Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fráfaringarløta fyri sparikassamanninum og tónleikaranum Eyðun Nolsøe í dag kl. 14

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  28.02.2020 - 15:29 Tíðindi

Í dag kl. 14 – 16 verður høvi at heilsa uppá Eyðun Nolsøe í høvuðsdeildini hjá Norðoyar Sparikassa, sum fyri 35 árum síðan tók við starvi í sparikassanum. Eyðun verður nú pensjónistur, men heldur tó fram við tónleikinum. Longu 28. mars verður Eyðun aftur á palli í høllini á Nabb, tá hann saman við bólki sínum Hjarnar, skal spæla nú kendi enski bólkurin “Slade” vitjar. Tað eru 46 ár síðan at Eyðun Nolsøe, sum limur í bólkinum HJARNAR, fyri fyrstu ferð trein inn á pallin í Atlantis í 1974.

Eyðun byrjaði yrkileið sína sum bankamaður í “Norðoya Banka – Sjóvinnubankin” og hevur havt fleiri ábyrgdarstørv í Norðoya Sparikassa síðan 1984. Seinastu árini hevur Eyðun verið starvsfólkaleiðari og er hann kendur sum ein vinsalur og sera fyrikomandi maður ið altíð er skjótur við onkrari skemtiligari viðmerking.
 
Eitt skifti sat hann sum starvsfólkaumboð í nevndini í sparikassanum.
 
Eyðun er ikki ein persónur, sum dámar at hóvasták verður gjørt burtur úr sær sjálvum, men  dagurin kundi ikki fara ónevndur aftur við borðinum.
 
Høvi er at heilsa uppá Eyðun í høvuðsdeildini í Norðoya Sparikassa í frá kl. 14  til kl. 16.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum