Lýsing
Lýsing

Stavn um stavn

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  24.02.2020 - 04:49 Ítrottur Tíðindaskriv

Nú tvey umfør eru eftir í landskappingini í talvi stendur á jøvnum í oddanum í 1. deild millum føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.


Vágamenn vóru tvey stig fremri fyri dystirnar í dag, men tann leiðslan er nú fokin. Klaksvíkingar megnaðu javnleik 2-2 móti sandavágsmonnum í Vágum í dag, og havnarmenn vunnu 4-0 á kollfirðingum.  


Á fyrsta borði millum Sandavág og Klaksvík telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen og Ólavur Simonsen remis. Rógvi Egilstoft Nielsen vann á øðrum borði á Steintór Rasmussen, men á triðja borði eydnaðist Rana Nolsøe at basa Silas Eyðsteinsson. Á fjórða borði telvaðu Torkil Nielsen og Wille Olsen javnt.

 


Havnin tekur dik á seg


Havnarmenn gjørdu bart í Kollafirði. 


Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson og Luitjen Akselson Apol vunnu á Hans Kristian Simonsen, Kára Petersen, Bernhard Thomsen og Eivind Jacobsen.


Triði dysturin í 1. deild var í Vestmanna. Har vann annað lið hjá Havnar Telvingarfelag 2½-1½. Remis var á fyrsta borði millum Jákup á Rógvi Andreasen og Rógva Mortensen, Leif Reinert Fjallheim og Herluf Hansen vunnu á ávikavist John Jacobsen og Alfred Olsen, men á fjórða borði vann Rói Holgarson á Margar Berg.


Stórur spenningur er nú bæði í toppi og botni.

 


Úrslit og støðan í 1. deild eftir 8. umfar:
Sandavágur-Klaksvík 2-2

Kollafjørður-Havnin 0-4
Vestmanna-Havnin B 1½-2½


Havnin 24 stig
Sandavágur 24
Klaksvík 18½
Havnin B 12
Vestmanna 9
Kollafjørður 8½

 


Klaksvíkingar á odda


Í 2. deild tykjast klaksvíkingar at stevna trygt móti sigri og uppflyting í 1. deild við einum liði aftrat. 


Í dag vunnu klaksvíkingar stórsigur á runavíkingum. Finnbjørn Vang, Terji Petersen, Rani Baldursson og Ingolf Gaard vunnu 3½-½ á Brandi Højgaard, Meinhard Danielsen, Rúna Jacobsen og Henrik W. Joensen.

 


Úrslit og støðan í 2. deild eftir 8. umfar:


Klaksvík-Runavík 3½-½

Gøta-Havnin 2-2
Kollafjørður-Sandavágur 2-2


Klaksvík 22½
Havnin 19
Kollafjrrøður 17½
Sandavágur 14
Runavík 13
Gøta 10

 


Toppdystur í 3. deild


Í 3. deild eru liðini ikki færri enn ellivu. Í dag var níggjunda umfar á skránni.


Toppdysturin á Toftu millum Toftir og Klaksvík endaði javnur 2.2. Royndir menn mannaðu toftaliðið móti gávaðum unglingum úr Klaksvík. 


Á toftaliðnum vóru fyrrverandi føroyameistarar og OL-telvarar sum Jens Chr. Hansen og Bogi Ziska umframt Andrias Danielsen og Andreas Andreasen. Men ungu klaksvíkingarnir, Einar Gregersen, Heðin Gregersen, Flóvin M. Tummasarsson og Jóhann Rói Mortensen  fingu óvæntað 2-2.


Úrslit og støðan í 3. deild eftir 9. umfar:


Toftir-Klaksvík 2-2

Kollafjørður B.-Havnin 1½-2½
Sandavágur-Rókur 2-2
Sandavágur B.-Kollafjørður 2-2


Klaksvík 24½
Toftir 24
Havnin 21
Kollafjørður 20½
Sandavágur B 19½
Rókur 15½
Sandavágur A 15
Runavík 13½
Vestmanna 11
Kollafjørrður B 11
Havnin B 4½

 


Avgerandi endaspurtur


Tvey umfør eru nú eftir í kappingini. Níggjunda og næstsíðsta umfar verður komandi sunnudag 1. mars.


Tá verður telvað soleiðis í 1. deild: Havnin-Klaksvík, Vestmanna-Sandavágur og Havnin B.-Kollafjørður.


At síggja til hava havnarmenn torførari dyst enn sandavágsmenn. Her er tí helst eitt gylt høvi hjá vágamonnum at endurvinna leiðsluna í hørðu kapprenningini um meistaraheitið.


Undir øllum umstøðum er líkt til, at avgerðin í FM-kappingini fellur ikki fyrr enn í síðsta umfari og í innanhýsis toppdystinum millum Sandavág og Havnina. 


Endabresturin verður leygardagin 21. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…