Lýsing
Lýsing
Ókeypis er at koyra í Norðoyatunnilinum í ár tann 7. mars, 2, mai, 26. september og 12. desember

Undirsjóvartunlarnir fjølgast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.03.2020 - 10:10 Leiðarin Mentan Vinna

Innanfyri eitt ár fáa teir báðir undirsjóvartunlarnir í Føroyum ein lítlabeiggja, ið tó verður longri enn teir báðir tilsamans. Mett hevur verið, at koyrandi verður av Skálafjørðinum til Havnar og hin vegin í desember í ár, men hetta er ikki heilt víst enn. Loysnin við undirsjóvartunlum hevur víst seg at vera heilt fantastisk fyri eitt oyggjaland sum Føroyar, betri enn nakar tordi at vænta.

Fýra ferðir um árið sleppa føroyingar at smakka tað, sum varð okkum lovað, nevniliga fría ferðslu millum Eysturoynna og Norðoyggjar. Og hvørja ferð smakkar tað av meira. Sera nógv ferðsla er ígjøgnum hesar dagarnar, og ikki minst fyri handilslívið er talan um sannar hátíðardagar, har handlarnir gera eyka nógv burturúr og hava opið longur enn vant.

Tankin um undirsjóvartunlar er gamal, og tann sum helst er kendastur fyri at mæla alment til tað, er fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan við Keldu. Men beinanvegin vóru kritiskar røddir frammi og søgdu tað vera óðamannaverk. Í vestara partinum av landinum var tað Svend Aage Ellefsen, ið mælti til undirsjóvartunnil millum Vágar og Streymoy, men eisini honum varð gjørt gjøldur burturúr, og m.a. varð hann útnevndur til “Ársins Ulku”, eins og undirskriftarinnsavning varð gjørd ímóti at lata Vágatunnilin gera. Og seinni tað sama við Sandoyartunlinum. 

Eftirtíðin hevur víst, at hesir visonéru undangongumenninir vóru teir, ið høvdu rætt. Og teirra loysnir eru nú fyrimyndir fyri restina av landinum, har tann fjórði undirsjóvartunnilin er í gerð og tann fimti í umbúna.

Tað munnu vera fá av teimum, sum skrivaðu undir uppá mótmælini ímóti Vága- og Sandoyartunlinum, sum í dag vilja standa við sína undirskrift. Og lat tær endiliga søkka í gloymskunnar hav. At drigið undirskriftirnar fram aftur og spurt tey, sum settu sítt navn undir, um tey høvdu ynskt Sam aftur um Vestmannasund ella Ternuna um Leirvíksfjørð, er neyvan neyðugt. Øll kenna svarið.

Mett varð umleið ár 2001, at nyttuvirkningurin av Vágatunlinum fór at verða sera lítil. Sam flutti tá 270 bilar um sundið um dagin, og roknað varð við, at talið bert fór at økjast við 80, tað vil siga upp í 350 bilar um dagin, tá undirsjóvartunnilin kom. Hetta má sigast at vera aldarinnar undirdrívilsi, tí í dag koyra yvir 2.300 bilar ígjøgnum Vágatunnilin um dagin, tvey túsund fleiri enn mett varð.

Í hesum áratígginum er ætlanin at tvífalda talið av undirsjóvartunlum í Føroyum. Eysturoyggin og Streymoyggin skulu samanbindast betur, og Sandoyggin skal síðani takast uppí landsveganetið. Seinasta takið, vit kunnu ímynda okkum, verður at binda Suðuroynna uppí, allarhest um eini 10 ár frá nú av. Tá verða einans útoyggjarnar eftir uttan fast samband, og hvør veit, um ikki einaferð verður fast samband til tær eisini. Tað ljóðar ótrúligt nú, men fyri bert 30 árum síðani var tað ótrúligt at fáa undirsjóvartunlar í heila tikið. Og fyri 100 árum síðani varð sagt, at vit ongantíð fóru at fáa vegir í Føroyum.

Lat okkum tó ikki gloyma viðlíkahaldið. Føroyar eiga tríggjar teir elstu tunlarnar í danska kongaríkinum, og tað er synd at siga, at vit hava hildið teir væl. Loksins í fjør, eftir mong, mong ár av bíðitíð, varð byrjað at bora nýggjan Hvalbiartunnil, og eftir ætlan fara teir nærum líka gomlu Árnafjarðar- og Norðdepilstunnilin at verða útskiftir eftir tað. Hetta skuldi langt síðani verið gjørt, og vónandi verður tað ein lærupeningi um ikki at lata viðlíkahald koma í drag.

Hiðani skal ljóða rós til P/F Norðoyatunnilin fyri at gera eitt sera gott arbeiði við viðlíkahaldi, og vónandi kann tað tæna teimum til fyrimynd, ið varða av tunlunum á landi.

Við hesum reglum ynskir Norðlýsið øllum ein góðan tunnilsdag!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…