Lýsing

Fellisárið 2018, 3. partur

SKRIVAÐ: Arnstein Niclasen  |  26.02.2020 - 22:44 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

 

Ólavur Hátún

Øll kendu Ólav. Bæði sum lærara, sangleiðara, musikkskúlastjóra og fyriskipara fyri alrahanda átøkum í sangkendum høpi. Støðugt stjórnandi margfalda kórinum á Tinghúsvøllinum á ólavsøku og Útvarpskórinum ár um ár.

Men hvar, ið Ólavur sjálvur kendi seg mest heima, er óvist: Í Svínoy (føddur, 17.02.1931) , vesturi í Bø (í faðirætt), í Vestmanna (í móðurætt) ella í Havn (virkandi tað mesta av vaksna lívi sínum) har hann  andaðist, 25.07.2018.

 

Ólavur og Heini

Kenni Ólav eina mest gjøgnum vestmenningin Heina Olsen, verkfrøðing og rithøvunda, ið er nær skyldur við hann, og var vinmaður Ólavs fyri lívið. Hesin Heini við sínum óteljandi søgum og frásøgnum, ið ikki allar rúmast í hansara 5 frálíku bókum.

Ein er, at Ólavur metti, at ein tøkur tekstur á gravsteininum hjá felags vinmanni teirra, Sofusi Joensen, studentaskúlalærara, kundi verið hesin: “Her hvílir so Sofus undir flag - hann fekk heldur lítið í lag”. Men skælingsmaðurin, Sofus, var ikki seinur við sínum svari: “ Á steini yvirav kann hóskandi hetta standa: “Her hvílir Ólavur - hann helt ALT bera til!”.

Og nakað var um hesa seinnu lýsingina, tí tann bráðræsni Ólavur fekk næstan alt, ið hann setti sær fyri, at bera til. Ótroyttiligur og alsamt frammi við nýggjum hugskotum - dag um dag.

 

Sofus

Her er ein søga meir um Sofus, ið var staddur við ferðalagi í Kina. Tá hendi ein jarðskjálvti har, og húsini ristust, onnur raplaðu, og í skundi varð farið út á geilar gjøgnum róp, rok og dust. Og útkomin í øllum góðum, bresti Sofus sáttliga støvið av jakkanum og helt fyri: “Altíð hendir okkurt - har sum EG eri..(!).”

Ein vøkur, ung føroysk genta var hjástødd, sum kvikliga gav fleiri andleysum/svímaðum kinverjum hjálp til andadrátt (munn til munn). Men tá sveið eitt vet í bringuni á Sofusi, gamla dronginum, sum lágmæltur suffaði: “Nú hevði mær dámað - at verið kinesari... (!)”.

 

Ólavur og Ingálvur

Ólavur var uppi í so mongum avrikum, og sum onnur og betur kend í sang/tónleika/skúla høpi longu hava greitt væl frá. Ítróttamaður var hann við og hevði eisini ein sera lættan penn.

Hugvekjandi var grein hansara í sambandi við jarðarferðina hjá Elsu av Reyni (1920 - 2017), ein vøkur heilsa í takklæti til børn hennara og Ingálvs.

Tær báðar frálíku fløgurnar av Ingálvi, sum mong sóu fram til, og sum tann nærlagdi Árni av Reyni legði seinastu hond á, komu í 1917.

Sum eitt serstakt cresjendo er seinasti sangur á seinnu tvífløguni tann íslendski sálmurin, “Alfaðir ræður”, har sum Ólavur Hátún hevur undirspælið, og hann greiðir frá: “Eg síggi Ingálv fyri mær (í kommunuskúlaauluni), tá hann tveitti jakkan, fetti sær á og var til reiðar til upptøku.

Og hugtikin verði eg, hvørja ferð eg aftur hoyri Ingálv syngja eitt nú sterka og kensluborna sorgarlagið eftir Sigvalda S. Kaldalóns” :

 

“Alfaðir ræður, øldurnar  hníga.

Eilífðin breiðir út faðminn sinn djúpa.

Helþungar stunur í himininn stíga,

við hásæti Drottins bænirnar krjúpa.”

 

(Alfaðir talar (ræður), øldirnar hokna (níga).

Ævinleikin breiðir út favn sín djúpa.

Deyðans tungu suff í himmalin stíga,

við hásæti Drotsins bønirnar níga.)

 

Ingálvur, Hans og Ólavur

Ingálv av Reyni (1920-2005) kom Ólavur at kenna gjøgnum Hans Hansen (1920-1970), tann nú næstan burturgoymda listamálaran í  Beiti í Mikladali, ið var einkarbarn og uttan eftirkomarar, sum, saman við Ruth Smith (1913-1958), sambært Ingálvi, ikki góvu S. J. Mikines nakað eftir í fleiri listarligum avrikum.

Fólk minnast enn, hvussu vinfólk í tjúkkum kava ein ilsligan dag í mars fóru til gongu, um fjøll av Húsum og norður  til Mikladals, at fylgja Hansi til gravar. Og serstakliga minnast tey ta løtuna, táið Ingálvur og Ólavur, hallandi móti ískalda høgættar gjóstrinum, á gravarbarmi sungu duet yvir vinmannin Hans Hansen.   

Ólavur plagdi ofta at leita yvir á atelierið á Lützens trøð: “Og vit tá í friði og náðum fingu eitt vinaprát, har Ingálvsa djúpa innlit í so mong lívsins viðurskiftir enn standa mær í huga”, skrivar Ólavur.

Í sambandi við Ingálv nevnir Ólavur hetta við: “ Gunnar Mikkelsen, tónaskaldið, stóð undir vegginum á gamla Ebenezer og lýddi á, meðan sangvenjing (ella sangøvilsi, sum tað fyrr æt) var inni í salinum.

Har stóð so Gunnar stórliga bilsin at hoyra føroyskan solosangara, sum hann ikki hevði hoyrt makan til áður”.

(Merkiligt (mirabile dictu), at máliskan, at øva, so brádliga hvarv úr vanliga máli okkara. Orðið kemur jú úr fornnorrønum, í Íslandi nógv nýtt og har nevnt æfa (eiva) - meðan seinna helvt av orðinum, øvilsi, livir sítt fríska lív her hjá okkum sum: Skepilsi, rognkilsi, fantilsi og forkølilsi...).

Jarðarferðin hjá Elsu av Reyni

Ólavur Jøkladal talaði væl orðaður yvir vermóður síni, sum hon eisini hevði uppiborið. Ein megnarkvinna. Hon og Ingálvur hittust niðri undir krígnum. Giftust heimafturkomin. Hon sjúkrasystir og hann við rættiliga ótryggari úrkomu. Tey fingu átta børn, ið øll komu væl undan.

Fjálgt kendist tað við jarðarferð hennara at hitta hesar óeinvísu, musikalsku hampamenninar: Ólav Hátún og Ívar Iversen, sum báðir hava undirspæl á fløgum Ingálvs. Teir róstu Jóannesi á Váli fyri orgulspælið – og meðan børan við Elsu varð borin út -  serstakliga fagnaðu teir hansara frálíku handfaring av sorgblíða/einglaeyma lagnum: Largo av G. F. Händel.

 

Jósup og Viðareiðis-Líggjas

Pápi Ólav, Hjalmar Hátún, var í mong ár lærari í Svínoy, har sangur vitiliga hevur verið partur av skúlatímunum. Og har Líggjas á Váli óivað hevur mýkt sínar gávur - sína ómetaligu vøkru og  sterku ocean-breiðu bassrødd - sum enn hoyrist endurljóma í ættarslóð hansara. Okkum framvegis til fragdar.

Svínoyingar vita at siga frá, at Jósup, abbi Líggjas á Váli - ættaður úr Køk í Havn - hevði so framúr sterka sangrødd, at sjálvt tann harðmælti Viðareiðis-Líggjas ikki hefti fyri honum.

Teir høvdu í kirkjuni kappsungið Kingo úr hvørjari lykkju, sum tann hittinorðaði Hoyvíks-Líggjas gav til kennar seinni: “Je, lukka, eftir sum eg vær fremmandir hær úde í Svíne, so vildi eg ikki færa upp um Jósup; men eg la - DYGST uppi undir honum (!)”.   

Jósup skuldi hoyrast eystan úr havi - minst ein fjórðing - táið hann kom aftur av útróðri og sang takkarljóð til Skaparan fyri fong og vælferð. Og var fongurin framúr góður, so hoyrdist hann uppaftur longri, sigst (!).  

 

Loksins

endar Ólavur heilsu sína um Elsu av Reyni til børn hennara við hesum orðum – henni sum støðugt stóð manni sínum við lið: “Altíð var hon vinsæl at skifta orð við, og tað var eins og endurskin á teirra samlív, at hon áhaldandi á ellisárum trúliga møtti upp til málningaframsýningar, eftir at hann var farin, og at hon altíð hevði eitt fjálgandi smíl til felags kenningar, sum hon hitti har.”

 

Og hetta kunnu vit fleiri taka undir við.

Arnstein Niclasen

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Teir kavaðu niður á Reynsmúla í dag
FILMUR: Til Kjøpinhavn við Viðoy í 1945
Hygg her: Saman í tryggari frástøðu
Frægari upsafiski­skapur enn árini framma…
Bjarga Svínoynni við minni enn 2 km tunn…
Nýggjur koronatáttur í kvøld
64 føroyingar frískir í alt
155 føroyingar fingið staðfest smittuna
Veiðifelagið Byrsumúli 40 ár
Ein hjartalig tøkk frá okkum báðum
Altíð nógvur fuglur á Vágni
Norðhús byggir meira á Norðoyri
Tiltøkini í Almanna­verki­num, fyri at mi…
Svartkjafta­kanningar­nar útsettar
Núpur landar á Kósini í dag
Skorheim: Skipini eru vælkomin
Frískt lot í dag
Betri Banki: Enn ein av tryggastu bankun…
54 føroyingar frískir í alt
144 føroyingar fingið staðfest smittuna