KÍ er eisini hart rakt av Korona-kreppuni
(Brot úr Norðlýsinum) KÍ hevur lagt alt virksemi í ungdómsdeildini niður. Besta mansliðið hevur vant alla tíðina, men við avmarkaðum møguleikum, serliga frá sunnudegnum av. Venjarin, Mikkjal K. Thomassen, sigur, at alt sum KÍ ger í hesum døgum er í samráð við lækna.
Í hesum døgum eru øll samd um, at m.a. ítróttur ikki hevur stóran týdning í mun til trupulleikarnar við Korona-smittuni, sum allur heimurin stríðist ímóti. Ítróttarfeløgini eru eisini týðandi partur í átøkunum í at forða, at smittan spreiðir seg skjótt. Liðini í bestu mansdeildini venja, men við sera avmarkaðum møguleikum. Niðanfyri hava vit fingið venjaran hjá KÍ at greitt frá mannagongdini síðstu tíðina og eisini hvussu hon var mánakvøldið, tá hesar linjurnar vóru skrivaðar.
Byrjaðu við avmarkingum í síðstu viku
Stóru tiltøkini móti Korona-smittuni byrjaðu stutt áðrenn 1. umfar skuldi byrja 8. mars. Tað gjørdi, at fyrst skuldi umfarið spælast uttan áskoðarar, og síðani bleiv tað avlýst. Áðrenn 2. umfar 15. mars blivu øll tiltøkini í Føroyum herd, so at tað als ikki kom uppá tal at spæla dystir yvirhøvur.
- Beinanvegin smittuvandin byrjaði at spreiða seg, so høvdu vit samband við lækna. Vit sendu alla ungdómsdeildina heim. Besta mansliðið vandi saman, men vit sendu liðleiðararnar heim. Tað gjørdu vit fyri at minka um bólkin. Í samráð við læknan so valdu vit at undirvísa hópinum í smittufyribyrgjan. Vit høvdu nógv spritt til staðar og eyka reinføri. Eingin annar enn hópurin kom í KÍ-kjallaran, so at vit ikki møttu nøkrum, tá vit komu og fóru. So valdu vit at geva leikarunum møguleikan at vera við í hesi venjingini. Men tað kravdi, at teir eisini isoleraðu seg sosialt á heimafrontinum. Tað merkti, at teir ikki fóru út í føðingardagar o.a. Leikararnir vóru samdir í, at soleiðis vildu teir gera. So vit isoleraðu okkum sum ein bólkur beinanvegin. Eg tosaði eisini við fleiri arbeiðsgevarar, so at leikararnir fingu møguleikan at arbeiða isolerað, og teir vístu øgiliga stóra vælvild. So vandu vit fram til og við leygardegnum 14. mars, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.
Fóru í bólkar
Leygarkvøldið blivu tiltøkini herd í Føroyum, og tað ávirkaði KÍ.
- Men tá man politiskt kom út leygarkvøldið við enn strangari tilmælum, so valdu vit at gera enn meir. Frá sunnudegnum vandu vit við bólkum á fimm leikarar, og vit hava isolerað onkran venjara frá. So vit eru 20 leikarar eftir í fýra bólkum á fimm leikarar. Summir venjarar eru bara við summum bólkum, og eg komi fyri tað mesta at vera við øllum, men eg taki øgiliga nógvar ''forholdreglar'', so at tað ikki blívur krossvandi fyri smittu. So vit gera alt, sum vit kunnu. Tað órógvar nógv, men vit eru eisini øgiliga uppsettir uppá at arbeiða hart fyri at halda formin viðlíka og venja øgiliga hart. So vit koma so ella so sum bólkur á fimm leikarar at venja seks ferðir um vikuna. Partvís úti á vøllinum og partvís í styrkisrúminum. So vit gera sambært tilmælunum og skerpa tað kanska enn meir fyri m.a., at smittan ikki kemur inn í hópin og fer at spreiða eg og gera, at partur av hópinum skal í sóttarhald. M.a. tosa vit við leikarar og onkran dag hevur onkur leikari fingið boð um at halda seg heima, tí viðkomandi hevði verið í sambandi við onkran, sum var í sóttarhaldi. Men har vísti tað seg, at viðkomandi var ikki sjúkur av Korona, og so kom leikarin inn aftur. So vit isolerað heldur leikarar ein dag ov nógv enn ein dag ov lítið. Viðvíkjandi umklæðing, so eru tveir tímar ímillum bólkarnar, so tað eru 10 minuttir millum at nakrir hava vant, til teir næstu koma inn. Ímillum har so sóttreinsa vit skiftirúmið við spritt. Man kundi gjørt ógvusligari tiltøk, men í okkara støðu, í samráð við lækna, so eru vit á tí tryggu síðuni. Man skal ansa eftir, sum løgmaður eisini gjørdi greitt, at man ikki ger tað hysteriskt hysteriskt. Vit skulu vísa sera stóra virðing fyri øllum runt um hesi átøkini, men vit skulu ansa eftir at vit ikki steðga øllum upp, tí tað fremur ikki nakað fyri hesa tilgongdina. Vit vita at tað fara at blíva sjúk fólk. Tað er ikki ein trupulleiki so leingi sum sjúkrahúsverkið megnar at at geva neyðugu viðgerðina til øll. Uppgávan er ikki at steðga sjúkuni, men at seinka henni. Tað er perspektivið. Og tað skulu vit í ítróttarfeløgum eisini minnast til. Allar mannagongdir í KÍ runt venjingarnar vera gjørdar í samráð við læknan, sigur Mikkjal.