Lýsing
Lýsing

Alexandra á Dul: Sjúkrahúsini arbeiða tætt saman

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.03.2020 - 12:12 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Vit vendu okkum til Klaksvíkar Sjúkrahús í morgun og tosaðu við Alexandru á Dul stjóra, at frætta um hvussu stóð til við tilbúgvingini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, nú samfelagið stríðist ímóti corona virusinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús er sera væl fyrireikað nú coronasmittan herjar kring um okkum og eisini hevur gjørt nakað um seg í Føroyum.

Fremsta uppgávan hjá okkum her á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er at verja tey 28 fólkini á Røktarheiminum og sjúklingarnar á sjúkrahúsinum og so ikki minst at skipa mannagongdir  soleiðis, at vit tryggja okkara starvsfólk, so tey ikki gerast sjúk.

Í hesum sambandi fylgja vit mannagongdum, sum vit hava fingið frá Heilsumálaráðnum og Landsslæknanum.

Man hevur valt, at tað er Landssjúkrahúsið, ið skal taka sær av coronasjúklingum. Í tí sambandinum hevur verið neyðugt at skapa sum mest pláss á Landssjúkrahúsinum, tí hevur Klaksvíkar Sjúkrahús tikið ímóti sjúklingum frá Landssjúkrahúsinum, tí hava vit sera nógvar sjúklingar her í løtuni, tó ikki sjúklingar sum eru smittaðir við corona.

Sjúkrahúsini í tøttum samstarvi

Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur, at eisini í hesum døgum, arbeiða sjúkrahúsini í Føroyum tætt saman. Dagligir fundir eru ímillum sjúkrahúsini, har stjórarnir og varastjórarnir á sjúkrahúsunum fundast, saman við Tummasi í Garði. Hetta er ein søk, sum vit taka í stórsta álvara og eg haldi at eg skal siga, at fólk skulu kenna seg trygg, vit hava eitt gott sjúkrahúsverk, sum sjálvandi arbeiðir tætt saman.

Fyri at verja okkara starvsfólk, arbeiða vit nú við at útseta tær viðgerðir, sum kunnu útsetast, bæði viðvíkjandi laboratoriinum og røntgendeildini eins og tá tað kemur til skurðviðgerðir og annað.

Klaksvíkar Sjúkrahús er ikki beinleiðis partur av coronaviðgerðini. Vit bakka upp um Landssjúkrahúsið og taka okkum av so mongum innleggingum hjá teimum, sum vit hava pláss fyri. Hetta eru ikki coronasjúk fólk. Samstarvið hevur við sær at Landssjúkrahúsið kann savna seg meira um corona sjúklingar.

Tað er tí av stórum týdningi, at tey, ið halda seg vera smittað, ikki koma á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Tørvar tær kunning, so er at ringja til hotline telefonina á Heilsumálaráðnum, sum svarar frá 8 á morgni til 23 á kvøldi, tlf. 734050. Hevur tú brúk fyri lækna, so er at ringja til egnan kommunulækna í dagtímunum. Aftaná klokkan 16 skalt tú ringja til Læknavaktina á telefon 1870.

Einaferð enn, vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk í Føroyum, sum arbeiðir tætt saman fyri at tryggja okkara borgarar, so ongin orsøk er til at óttast. Men tað er umráðandi at vit hugsa okkum um í hesum døgum og fylgja vegleiðingunum frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
(Korana-kreppa) Útróðrarbátar­nir eru giv…
Løgtings­fundur í morgin
Hjálparpakki 2 lagdur fram
Fólka­pensjonistar sjúkradagpening og ísk…
Byrja við Føroya Løgtingi
Nótaskip stuðla verkætlan­ina hjá Pál Wei…
MEST gjørt sáttmála við MINESTO í samban…
Nú mugu vit halda fast
Bakkafrost: Frágreiðing frá nevndarforma…
Lands­stýrið kann køva sunnar fyritøkur
Brimil á venjingarferð á Borðoyarvík
Yvirlitstroling á føroyska landgrunni­num…
Hjálparpakki 2 skal styrkja vinnulívið
Skiftandi veðurlag
Norð­urlendskir heilsu- og almanna­málaráð…
179 føroyingar fingið staðfest smittuna
Kalt aftur í dag
Eigarar­nir á Borðoyarnesi trúgva uppá fr…
Í hesum corona døgum
Betri letur 200.000 kr. til Reyða Kross…