Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jimmy Sell úr danska Uttanríkisráðnum vitjaði Vinnulívsráðið í seinastu viku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.02.2020 - 15:11 Myndarøð Vinna

Sagt verður, at brúk er fyri tættari samstarvi millum føroyskar fyritøkur og handilsdeildina í danska Uttanríkisráðnum 

Hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku, hevði Vinnulívsráðið í Klaksvík, vitjan av Jimmy Sell, sum er toymisleiðari  í handilsdeildini í danska Uttanríksiráðnum. Á sjálvari deildini starvast umleið 60 fólk í Danmark og í ymiskum londum.  

 

Hósdagin varð fyrst vitjað í Klaksvíkar Kommunu, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Eirikur í Jákupsstovu, leiðari fyri vinnu og mentan, høvdu framløgu um kommununa og greiddu frá grundarlagnum undir vøkstri og  framgongd.   Síðani varð farið í Íverksetarahúsið, har Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari og Magni  Thomsen, samskipari, greiddu frá vaksandi virkseminum.

 

Um kvøldið var farið á Kósavirki., Har umboð fyri fýra fyritøkur høvdu framløgur, Hanus Hansen fyri JFK, Árni Skaale, fyri Looknorth, Heini Hansen, fyri Nema, og Frimodt Rasmussen, fyri KSS.

 

Fríggjamorgunin var so Netverksfundur í Vinnulívsráðnum,  har Jimmy Sell, greiddi frá orsøkini til, at hann var komin til Føroya. Teir ynskja at fáa tættari samstarv við fyritøkur m.a. her í Klaksvík. Væl var uppmøtt einir  stívliga 30 limir.

 

Jimmy Sell, vísti á, at Uttanríkisráðið er úti í heimi umboðað við 100 ambassadum í 68 londum, teir ráðgeva umleið 3.000 fyritøkum árliga og hava umleið 100 tiltøk við messum og øðrum átøkum.

 

Víðari segði hann, at teir ynksja samstørv við føroyskar fyritøkur og teir meta at fleiri fyritøkur í Føroyum eru viðkomandi, fyri virksemið í ymiskum londum. – Her hava føroyskar fyritøkur enn størri møguleikar.

 

Aftaná var høvi at seta  spurningar, har fleiri spurningar vóru reistir.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…