Lýsing
Lýsing
Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, Kristian Martin Petersen, reiðari, og Hanus Hansen, stjóri í JFK í Vinnukjakinum | Mynd: kvf.fo

Nú trúgva fólk aftur uppá tað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.02.2020 - 13:39 Leiðarin Politikkur Vinna

Torravikan er nú farin aftur um, og í henni kom sera nógv forkunnugt fram. Eitt, sum viðførdi rungandi lógvabrestir á Skúlatrøð, var tá ið Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK, kunngjørdi á vinnutinginum aftaná fiskivinnutingið á Skúlatrøð mikukvøldið, at á Sjómannadegnum í 2022 fer ein nýggjur Gadus at stevna inn á Vágna í Klaksvík.

19. september í ár var ein stórur dagur, tá endaliga varð avgjørt at keypa ein nýggjan Klakk. Samstundis hava vit fingið ein ”nýggjan” Jákup B. Tað er stórt, hvørja ferð, tá skip koma í flotan, men uppaftur størri er tað, tá talan er um nýbygningar.

Ført hevur verið fram, at varð fiskivinnunýskipanin avtikin, fóru loyvini at verða savnað á fáum hondum. Hetta uppáhaldið varð gjørt til skammar, tá Kristian Martin Petersen, reiðari á Sandshavinum, eisini kunngjørdi sínar ætlanir á sama vinnutingi. Hann segði tað øvuta av uppáhaldinum, nevniliga ” Broytingarnar í fiskivinnulógini gera fortreytirnar at byggja ella keypa eitt meira tíðarhóskandi línuskip nógv betri”.

Sostatt kunnu vit staðfesta, at bæði stórir og smáir síggja munandi fleiri møguleikar enn forðingar í teirri nýggju skipanini, sum kom í gildi á nýggjárinum.

Á allar hættir tykist tað, sum um eitt nýtt tíðarskeið – ein nýggj ”era” – nú er byrjað. Óvissan, sum øll tann føroyska fiskivinnan varð kastað út í, tá øll loyvi vóru uppsøgd í 2007, er nú at enda komin. Nú er gjørt av, at reiðaríini hava loyvi í 12 ár fram, og at tey síðani verða longd við einum ári á hvørjum ári. Skulu tey uppsigast, má tað ígjøgnum í minsta lagi trý, í flestum førum fýra, løgting. Hetta eru teir tryggu karmarnir, vinnan hevur eftirlýst.

Uppgávan hjá Landsstýrinum er nú at tryggja, at tað sum er rætt og rímiligt eisini kemur til høldar. Í næstum skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nevniliga í tingið við inntøkulógunum, eins og fíggjarkarmarnir somuleiðis skulu fyri tingið. Hetta merkir, at knúturin við tilfeingisgjaldi nú verður loystur, og alt bendir á, at talan verður um eitt yvirskotsbaserað gjald, har hædd verður tikin fyri hýrum, oljuprísum og øðrum.

Eisini bíða fleiri í spenningi eftir skattaásetingini, har skattur av avhending av fiskiloyvum verður ásettur. Hesin kann í veruleikanum vera alt millum 0 og 100%, og samgongan hevur higartil hildið kortini tætt inn at kroppinum honum viðvíkjandi. Allur vinnuskattur er ópopulérur, men í tilgongdini til nýggju skipanina hava umboð fyri fiskivinnuna fleiri ferðir sagt, at tey væl kunnu taka undir við einum rímiligum gjaldi afturfyri rættindini. Nú fer borðið at fanga.

Alt í alt er líkt til, at samgongan hevur loyst hendan 12-ára gamla knútin á ein hátt, sum er sera góður fyri vinnulívið. Tað benda nýggju skipakeypini og skipabyggingarnar á. Nýggj skip eru eisini munandi betri bæði tøkniliga og trivnaðarliga, og tað gevur betri effektivitet, sum í síðsta enda eisini gevur betri rakstur. Hetta skuldi eisini gjørt reiðaríini betri før fyri at latið sín part til landskassahúsarhaldið, so eisini samfelagið uttanfyri fiskivinnuna merkir til framburðin.

Tað er ongantíð lætt at gera lógir, har meira verður kravt inn, men nú fáa vit at síggja. Í øllum førum hevur fiskivinnan nú fingið nakað afturfyri sítt land, nevniliga tryggar karmar, ella sum reiðarin á Sandshavinum orðaði tað, stabilar karmar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…