Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lítið og eingin vindur í morgin, men eitt sindur kalt. Sunnudagin høgætt allan dagin og sera kalt. | Mynd: Vár Hanusardóttir Kjølbro

Veðrið í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.03.2020 - 17:45 Tíðindi Veðrið

Køld luft rekur ímóti Føroyum av suðuri í dag. Luftin kemur av leiðunum við Norðpólin, sum fyrst er farin niður í Norðsjógvin, áðrenn hon kemur til okkara úr suðuri. Eitt lágtrýst við Ísland dregur luftina til sín.

Meiri vindur er ímillum Ísland og Føroyar. Vestanfyri er minni vindur.

Hetta sæst eisini á vindmátarum kring landið. Mesti vindur er í Mykinesi. Har er miðalvindurin í løtuni um 20 m/s; á Kirkju eru 9 m/s. Ættin tann sama kring alt landið, beinur sunnan. Turt er allasteðs.

Seinnapartin og í kvøld fer vindurin at veksa eitt sindur. Seint í kvøld fer miðalvindurin kring alt landið at vera 15 til 20 m/s. Nakað fyri midnátt fer eitt brúgvalag at koma vestanífrá. Tað fer at regna ella at kava nakrar tímar báðumegin midnátt.

Í nátt slítur í, og vindurin fer at minka. Í morgin ári eru 5 m/s ella minni úr útsynningi og turt. Á middegi fer ættin at krúpa seg úr útsynningi upp í norðan. Seint seinnapartin og annaðkvøld fer ættin eystur um norðan til landnyrðing-norðan, vindurin fer at veksa upp í 10 til 15 m/s.

Turt allan morgindagin, og hitin fer at liggja um frostmarkið – í støðum eitt 1 ella 2 stig niðan fyri frostmarkið, aðrasteðs upp í 3 stig oman fyri frostmarkið.

Sunnudagin fer ættin at vera beinur norðan og ælaveður við regni ella kava. Vindferðin fer at minka sunnumorgunin. Á middegi eru 8 til 12 m/s; sunnukvøldið er minni vindur aftur – um 3 til 8 m/s.

Seinnapartin sunnudagin er turt. Hitin (!) sunnudagin fer hitin at liggja úr frostmarkinum og nøkur stig niðurum – onkrastaðni minus 5 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Graseinkjukvøld á Torradøgum
Torraskáin fríggja­dagin
Tað var ein frægd at hoyra Ásmund greiða…
Brekumboðið: Brekrættinda­sáttmálin ikki…
Guðrið Højgaard: - KG verður flottasta h…
Bankatoskur á Torradøgum!
Treysti hevur aðalfund
Góð Torravika á bókasavninum
Barbara nýggj forkvinna í Suður­streymoya…
Norðoya Bátafelag á Torradøgunum
Ásmund um barnaár­ini í Svínoy
Sindur um sild
Ásmund um barnaár­ini í Svínoy
- Tað er er aloftast tað serstaka, tað l…
Myndarøð: Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Ferðavinnu­ráð­stevnan í Varpinum sett
Torraskráin hósdag
Hvat verður av Sambands­flokki­num norðanf…
Reyðakrossbúðin fyllur 1 ár
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Lýsing