Lýsing

Hvør fær tey 300 atgongumerkini við Djúpumýrar sunnudagin?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.03.2020 - 13:33 Ítrottur Tíðindi

Verður pláss fyri B36-áskoðarum í Klaksvík sunnudagin og fyri KÍ-áskoðarum í Runavík annan sunnudag?

Sunnudagin spæla tey bæði liðini, KÍ og B36, ið sambært mongum eru størstu FM-favorittarnir í 2020, í Klaksvík. Sum skilst verður arbeitt fram ímóti hjá FSF og feløgunum, at áskoðarar skulu sleppa til dystin, men vit kunnu neyvan vænta, at fleiri enn 500 fólk tilsamans – við hópunum - sleppa til at vera samlað til dystin eftir seinastu tilmælini frá heilsumyndugleikunum. Og 500 fólk er langt undir tað, ið vanliga samlast til ein dyst av hesum slagi í Klaksvík, um talan er um vanligar umstøður t.d. við veðrinum.

 

Mong sleppa ikki til dyst

Sum skilst eru góð 100 fríkort/árskort í Klaksvík og hesi eiga helst fyrsta rætt at sleppa inn. Og siga vit, at hópar, hjálparfólk og trygdarfólk telja eini 100 fólk, so eru bara áleið 300 atgongumerkir, ið vera sett til sølu, um hópar, hjálparfólk og trygdarfólk telja sum partur av teimum hægst 500 loyvdu, ið sum í mesta lagi kunnu samlast til dyst.
Spurningurin er so, um tað er ráðiligt at senda B36-áskoðarar til Klaksvíkar, tí KÍ klárar nokk uttan trupulleikar at selja hesi 300-400 atgongumerkini til sínar áskoðarar. Ella verður tað mett at vera lítil ítróttarandi, tá útiliðið ikki sleppur at fáa áskoðarar til dystin? Til UEFA dystir hevur útiliðið krav uppá ein prosent part av áskoðaraplássunum, men einki slíkt krav er okkum vitandi til dystir í føroysku kappingini. Og hevur eitt felag loyvið at nokta nøkrum at keypa atgongumerki? Í hesum føri fer man helst, útfrá tí sum er komið fram frá FSF og ÍSF, at skipa tað meir enn vanligt vegna smittu-vandan og at kunna spora aftur, um onkur vísir seg at vera smittaður, so at áskoðarar sum koma frá ymiskum býum ikki sita saman. Tí kunnu FSF og/ella heimaliðini helst heita á t.d. útiáskoðarar um ikki at møta upp ella seta krøv í søluni á Netskipanini, um tað nú bara verður hon, ið verður brúkt. Ein annar spurningur er, um børn í skúlaaldri, ið ikki gjalda vanliga til dystir, yvirhøvur sleppa til dystin. Tí KÍ segði í tíðindaskrivi sunnudagin, at ætlanin var bara at selja umvegis Netskipan, og tá hetta væntandi verður útselt áðrenn sunnudagin, so vera børn í skúlaaldri møguliga noktað atgongd til dystin, tí tað ikki sleppa meir enn 500 fólk at vera samlað.

 

KÍ verður í støðuni hjá B36 eina viku seinni

Í 2. umfari skal KÍ til Runavíkar og sigur NSÍ har, at teir fyrst vilja loyva sínum áskoðarum inn, so er kanska ikki pláss fyri KÍ-áskoðarum ella í besta føri nøkrum fáum í mun til samlaða eftirspurningin, tí NSÍ er eitt av liðunum við nógvum áskoðarum. KÍ verður tá í støðuni, sum B36 er í sunnudagin.
Spurningarnir eru nógvir og mikukvøldið vera vit klókari, tá FSF og feløgini í Betri Deildini hava tosað saman um, hvør loysnin skal vera til hesa støðuna, sum má sigast at vera ein heilt óvanlig støða í fótbóltshøpi. Í hesi greinini hava vit sagt eitt dømi, at tað vera í mesta lagi 500 fólk samlað. Tað er sjálvandi møguleiki fyri, at FSF og heilsumyndugleikarnir mæla til eitt annað tal ella at spæla heilt uttan áskoðarar. Ella sum vit sóu seinast, at alt verður útsett enn meir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hon skrivaði bræv og riggaði av, ímeðan…
Ljóðbrot: Tá KÍ vann greipuna fyri fyrst…
Pálmasunnudagur - andakt
Tredivutúsund ára gamlir, ella eldri, tr…
Minkandi vindur seinnapartin
Ísfiskalínu­skip­ini í Norð­oyggjum eru løg…
Eingin smittaður seinasta samdøgrið
Hygg her: Saman í tryggari frástøðu
(Ársúrslit) KÍ hevði nógv størst yvirsko…
Beinleiðis stroyming kl. 21
Egnarar fáa einki
Corona órættvísi: Góðan dag harra Løgmað…
Um Skálanes í Herjaskor
Manning frá Brimli niðri á Reynsmúla
181 føroyingar fingið staðfest smittuna
(Korana-kreppa) Útróðrarbátar­nir eru giv…
Løgtings­fundur í morgin
Hjálparpakki 2 lagdur fram
Fólka­pensjonistar sjúkradagpening og ísk…
Byrja við Føroya Løgtingi