ein klump, tí tá saman um kom dugdu teir ikki at fáa vætuna úr rækjunum eftir at tær vóru kókaðar. Rækjurnar fóru beint úr grýtuni í frystilastina.

 

Tá teir í 1970 fóru næsta túrin, vóru teir betri fyrireikaðir og nú gekk øðrvísi. Veiðan var góð, frystingin gekk betur takka verið svenskari ráðgeving og svenskarar gjørdust eisini fyrstu keypararnir. Prísurin kom upp á kr. 9 pr. kilo. Og hýran var góð. Longu í 1970 var tað nokk bara nótaskipið Sólborg hjá Eiler Jacobsen, sum hevði betri úrtøku, enn Vestvarði.

 

Tað, sum var minni gott, var at grønlendingar skutu eftir teimum í Diskovíkini, tí teir bóru ótta fyri, at stór skip fóru at troka teir burtur.

 

Teir fiskaðu eisini laks í 1971, men eftir tað fór tað at ganga so væl við rækjunum, at teir veiddu rækjur burturav. Hetta árið fóru teir út á bankarnar og nú vóru eyguni eisini latin upp hjá øðrum føroyingum.  Í 1970 legði frystilíniskipið Oknin úr Runavík um at fiska rækjur og síðani komu Leikur og Hvítanes og Vesturland.

 

Suðurvarði kom í 1974 og var ein nýggjari og víðka útgáva av Vesturvarða. Okkurt felag helt, at Suðurvarði mátti vera tann perfekta útgávan av einum rækjuskipi, tí tá tað felagið skuldi byggja eitt rækjuskip í 1975, ljóðaði fjarritið til norsku skipasmiðjuna: "Et stykke skib, samme slags som John Dam". Tað bleiv Høgifossur.

 

Rækjuflotin vaks

Í 1975 vóru 11 skip í rækjuflotanum. Hetta sást aftur í veiðuni, sum í 1975 var 5.300 tons. So hvørt, sum rækjumarknaðurin vaks, vaks eisini hugurin at gera íløgur í rækjuskip. Rækjuskipini í Klaksvík gjørdust Horisont, Karina og Kjølur, sum var Vesturvarði.

 

Kristana Logos og Karina vóru tey fyrstu nýbygdu rækjuskipini, har tað mesta á verksmiðjuni var sjálvvirkandi.

 

At fleiri stór skip nú vóru komin í rækjuflotan sást aftur í veiðuni í 1976. Frá 1975 til 1976 tvífaldaðu skipini veiðuna uppí 11.200 tons. Rækjurnar vóru av sonnum vorðnar eitt ískoyti til føroyska samfelagsbúskapin.

 

John byggir Fame

Í 1977 bygdi John Dam rækjuskipið Fame, sum í veruleikanum var ein flótandi rækjuverksmiðja.

 

Tá Tórbjørn Jacobsen var landsstýrismaður í mentamálum, reisti hann í 2001 John Dam eina bringumynd í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. - John Dam var føddur í 1931 og andaðist í 2002.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…